Eirikur Lindenskov
Tann 25. oktober í ár vóru liðin 100 ár síðani, at skrúvað varð frá fyri vatninum í Havnar kommunu. Tá var fyrsta kommunala vatnveitingin í Føroyum tikin í brúk, og havnarborgarar sluppu nú undan at fara í ánna eftir vatnið.
Av fyrstan tíð var sjálvandi ikki vatn lagt inn í øll húsini í býnum, men vatnpostar vórðu settir upp í øllum býlingum, so øll uttan stórvegis hóvasták kundu fáa vatn borið í húsið.
Í hesum sambandi gav Tórshavnar býráð í gjár út bókina Vatnveitingin í Tórshavn í 100 ár, sum Finnur Johansen hevur skrivað.
? Tað var Janus Sørensen, vatnmeistari, sum kom við hugskotinum at fáa eina bók út um vatnveitingina í sambandi við 100 ára haldið - og við hugskotinum at fáa Finn Johansen at skriva hana, sigur Leivur Hansen, sum eisini vísir á, at eingin verulig havnarsøga enn er skrivað, hóast nakrar bøkur eru komnar út, sum lýsa brot úr søgu býarins.
Men hetta verður nú broytt.
? Kommunan hevur sett sær fyri, at vit um aldarmóti skulu fáa søguna hjá býnum út í bók. Enn hava vit ikki funnið rætta fólkið at standa fyri hesum, men tað vóna vit at finna sum skjótast, sigur Leivur Hansen.
Men annað tilfar er eisini á veg, nú vit tosa um søguskriving í Havn. Jens Marius Hentze situr í løtuni og skriva úr skúlasøguni, og kemur tann bókin eisini út í næstum, sigur Leivur Hansen.
Leivur Hansen segði eisini á tíðindafundinum í gjár, at vit í sambandi við at bókin um vatnsøguna kemur út, eiga at minnast Vøgg Guttesen, býarverkfrøðing, sum andaðist í heyst, tí hann átti eisini sín lut í, at bókin gjørdist veruleiki.










