Góð tíðindi til málmhøvdini: Valkyrja, sjeynda fløgan hjá TÝR, kemur á marknaðin 17. September 2013 á Metal Blade Records. Hetta skrivar MUSIC.fo.
Einaferð enn hava TÝR samstarvað við Jacob Hansen í Hansen Studios í Ribe, Danmark. Umframt Jacob Hansen, hevur tónleikabólkurin fingið tann nógv rósta trummusláaran, George Kollias, afturat sær sum studio-trummusláara, og songkvinnuna frá Leaves' Eyes, Liv Kristine, til at syngja saman við Hera Joensen, forsangara, í einari duett á sanginum "The Lay of Our Love".
Sjálvir siga teir í TÝR um hugskotið handan verkið, at tað er grundað á eina søgu um ein ókendan víking - ein stríðsmann, sum fer frá kvinnu síni fyri at fara á stríðsvøllin at hugtaka Valkyrjuna, soleiðis at hon kann taka hann við sær til Valhøll, ella til heimið hjá Freyu, Folkvangr. Freya er gudinnan fyri kærleika, kynslív, vakurleika, fruktabæri, gull, gand, kríggj og deyða.
Til ber at siga, at útgávan óbeinleiðis snýr seg um kvinnur, og um árinið, kvinnur hava á menn, og um hvat menn vilja gera fyri at hugtaka og vinna sær kvinnur. Kvinnan, sum stríðsmaðurin rýmir frá, umboðar kanska ta jarðbundnu kvinnuna, meðan Freya, sum valdar teim dripnu, umboðar ta fullkomnu "Kvinnuna", og Valkyrjan er so liðurin millum tær báðar, sum leiðir mennirnar frá jarðarkvinnunum til gudakvinnurnar.
TÝR fara á konsertferð ymsastaðni í Evropu í september og oktober saman við bólkinum Finntroll, men áðrenn teir fara, fáa fólk í Føroyum høvi til at uppliva TÝR spæla á Summarfestivalinum í Klaksvík, har teir uttan iva fara at presentera nøkur av nýggjastu løgunum eisini.
Leinki til skránna fyri konsertferðina og leinki til fyrsta staklagið frá komandi fløguni, Valkyrja, er at finna her.