Nú kemur føroyskt ferðafuglaatlas. Á 264 síðum, prýddar við litmyndum, er ferðingin hjá 90 føroyskum fuglasløgum lýst. Bókin Færøsk Trækfugleatlas er ætlað øllum við áhuga í føroyskari náttúru.
- Á grækarismessu ynskja vit tjaldrinum væl afturkomið, og tá vit endiliga síggja ternurnar, vita vit, at nú er summarið komið. Men hvar hava fuglarnir verið henda veturin? Eru hetta somu fuglar, sum vit sóu í fjør? Og hvussu gomul gerast tjøldrini? Í hesari bókini finnur tú svarið uppá hesar og nógvar aðrar spurningar.
Út við 100.000 fuglar eru ringmerktir í Føroyum síðan fyrsti skurin í 1912 fekk ein ring um beinið. Úrslitini av hesum merkingum og teimum mongu avlisnu ringunum eru nú fyri fyrstu ferð savnaði á einum staði. Sostatt verða 97 ár av merkingum uppgjørd í Færøsk Trækfugleatlas.
- Ferðing og ferðamynstur hjá 90 sløgum av føroyskum fuglum verða gjølla gjøgnumgingin í Færøsk Trækfugleatlas. Úrslitini av merkingunum verða løgd fram á ein lættan og dámligan hátt. Sami leistur er brúktur til einstøku sløgini gjøgnum alla bókina, so tað er lætt at samanbera tey nógvu kortini og grafarnar.
Lagt verður aftrat, at fyri hvørt einstakt slag verða eitt nú búøki, vetrarvist, útbreiðsla, deyðiligheit og deyðaatvoldir viðgjørd. Eisini verður tíð, ætt og annað í samband við ferðingina viðgjørt.
- Í samstarvi við Náttúrugripasavnið eru nógvu skrásetingarnar og rúgvusmikla tilfarið savnað og viðgjørt á Statens Naturhistoriske Museum í Keypmannahavn. Høvuðsteksturin í bókini er á donskum, meðan nøvn á fuglum og annað eisini er á føroyskum, enskum og latíni, siga útgevararnir.
Færøsk Trækfugleatlas er gjørt við fíggjarligum stuðli frá Aage V. Jensens Fonde og er útgivið í samstarvi við forlagið Fróðskap.