Stórsligin konsert við Hamferð og The Absent Silver King verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í annað kvøld kl. 20.00. Nógv verður gjørt burturúr hetta kvøldið, soleiðis at fjøldin fær eina so góða ljóð- og sjónuppliving sum til ber.
Bólkurin The Absent Silver King er mannaður við: Trygva Danielsen, Per I. Højgaard Petersen, Boga á Lakjuni, Jón McGavin og Karl Andrias Stórá. The Absent Silver King vunnu Sement 2013, afturat hesum vann forsangarin Trygvi Danielsen heiðurslønina "Ársins unga listafólk" og nevnast kann eisini at teir hava altíð heilt serstakar liveframførslur.
Bólkurin Hamferð er mannaður við: Jón Aldará, John Egholm, Theodor Kapnas, Remi Johannesen, Esmar Joensen og Jenus í Trøðini. Hamferð er ein tann mest áhugaverdi bólkurin í Føroyum í løtuni. Teir hava vunnið virðislønir sum Wacken Metal Battle, Sement, "Ársins Bólkur" og forsangarin Jón Aldará vann heiðurin sum "Ársins Sangari" í FMA 2014. Afturat hesum hava teir verið sera aktivir sum livebólkur yvir stóran part av Evropa, m.a. er stutt síðan teir komu heimaftur frá eini stórari konsertferð saman við bólkinum Amorphis.
Hetta eru tvær ymiskar framførslur, men eisini tvær framførslur vit vænta nógv av sum fyriskiparar.
Atgongumerki á 150,- kunnu keypast á www.mh.fo, í Haraldsen og í Tutl.
Skipa verður eisini fyri bussi úr Tórshavn í samband við konsertina. Sirkus letur dyrnar upp kl. 17.00, har til ber at hita upp til busstúrin, og bussurin koyrir frá Sirkus kl. 18.30. Atgongumerki á 100,- kann keypast í Tutl og við bussin, íroknað atgongumerki til busstúrin er bussur (tur-retur), okkurt leskiligt og ókeypis atgongd í Sirkus eftir konsertina.










