Føroyar í fokus í Japan

Tað er ikki hissini móttøka løgtingsins vinnunevnd hevur fingið í Japan.

Tað er ikki hissini móttøka løgtingsins vinnunevnd hevur fingið í Japan. Umframt tingmenn hava fleiri ráðharrar 
hitt nevndina, og hóast spentu støðuna orsakað av Norður Korea, so skipaði japanski uttanríkisráðharrin Taro Kono
 fyri fundi við Vinnunevndina týsdagin.

Á fundinum vóru handilsviðurskiftini millum londini og hvalaveiðispurningar umrøddir. Hóast japanska fiskivinnan
er stór, so innflyta teir eisini nógv, tí japanar eta í meðal 50 kilo av fiski um árið. Hinvegin keypa føroyngar 
eisini nógv úr Japan - serliga bilar.
Hetta sigur Bjarni Hammer, formaður í vinnunevndini, í tíðindaskrivi.

Í almennari fráboðan dagin eftir fundin boðaði japanski uttanríkisráðharrin frá, at Japan og Føroyar hava
nógv felags áhugamál, og at japanska stjórnin ynskti at menna samstarvið við Føroyar á eitt nú handilspolitiska 
økinum.

Vinnunevndin vitjaði eisini japanska parlamentið og hitti á fundi eisini tingmenn og ráðharrar, sum høvdu serligan
áhuga fyri hvalaspurninginum, fiskivinnu og arktiska økinum.

Vararáðharrin fyri matvørur Tarahiko Ito bjóðaði nevndini til siðbundnan japanskan døgurða mánakvøldið.
Bæði Ito og uttanríkisráðharrin Kono hava vitjað í Føroyum og vóru hugtiknir av landinum. Tá vóru teir 
tingmenn, nú sita teir í fremstu embætum í japonsku stjórnini.

Allastaðni var stórur áhugi fyri ætlaða vinarbýarsamstarvinum millum Taiji og Klaksvík, og borgarstjórin har
beyð eisini til miðmála mánadagin.

Fyrra partin av vikuni, hava fundirnir mest verið av politiskum slag, og seinna partin av vinuni vitjar nevndin
vinnufyritøkur og granskingarstovnar. Umframt fiskivinnu, livinnu og hvalaveiði, hava japanarar eisini stóran áhuga
 fyri at ferðast til norðurlond eins og fyri sniðgeving, eitt nú bundnum pløggum. So samstarvsmøguleikarnir eru nógvir.

Hurðarnar standa víðopnar í Japan og løtan er tann rætta at fremja føroysk áhugamál.

Vinnunevndin endar sína vitjan í japanska høvuðsstaðnum Tokyo fríggjadagin.