Tað er ein katastrofa, at vit ikki sleppa at spæla okkara heimadystir í Føroyum. Kenslan at standa á heimavølli, syngja tjóðsangin og síggja Merkið í høllini, kann ikki sammetast við nakað annað.
(Klumma hjá Helga Hildarson Hoydal, hondbóltslandsliðsspælara, í samband við at spæla heimadyst á útivølli í Sosialinum 31. august)
Slapp eg sjálvur at velja, so hevði eg altíð spælt á heimavølli. Ítróttafólk plaga at fáa bestu úrslitini á heimavølli. Á einum vølli og í einum umhvørvi, har tú sum ítróttafólk kennir teg heima. Á einum vølli og í einum umhvørvi, har tað eru liðfelagarnir og tú, sum seta treytirnar.
Manslandsliðið sleppur ikki at spæla komandi undankapping á heimavølli. Tí havi eg skrivað hesi orðini. Tað er fyri at geva innlit í, hvussu eg sum hondbóltsspælari havi tað við at spæla heimadystir á útivølli, verði eg so heppin at verða úttikin. Eg veit eisini, at fleiri aðrir spælarar standa við somu kenslu.
Framstigini eru stór
Seinastu árini hava verið spennandi í hondbóltshøpi. A-landsliðini hava rokkið sínum bestu úrslitum nakrantíð. Ungdómslandsliðini fáa góð úrslit. Hondbólturin mennist um so at siga alt landið. Áhugin økist. Fleiri spælarar leggjast afturat. Tað er eingin ivi um, at tey komandi árini verða spennandi.
Tað er nú eitt gott ár, síðan føroyskur hondbóltur fekk sítt veruliga gjøgnumbrot á altjóða pallinum, sambært viðhaldsfólkum og fjølmiðlum. Føroyar spældu sítt fyrsta HM-endaspæl í Algeria, har U21-landsliðið var við.
Tað var ein ótrúlig uppliving. Ikki minst, tí vit vunnu tveir teir fyrstu dystirnar, og vunnu okkum upp millum 16 tær bestu hondbóltstjóðirnar í heiminum í hesum aldursbólkinum. Men ein fortreyt fyri úrslitunum í Algeria var heimavøllurin í Føroyum.
Einki var óført
Fara vit hálvtannað ár aftur í tíðina, spældu vit á U21-landsliðnum á heimavølli í Føroyum. Vit spældu undankappingina, sum gav okkum luttøku í sjálvum HM-endaspælinum. Kappingin varð spæld í Høllini á Hálsi í Havn í januar 2017. Ein kókandi høll bar okkum spælarar fram, og úrslitini siga søguna. Eitt atgongumerki til HM.
Eg havi ofta hugsað, hvussu tað hevði verið, um vit spældu hesa undankappingina í Sveis, Finnlandi ella í Ísrael. Mín niðurstøða er, at vit høvdu ikki fingið eins góð úrslit á útivølli. Hygg bara at úrslitunum hjá okkum á útivølli. Tey hava ikki verið eins góð sum á heimavølli.
Eftir heimsmeistaraskapið í Afrika
Vit komu heim úr Algeria á ólavsøku, og tað var ómetaliga stuttligt at hitta øll, sum høvdu fylgt so væl við. Eisini fólk, sum eg ikki visti høvdu áhuga fyri hondbólti. Niðurstøðan var, at nú skuldi hondbólturin í Føroyum setast á ein katapult og skjótast so langt fram sum tilbar. Ætlanirnar vóru stórar, og fólk fóru at tosa um, hvussu stórt tað hevði verið, um A-landsliðið fór at spæla seg til eitt endaspæl í framtíðini.
Tankin um, at eitt føroyskt A-landslið fer at vera við til eitt endaspæl, kom heldur ikki burturúr ongum. Tað eru framúr góðir spælarar, sum nú mynda ungdómslandsliðini. Spælarar, sum kunnu røkka ómetaliga langt.
A-landsliðið hevði um sama mundi eisini verið í einari menningarkapping í Bulgaria. Føroyar vunnu kappingina, sum gav eitt atgongumerki til undankappingina til evropameistaraskapið. Tá varð greitt, at Føroyar skuldu spæla altjóða dystir á heimavølli á heysti í 2018.
At spæla heimadyst ímóti Danmark í Danmark
Tann undankappingin byrjar nú í oktober. Og sum kunnugt hevur tað verið eitt tógvið stríð hjá hondbóltssambandinum, at finna eina góðkenda høll í Føroyum, sum kann hýsa heimadystunum. Evropeiska hondbóltssambandið, EHF, vil ikki geva Føroyum undantaksloyvi. Tí eri eg farin at hugsa um tey góðu orðini, eg havi fingið við á hondbóltsleiðini. Tað, at einki var óført, er nú snara 180 stig. Nú er alt torført.
Tað er ein katastrofa, at vit ikki sleppa at spæla okkara heimadystir í Føroyum. Kenslan at standa á heimavølli, syngja tjóðsangin og síggja Merkið í høllini, kann ikki sammetast við nakað annað.
Eg unni øllum hondbóltsspælarum at spæla landsdystir á heimavølli. Tað er ein uppliving, sum ongantíð verður gloymd, og sum eg sjálvur minnist við stórari gleði. Men nú skulu Føroyar spæla heimadyst ímóti Danmark í Danmark.
Eg kann vissa øllum, at teir, ið skulu spæla dystin, fara at gera alt, sum teir eru mentir at røkka einum so góðum úrsliti sum tilber. Eisini sjálvt um dystirnir verða spældir á útivølli. Heimavøllur ella útivølli, vit berjast fyri Føroyar óansæð, hvar í heiminum vit eru.
Men lat ongan iva vera um, at eg hevði heldur viljað spælt í Føroyum, um eg slapp at velja.
Helgi Hoydal,
Liðskipari á U21-landsliðnum í Algeria










