stjóri í FT Net, sigur at tey hava arbeitt síðani í fjør við at seta nýggja VDSL2 breiðbandstøkni kring landið, og í heyst eru tey komin so langt, at tey halda, at tey røkka flestu økjunum í Føroyum, og at [...] Seinni í ár fáa stórir partar av føroyingum nógv skjótari internet, enn teir hava nú. Tað er greitt, nú FT Net er í ferð við at rigga nýggja tøkni til, soleiðis at tað ber til at seta ferðina á internetinum [...] internetinum munandi upp seinni í ár, bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone. Sum støðan er nú, ber til at fáa internet við eini ferð upp á 20Mbit/s, men tá ið nýggja tøknin er sett til, verður internetið meiri
John Egholm, Theodor Kapnas, Remi Johannesen, Esmar Joensen og Jenus í Trøðini. Hamferð er ein tann mest áhugaverdi bólkurin í Føroyum í løtuni. Teir hava vunnið virðislønir sum Wacken Metal Battle, Sement [...] Stórsligin konsert við Hamferð og The Absent Silver King verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í annað kvøld kl. 20.00. Nógv verður gjørt burturúr hetta kvøldið, soleiðis at fjøldin fær eina so góða ljóð- [...] sum fyriskiparar. Atgongumerki á 150,- kunnu keypast á www.mh.fo, í Haraldsen og í Tutl. Skipa verður eisini fyri bussi úr Tórshavn í samband við konsertina. Sirkus letur dyrnar upp kl. 17.00, har til
vit sóu í fjør? Og hvussu gomul gerast tjøldrini? Í hesari bókini finnur tú svarið uppá hesar og nógvar aðrar spurningar. Út við 100.000 fuglar eru ringmerktir í Føroyum síðan fyrsti skurin í 1912 fekk [...] ætt og annað í samband við ferðingina viðgjørt. - Í samstarvi við Náttúrugripasavnið eru nógvu skrásetingarnar og rúgvusmikla tilfarið savnað og viðgjørt á Statens Naturhistoriske Museum í Keypmannahavn [...] Sostatt verða 97 ár av merkingum uppgjørd í Færøsk Trækfugleatlas. - Ferðing og ferðamynstur hjá 90 sløgum av føroyskum fuglum verða gjølla gjøgnumgingin í Færøsk Trækfugleatlas. Úrslitini av merkingunum
konsertferð ymsastaðni í Evropu í september og oktober saman við bólkinum Finntroll, men áðrenn teir fara, fáa fólk í Føroyum høvi til at uppliva TÝR spæla á Summarfestivalinum í Klaksvík, har teir uttan [...] Metal Blade Records. Hetta skrivar MUSIC.fo . Einaferð enn hava TÝR samstarvað við Jacob Hansen í Hansen Studios í Ribe, Danmark. Umframt Jacob Hansen, hevur tónleikabólkurin fingið tann nógv rósta trummusláaran [...] Eyes, Liv Kristine, til at syngja saman við Hera Joensen, forsangara, í einari duett á sanginum "The Lay of Our Love". Sjálvir siga teir í TÝR um hugskotið handan verkið, at tað er grundað á eina søgu um ein
Cecilia Wigant Eysturdal, er í hesum døgum í Turkalandi, har hon er við í tveimum kappingum í havsvimjing. Kappingin er í Kocaeli í Turkalandi og tann fyrra kappingin hevur verið í dag og tann seinna verður [...] svomið havsvimjing í eitt ár. Áhugin fekk hon, tá ið hon var við at svimja um Nólsoyarfjørð í fjør. Umstøðurnar at venja havsvimjing í Føroyum eru vánalig, tí sjógvurin er so ringur í allar mátar. Ætlanin [...] vit úr Turkalandi. - Hetta er fyrsta rættiliga kappingini, hon er við í, har allir svimjarar starta ísenn. Annars var hon við í NM í fjør og har var hon nummar trý á fimm kilometrum. Tann næsta kappingin
