Nógv betri internet í Føroyum seinni í ár

Í stórum pørtum í landinum fer internetið at verða meiri enn tvær ferðir so skjótt, sum nú

 

Seinni í ár fáa stórir partar av føroyingum nógv skjótari internet, enn teir hava nú.

 

Tað er greitt, nú FT Net er í ferð við at rigga nýggja tøkni til, soleiðis at tað ber til at seta ferðina á internetinum munandi upp seinni í ár, bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone.

 

Sum støðan er nú, ber til at fáa internet við eini ferð upp á 20Mbit/s, men tá ið nýggja tøknin er sett til, verður internetið meiri enn tvær ferðir so skjótt, ella 50 Mbit/s.

 

Páll H. Vesturbú, sum er stjóri í FT Net, sigur at tey hava arbeitt síðani í fjør við at seta nýggja VDSL2 breiðbandstøkni kring landið, og í heyst eru tey komin so langt, at tey halda, at tey røkka flestu økjunum í Føroyum, og at tað tískil er ráðiligt at seta tøknina til.

 

- Tá fer ein stórur partur av føroyingum at fáa internet við eini ferð upp á 50 Mbit/s, sigur Páll H, Vesturbú.

 

Men stjórin ásannar, at tað vera ávísir partar í landinum, fjarskotnar bygdir, ávísir býarpartar og grannaløg, sum ikki fáa fulla nyttu av nýggju tøknini.

 

Men arbeitt verður alla tíðina upp á a byggja út, so at alt fleiri og fleiri fáa nyttu av nýggju tøknini.

 

Páll Vesturbú sigur, at seinni í ár fara veitararnir,  Føroya Tele og Vodafone at upplýsa, hvussu skjótt internet tað ber til hjá hvørjum einstøkum viðskiftafólki at fáa, alt eftir, hvussu langt frá teknikkhúsum og teknikkskápum, fólk búgva.

 

Hinvegin sigur hann, at enn eru tey ikki komin hartil, at støða er tikin til, hvat nýggja internetið fer at kosta.