Fríggjakvøldið 6. mars kl 1930 verður konsert í Listaskálanum við tónleikabólkinum »Aldubáruni«. Konsertin er í samband við árligur Várframsýningina.
Spældur verður føroyskur tónleikur. Frumframførd verða verk eftir Edvard Nyholm Debess, Tróndi Bogason og Paula í Sandagerði. Herumframt verða sæpld nýliga skrivað verk eftir Kára Bæk, Kristiani Blak og Sunleifi Rasmussen.
»Aldubáran« er bólkur settur saman av føroyskum yrkistónleikarum, ið hava sum endamál at framføra røroyskan og eisini vanliga klassiskan tónleik. Nøkur av teimum búgva og virka uttanlands og vitja aftur í samband við ymisk tiltøk sum t. d. Summartónar og Várkonsertina, og eru tey saman við teim tónleikarum, sum virka í Føroyum við til at menna føroyska tónlist.
Bólkurin hevur síðan hann varð stovnaður í 1995 framført hópin av tónleiki, bæði føroyskum og útlendskum. Eisini hevur bólkurin framført føroysk verk uttanlands og fingið frálík ummæli í fjølmiðlum har.
Várkonsertin er vorðin fastur táttur í samband við várframsýning Listaskálans og »Aldubáran« hevur verið stórliga fagnað í hesum sambandi.
Ein ummælari tók soleiðis til í fjør: »Dagurin í dag kendist á ein ella hannan hátt sum týðandi fyri føroyskt tónleikalíg; og konsertina í dag fari eg at kalla eitt føroyskt, klassiskt gjøgnumbrot, bæði tí at eitt so vælspælandi, føroyskt orkestur kann spæla eina reint føroyska skrá av verkum, á so mikið høgum støði, og tí at tað var ein so væl vitjað konsert,«
»Aldubáran« leggur stóran dent á, at góður inngangur er til framførslurnar, soleiðis at áhoyrararnir fáa mest møguligt gagn av tónleikinum.
Tey, ið mynda »Aldubáruna« eru: Anna E. Klett, klarinett, Andrea Heindriksdóttir, floyta. Øssur Bæk, fiól, Sámal Peólstein, horn. Ólavur Jakobsen, guitar. Jóhannes Andreassen, klaver. Gestatónleikararnir hesaferð eru Hege Waldeland, sello, Kanny Sambleben, bratsj og Bjarni Restorff, ljólmborð.