aðra staðni frá, og nógv av íblástrinum fann hann í høvuðsleikarunum í filminum. -Vit byrjaðu at fylgja teimum í støðunum, sum tær eru í, og við teimum í huga vórðu senurnar mentar, sigur hann. Høvuðsleikararnir [...] man sær í nógvum fólki. Tær umboða væl ymiskar síður av Føroyum, og kenna vit tær ikki, so hava vit verið tær, staðfestir hann. Hann heldur eisini, at tær báðar eru tað, sum er tað mest áhugaverda í filminum [...] So er tað í kvøld, at undansýningin er í Norðurlandahúsinum, har fólk sleppa at síggja nýggjasta føroyska filmin Dreymar við Havið. Dreymar við Havið er fyrsti spælifilmurin, sum Sakaris Stórá hevur l
tí japanar eta í meðal 50 kilo av fiski um árið. Hinvegin keypa føroyngar eisini nógv úr Japan - serliga bilar. Hetta sigur Bjarni Hammer, formaður í vinnunevndini, í tíðindaskrivi. Í almennari fráboðan [...] ð. Bæði Ito og uttanríkisráðharrin Kono hava vitjað í Føroyum og vóru hugtiknir av landinum. Tá vóru teir tingmenn, nú sita teir í fremstu embætum í japonsku stjórnini. Allastaðni var stórur áhugi fyri [...] samstarvsmøguleikarnir eru nógvir. Hurðarnar standa víðopnar í Japan og løtan er tann rætta at fremja føroysk áhugamál. Vinnunevndin endar sína vitjan í japanska høvuðsstaðnum Tokyo fríggjadagin.
verður løgtingsval í apríl, ella mai mánað næsta ár. Tað metir Árni Gregersen, journalistur í Miðlahúsinum, og sum fylgir væl í politikki. Løgtingsval skal vera í seinasta lagi 31 august, men í sendingini, [...] Summarmorgun, í KvF í morgun, metti hann, at løgtingsvalið verður í ótíð. – Skal valið verða 31. august, skal tað útskrivast á ólavsøku, og eg vænti, at tað verður ov knípi, heldur hann. Men hann sigur [...] verður longu í heyst. Hann heldur, at tað hevði gjørt tað rættiliga nógv lættari hjá løgmanni á nógvum økjum at havt val í heyst, eitt nú um tað vísir seg, at stór ósemja verður ímillum tinglimir í samgonguni
oktober í ár vóru liðin 100 ár síðani, at skrúvað varð frá fyri vatninum í Havnar kommunu. Tá var fyrsta kommunala vatnveitingin í Føroyum tikin í brúk, og havnarborgarar sluppu nú undan at fara í ánna eftir [...] vatn lagt inn í øll húsini í býnum, men vatnpostar vórðu settir upp í øllum býlingum, so øll uttan stórvegis hóvasták kundu fáa vatn borið í húsið. Í hesum sambandi gav Tórshavnar býráð í gjár út bókina [...] Jens Marius Hentze situr í løtuni og skriva úr skúlasøguni, og kemur tann bókin eisini út í næstum, sigur Leivur Hansen. Leivur Hansen segði eisini á tíðindafundinum í gjár, at vit í sambandi við at bókin
er vorðin fastur táttur í samband við várframsýning Listaskálans og »Aldubáran« hevur verið stórliga fagnað í hesum sambandi. Ein ummælari tók soleiðis til í fjør: »Dagurin í dag kendist á ein ella hannan [...] búgva og virka uttanlands og vitja aftur í samband við ymisk tiltøk sum t. d. Summartónar og Várkonsertina, og eru tey saman við teim tónleikarum, sum virka í Føroyum við til at menna føroyska tónlist. Bólkurin [...] Fríggjakvøldið 6. mars kl 1930 verður konsert í Listaskálanum við tónleikabólkinum »Aldubáruni«. Konsertin er í samband við árligur Várframsýningina. Spældur verður føroyskur tónleikur. Frumframførd verða