SUPERLIGAN
Stríðið um danska meistaraskapin í fótbólti stendur bara millum tvey feløg. Tey eru Brøndby og FCK, sum bæði hava ein føroying á liðnum.
Í botninum er talan um satt eljustríð. Køge er fýra stig aftanfyri hini liðini, og teir á uppflytaraliðnum tykjast nú so mikið mótfalnir, at sera nógv bendir á, at teir fara at flyta niður. Hvør hin niðurflytarin fer at verða er ein sera opin spurningur.
AGF er á niðurflytingarplássi. Men teir tykjast ikki hava givið skarvin yvir. Heldur er tað tvørtur ímóti. Århus er næststørsti býurin í Danmark, og tey eru mong, sum halda, at tað hevði ikki verið serliga hóskiligt, um býurin ikki var umboðaður í bestu fótbóltsdeildini.
Sunnudagin møttu 8.242 á Århus stadion, og tey fingu tað fyri pengarnar, sum tey droymdu um. AGF vann 4?1 á OB. Gestirnir løgdu seg á odda, og teir høvdu takið fyrsta hálva tíman. Men so javnaði AGF so at siga burtur úr ongum, og síðsta tíman vóru tað teir, ið vóru omaná.
AGF venjarin Poul Hansen hevur verið rættuliga í andglettinum, men nú sigst hann vera friðaður av leiðsluni, og tað líkar spælarunum væl.
Esbjerg er á fimta plássi. Leygardagin taptu teir á heimavølli 2?1 ímóti Brøndby. Brøndby fekk sigursmálið, tá ið tað restaðu fýra minuttir. At Esbjerg misti eitt stig kann í síðsta enda fara at vísa seg at vera ein dýrur missur. Teir eru fimm stig frammanfyri AGF. Eingin roknar við, at Esbjerg skal flyta niður, men møguleikin kann avgjørt ikki avskrivast.
Í Ålborg er fótbóltshýrurin ikki góður. AaB hevur altíð borið orð fyri at hava ein orduligan skansa á heimavølli, men tað hava teir ikki longur. Sunnudagin taptu teir 3?2 ímóti Viborg, sum alt kappingarárið hevur ligið tungt í sjónum, og sum akkurát er omanfyri strikuna. Hetta var fjúrtandi heimadysturin hjá AaB í hesum kappingarárinum, og tað var sjeynda ferðin, at teir taptu á heimavølli í ár. Eftir tapið staðfesti venjarin, Poul Erik Andreasen, at hansara lið er í niðurflytingarvanda, sjálvt um avrikið hjá spælarunum ikki bendi á, at teir kenna hóttanina nærverandi.
Silkeborg hevði ikki tapt seks tær seinastu ferðirnar, tá ið teir fóru til Ikast at spæla ímóti FCM. Heimaliðið vann 2?1 og styrkti harvið um sína støðu í stríðnum um bronsumerkini.
Størstu kappingina um bronsumerkini fær FCM frá Farum, sum framvegis tekur øll av bóli. Hesa ferð hevði Farum vitjan av botnliðnum Køge, sum tapti 2?1. Hetta var fimti dysturin á rað, sum Køge tapti. Farum venjarin, Christian Andersen, tosaði ógvuliga leingi um, at setningurin hjá honum og spælarunum var at sleppa undan niðurflytingini. Í nakrar vikur hava teir sagt, at málið var at enda millum seks tey femstu. Eftir sigurin á Køge helt venjarin fyri fyrstu ferð, at tað hevði verið hugaligt hjá felagnum at enda fyrsta kappingarárið í superliguni við heiðurskrónum um hálsin. Møguleikarnir fyri tí tykjast rættuliga góðir.