Politisk starvssetan er legal starvssetan

   

Tað er niðurstøðan vit koma til, eftir at hava hoyrt, hvat løgmaður svaraði Heðini Mortensen í spurnartímanum mikudagin, tá hann spurdi um setanina av landsantikvari. Løgmaður hevur áður sagt bæði í tinginum og í bløðunum, at politisk starvssetan kann ikki góðtakast, og hann hevur handlað eftir tí við at koyra landsstýrismannin frá. Hann hevur eisini frá tingsins røðarapalli sagt, at tá ein landsstýrismaður hevur setanarsamrøðu við umsøkjara uttan um setanarbólk og so setir í starv eftir hesi samrøðu, er tað ein politisk setan. Men mikudagin hevði pípan brádliga fingið annað ljóð. Ein nýggjan, øðrvísi og hægri tóna. Nú helt løgmaður, at av tí at landsstýrismaðurin hevur mandat til at seta landsantikvar, so var tað ein legal setan. Løgmaður kundi ikki gera meira við málið, sum varð agreitt, áðrenn Høgni Hoydal tók við sum landsstýrismaður. Ergo er politisk starvssetansetan legal, í øllum førum í hasum landsstýrisselskapinum, sum nú situr.

Hvør hevur rætt - løgmaður ella vara?
Hvat nú við almenna starvsfólkapolitikkinum hjá løgmanni? Hvør nytta er í honum, og hvussu langt røkkur hann, tá vit nú eru í teirri støðu, at løgmaður, sum helt at so mikið skeivt varð farið fram, at sessurin varð reinsaður og fyltur aftur við Høgna Hoydal sum heldur júst tað øvugta. Høgni sigur seg ongantíð hava vitað um nakað mál, sum er so væl frágingið sum júst henda setanin! Hvat er nú at halda seg til? Niðurstøðuna hjá løgmanni ella niðurstøðuna hjá Høgna Hoydal? Almenningurin hevur krav at fáa at vita, hvør av hesum so høgu harrum hevur rætt ella sigur satt. Báðir kunnu illa hava rætt. Og hvussu bleiv nú við trúðvirðinum á almennu fyrisitingina, sum er so grundleggjandi og sum í avgerandi mun liggur í starvssetanum, sum løgmaður málber seg í uppsagnarbrævinum?

Hava báðir tikið sær rætt?
Hvørjar fylgjur ein sovorðin tvístøða og tvítulking av almenna setanarpolitikkinum fær framyvir, kunnu vit bara gita um. Sum er, er valla hugsandi, at hann yvirhøvur verður galdandi longur. Hvat nú, um Høgni Hoydal skuldi sett eitt fólk í leiðandi starv í morgin? So hevði hann so heilt víst brúkt annlisku metoduna, eftirsum hon er hin besta hann veit um, og vit høvdu aftur fingið eina politiska setan. So hóast hesir báðir knassarnir tykjast ósamdir um hesa setanina, so eru teir samdir um, at framyvir er politisk setan í fínasta lagi innast inni. Annars varð Høgni ikki sitandi í Mentamálaráðnum.

Final scene og happy end.
Um so er, at løgmaður sleppur málinum nú við teirri undanførslu, at Høgni Hoydal nú eigur málið, og bert hann kann broyta setanina, so veit løgmaður, at hann tá sleppur sær undan at koma inn í kjarnan á málinum, sum er ñ fekk rætti maðurin starvið? Tann spurningurin tykist ikki nerva løgmann eitt petti.
Sum onkur helt fyri Ñback stageì á Gamla Apoteki henda dagin, tá leiktjøldini umsíður vórðu drigin frá, so hava bæði landsantikvarur og fiskiloyvir ligið í límpottinum hesar tíggju dagarnar og búnast til afturlímingina av samgonguni. Stalinistarnir plagdu at siga, at målet helliger midlet!