Framrættaði miðvallarin, Andrass Johansen hevur longt sáttmálan við Fremad Amager, ið kemur at spæla í triðbestu donsku fótbóltsdeildini komandi kappingarár.
Fremad Amager kunngjørdi fyrr í dag, at sáttmálin við Andrass er longdur til summarið 2028. Í felagnum fegnast tey um at hava pappír upp á føroyska miðvallaran tvey kappingarár aftrat.
Andrass var við frá dystarbyrjan, tá Fremad Amager í seinasta heimadystinum í hesum kappingarárinum tapti 0-1 fyri Skive, ið skoraði sigursmálið tíðliga í fyrra hálvleiki. Tað var tó longu greitt áðrenn dystarbyrjan, at Fremad Amager hevur vunnið niðara endaspælið í triðbestu deildini.
Leygardagin 6. juni klokkan 13 spælir Fremad Amager seinasta dystin í hesum kappingarárinum. Hann verður á útivølli móti Brabrand.
##med2##












