Angela flott nummar tvey í norðurlendskari kapping

Angela Petersen hevur við barnasendingini Fres fingið heiðurin sum næstbesta barnasending í Norðurlondum í harðari kapping, har summar sendingar kosta milliónir at framleiða. Angela er longu boðin til aðrar kappingar og hevur fingið nógvar áheitanir og sambond og hon sigur seg sjálvsagt vera ?til Fres?, ja, enn er heiðurin ikki heilt gingin upp fyri henni

Í vikuskiftinum var kappingin Nordisk Barne TV Festival 2003 hildin á Europeiska Filmháskúlanum í Ebeltoft í Danamrk.
                      Mánadagin kom Angela Petersen heim við heiðursbrævið, tí mótvegis øllum vónum, so gjørdust hon og sendingin Fres nummar tvey í bólkinum, sum snúði seg um sendingar til børn millum 3 og 7 ár.
                      Tiltakið er altjóða samtak, har serkøn sjónvarpsfólk og  fakfólk hittast at gera av, hvør eigur heiður fyri gott tilfar, ið er framleitt til børn. Og kappingin er ikki bert nakað hissini, tað skilir ein við at fáa at luttøkutreytirnar at vita. Tað kostar 25.000 krónur bert at senda inn og aðrar 5000 krónur at taka lut, umframt uppihald og annað. Á fyrsta plássinum í sama bólki sum Fres lá ein finnlands-svensk framleiðsla.
- Eg fangaði tað als ikki og eri enn í totalum sjokki, sigur Angela.
- Fólk hava nýtt milliónir at framleiða sendingar og tilfar. Fres kostar lítið og einki at gera og eg fái ikki nógv fyri tað, sigur Angela, sum saman við Bjarna Rubeksen fremleiðir og eigur heiðurin av sendingini, sum er næstbest í Norðurlondum.
- Hetta er avgjørt bíligasta sending av sínum slag, hon var ikki eingang tekstað, til kappingina, sigur Angela, sum fekk stuðul at fara við til kappingina frá nevndum handan kappingina.
- Eg væntaði ikki so nógv, helt at sendingin skuldi bara vísast, men so vísti tað seg, at hon var við. Ein fær kritikk, verður róstur ella pilkaður niður. Ein frá BBC, sum m.a. hevur gjørt kendu sendigina Blue Peter, gav mær kritikk og var sera positivur.
- Hetta var veruliga nakað við børnum, ið ein sat eftir við, tá ein hevði sæð sendingina, mótvegis nógvum øðrum yvirframleiddum, sum datt sundura vegnum, segði hann. Her var nakað ektað og einfalt, greiður Angela frá.
Hon hevur fingið góðan kritikk og nógv hava vent sær til hennara, t.d. við spurningum um Føroyar. Nógv sambond eru knýtt og hon er longu boðin til líknandi kapping í Munchen komandi ár. Eisini er greitt, at hon fær fleiri vitjanir, t.d. úr Finnlandi.
 
?Til Fres?
- Enn veit eg ikki heilt, hvat eg skal gera við heiðurin, sigur Angela og minnur á, at Bjarni Rubeksen, tøkningur, avgjørt eigur sín stóra lut í heiðurinum.
Ein kann kanska siga, at tú ert ?til Fres??
- Ja, so avgjørt, lær Angela, men enn eri eg ikki heilt komin yvir skelkin. Eg havi nógv jørn í eldinum og tað er stuttligt at slíkt kann henda. Tað plagar bara altíð at henda fyri onkran annan, ikki meg, sigur Angela, sum leggur afturat, at hon væntar hvørja løtu at vakna og uppdaga, at hetta er ein dreymur.
- Eg eri vorðin leiðari fyri Frítíðarskúlan í Hoyvík og fari fyrst at fáa øll væl heim í summarfrí. So kann eg hugsa um hvat eg skal nýta hetta til og hvat hetta kann føra við sær, sigur Angela, sum mánadagin kom afur til Føroya og til fult hús av fólki.
Til ber at frætta meira um Norðurlendsku barnasjónvarpskappingina á www.nbf2003.com