Væntar at løgtingsval verður í apríl ella í mai

– Men verður stór ósemja um fíggjarlógina í heyst, fáa vit kanska løgtingsval longu í heyst

– Eg vænti, at tað verður løgtingsval í apríl, ella mai mánað næsta ár. Tað metir Árni Gregersen, journalistur í Miðlahúsinum, og sum fylgir væl í politikki.

 

Løgtingsval skal vera í seinasta lagi 31 august, men í sendingini, Summarmorgun, í KvF í morgun, metti hann, at løgtingsvalið verður í ótíð.

 

– Skal valið verða 31. august, skal tað útskrivast á ólavsøku, og eg vænti, at tað verður ov knípi, heldur hann.

 

Men hann sigur, at tað er als ikki óhugsandi, at løgtingsvalið verður longu í heyst. Hann heldur, at tað hevði gjørt tað rættiliga nógv lættari hjá løgmanni á nógvum økjum at havt val í heyst, eitt nú um tað vísir seg, at stór ósemja verður ímillum tinglimir í samgonguni um fíggjarlógina fyri næsta ár.

 

Løgmaður fer uttan iva at vísa á, hvussu góðar tíðir eru í Føroyum, og at tað er neyðugt at tálma útreiðslunum og tað kann elva til trupulleikar í samgonguni. Hann hevur áður víst á, at tá ið val nærkast, hava politikarar lyndi til at gjara út, tí teir hava ikki styrki til at standa ímóti, nú teir skulu veljast aftur.

 

Í hesum sambandi er tað –ikki minst– væntandi, at stríð kann taka seg upp um at gera tunlar, tí krav er um tunlar úr øllum landinum.

 

Men samstundis hevur Framsókn gjørt púra greitt, at tey fara ikki at góðtaka nakra útgjaring nú, ella at samgongan seta fleiri tunlar á skrá, enn avtalan er í íløguætlanini. Formaðurin í Framsókn, Poul Michelsen, hevur eisini sagt, at fíggjarlógin fyri næsta ár, verður størsta avbjóðingini hjá samgonguni.

 

Les eisini her: Heldur hetta fram verður samgongan slitin