Richard Danielsen
-----
Nakað síðani helt ein prestur eina talu - til forsvar fyri barnadóp- í sjónvarpinum. Eg skrivaði hesar reglur beinanvegin, men bløðini hava vist so nógv tilfar, at ofta er ringt at sleppa framat, og tí er longu ein tíð gingin, síðan talan var hildin, men eg haldi henni tørvar nakrar viðmerkingar, og tí sendi eg hesar reglur nú.
Eitt sum hesin prestur segði, var at Jesus segði einki um, hvussu dópur skuldi fara fram. Ein undarlig útsøgn. Við hesum vildi hann nokk siga, at vit gera, sum vit vilja, hvussu vit útføra dópin, og nær vit gera tað, og skuldi tað vist verða eitt forsvar fyri barnadóp. Hvussu skulu vit bera okkum at við restina av skriftini, um man kann gera hetta og hatta, við tað at Jesus ikki persónliga hevur sagt nakað um tað, meðan hann var á foldum.
Meinar hesin prestur tað, at tað, sum tann Heilaga skriftin annars sigur, ikki eru Jesusar orð eisini. Skriftin er jú innblást av Heilaga Andanum, og presturin hoyrir jú til eina kirkju, sum játtar tríeindina.
Hann segði eisini, at eingi krøv eru sett til tann, sum skal doypast. Eg minnist meg ikki hava hoyrt eina slíka útsøgn fyrr. Hvat sigur hann til tað, sum Filip evangelistur, samtíðarmaður ápostlana, sigur við hirðmannin úr Etiopia:
“Trýrt tú av øllum hjarta tínum, so kann tað verða gjørt.” Áp. 8,37.
Presturin gjørdi eisini álop á dópin av vaksnum. Skilti eg hann rætt, so leggja vit ov nógva vekt á, at ein má trúgva. Presturin má vita, at kirkjan eisini setur krøv til, at trúgv má vera fyrst, tí var tann skeiva læran um barnadóp uppfunnin eini 200 ár eftir Krist, aftaná at ápostlarnir allir vóru deyðir, og Nýggja Testamentið var avsluttað. Tá kom læran um, at ein gumma skuldi siga fyri barnið, at tað trýr, ein fulkomiliga ókend læra í Bíbliuni, eingin nýføðingur kann trúgva, trúgvin kemur av at hoyra. Hatta er ein vitleys læra, tað má ein og hvør ásanna, sum er ærligur við seg sjálvan. nýføðingar kunnu ikki trúgva og enn minni kunnu teir vera vantrúgvandi, teir eru jú bara nýføðingar og hoyra Harranum til, og har nýtist eingin dópur avtrat.
Her fór kirkjan so ómetaliga skeiv eisini, við tað at teir trúðu, at barnið fór fortapt, um tað ikki var doypt. Teir mannaðu bát og settu kanska mannalív í váða viðhvørt, tá ið teir fóru yvir streymhørðu sund og firðir okkara í ódnarveðri við nýføðingum til dóp. Her setti kirkjan sanniliga krøv. Eg hugsi tó, at í dag hugsar eingin á handa hátt.
Eg eri ikki glaður fyri at skriva á henda hátt, eg ynski ikki at vera provikerandi, eg eigi nógvar vinir innan kirkjufólk, eisini prestar, men eg má tala at um hetta, sum eg síggi er so skeivt. Vit eru so nógv upplýst í dag, meiri upplýst enn tey vóru í farnum øldum, tá ið fólk ikki hevði høvi at lesa skriftirnar sjálv. Er ikki tíð til, at kirkjan tekur til umhugsunar at halda uppat við barnadópi, hví ikki gera sum fríkirkjurnar og heldur bara signa børnini, tá kundi nógv verið annarleiðis og minkað hevði verið um kluftina ímillum okkara. Eg havi hoyrt, at tað í 1930num fór ein adressa runt í Føroyum um at droppa barnadóp og heldur bara signa børnini, men tað kom ikki ígjøgnum.
Væntandi havi eg øll trúgvandi innan kirkjugátt við mær, tá ið eg sigi, at tey líta ikki á barnadóp til frelsu, hví hava annars eisini kirkjufólk evangeliskar fundir, um at umvenda seg og trúgva á Jesus. Hví vitna tey sjálv um, tá ið tey komu til trúgv á Jesus og vóru frelst frá tí myrkri tey livdu í í syndini, soleiðis, sum vit øll kunnu vitna um, at vit hava livað í, inntil Jesus broytti lív okkara av náði sínari.
Hinvegin veit eg, at barnadópur er ein stór hending í lívi mangra, sum eru uppvaksin í hesum. Men tað kundi verið ein líkastór hending og mangan betri, um læran um endurføðing í hesum var tikin burtur úr læru fólkakirkjunar og áslettingin sjálv eisini, men, at børnini bert vóru borin fram til Harran í bøn. Hevði tann føroyska fólkakirkjan torað at tikið eitt so drastist stig, hevði mangt kunna verið ørðvísi og mangar misskiljanir fingnar av vegnum.
Kendi danski kirkjumaðurin og sálmayrkjarin N.S.F. Grundtvig trúði ikki á barnaásletting til frelsu. T.d. stendur í lívsøgu hansara at hann einaferð hevði eina samrøðu við ein Hammerich um eina nýggja týðing av Nýggja Testamenti. Har sigur Grundtvig soleiðis: “ Det er egentlig noget splittergalt man vil med den nye oversættelse, vi bliver dog ikke disciple ved at døbes.”
Fuglafirði 7 apríl 2012.