tær seinastu fimm vikurnar. Seinastu viku fall virðið á pesoinum til 9,40 pesos fyri ein dollara. Búskaparfrøðingar søgdu fyri tveimum mánaðum síðani, at um virðið fór upp um 9 pesos var álitið á mexikanska [...] Fyri einum ári síðani sá eydnan út til at vera við Mexico. Búskapurin var batnaður aftan á tað stóra búskaparskrædlið í 1995-96 og var á veg til at blíva størsta framgongd síðani 1981. Fleiri fólk komu [...] býunum, sum líðaundir teimum stóru kriminellu aldunum, sum myndugleikarnir ikki sýnast at vera førir fyri at basa, og stjórnin, har Ernesto Zedillo, umgirdur av einum hálvvánaligum liði sýnast hjálparleysir
amerikanarum vitjað á hvørjum ári og tey, ið skipa fyri hesum túrunum, hava longu bílagt pláss næsta ár. - Tá ið tíðirnar vóru verri fyri nøkrum árum síðani merktu vit eina øking í talinum av føroyingum, men tað [...] summar fara vit at skipa fyri tí tvey kvøld um vikuna, sigur Jóhan Restorff. Vallarar Nøkulunda ta somu myndina yvir summarið hevur Niels Olgar Joensen, ið rekur Vallaraheimið í Vágum. - Vit hava sum heild [...] møguleikan at bjóða fólki heilt nýggjar karmar og umstøður. - Vit hava merkt ein vøkstur sum heild alt summar. Verkfallið í Danmark oyðilegði rættiliga nógv fyri okkum, nógvar bíleggingar vórðu avlýstar
svarini eru vit neyvan øll samd um. Í øllum førum mugu vit viðganga, at okkara hægsti myndugleiki hevur ilt við at fylgja somu lóg, sum hann sjálvur hevur samtykt fyri bara fýra árum síðani. Bera vit saman okkara [...] grannalondunum, so eru vit eftirbátar við lít. Vit minnast øll orrustuna um javnstøðulógina á sinni - og varð hon tó samtykt í skerdum líki tann 15. apríl 1994. Men hví eru vit so aftarliga á hesum øki [...] ár skipaði norðurlendska ráðharraráðið fyri eini kvinnuráðstevnu um javnstøðu í Føroyum. Í dag verður sett ein ráðstevna, sum eisini er um javnstøðu, um hvussu vit kunnu fáa javnstøðu inn í gerandisdagin
hvussu skattaskipanin skal verða fyri eina komandi oljuvinnu. Vit arbeiða miðvíst við hesum, hóast vit ikki eru komnir á mál enn. Men tá hetta er komið upp á pláss, skulu vit til at taka støðu til so nógv [...] til skilagóð endamál. Vit mugu læra av mistøkunum hjá øðrum og tað er m. a. at forða fyri at tú ikki tá ov seint er í panikki byrjar at leggja til síðis, ella um tú vil, upp fyri til verri tíðir koma. [...] verða við til at skapa nakað. Hinvegin skuldi møguleikin at fingið betaling fyri tað ein ger, verið so mikið størri í eini komandi oljutíð. Hann heldur, at tað er ótrúliga umráðandi at vit varveita bæði
latnar á fyrsta sinni. Vekja ans fyri móðurmálinum Barnabókaheiðurslønirnar vórðu í ár latnar Knúti Olsen, tónlistamanni, og Lydiu Didriksen, rithøvundi. Í grundgevingini fyri at lata Knúti aðra barnabóka [...] teirra fyri móðurmálinum. Hann endaði við at siga, at heiðurslønin verður brúkt til at útvega børnum enn meiri sangtilfar. Ein lítlan varhuga av tí stóra sangtilfarinum, Knút hevur gjørt, fingu vit, tá Palli [...] nógv hon fekk fyri at skriva eina bók. Grundin til, at næmingurin setti spurningin, var at tey júst høvdu lisið eina søgu frá 1884 eftir svenskum høvunda, sum noyddist at arbeiða sum lærari fyri at breyðføða
syrgt fyri, at teir fáa frokost ella morgunmat, sum tað eitur á góðum føroyskum, frá Jákupi Ziskason. ? Allir spælararnir eru tøkir, vit seta sterkasta liðið, og skulu vit meta út frá áhuganum, ið vit hava [...] ikki stendur meiri uppá spæl, men tað hava vit skyldina av sjálvir. Vit hava ikki verið nóg støðugir. Tað hava teir í HB verið, og tí eru teir nógv best fyri í kappingini. Tað er Kurt Mørkøre, liðformaðurin [...] annars verið sera væl fyri hesa síðstu tíðina. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur hann gjørt tíggju mál, og hann er ovarlaga á skjúttaralistanum. Um hann hevði verið á toppinum, skulu vit ikki siga, men hann
Góðar bøkur sum barn eru grundarlagið fyri hugsunarháttin hjá tær sum vaksnum og er eisini grundarlagið fyri, hvussu tú klárar teg í lívinum, fyri hugflogið og fyri tíni skapandi evni. Hvussu stóran týdning [...] Okkara politikarar tosa um, at vit skulu vera sjálvbjargin, men teir gloyma, at vit eiga at hava ein sunnan mentunarpolitikk. Tað hevur ikki gingið upp fyri føroyingum, at vit kunnu liva av øðrum enn fiski [...] eisini øðrvísi enn vit, onkusvegna fríari. Og tó. Í býnum gongur eisini slatur, har eru nógvir fordómar og fatanin hjá børnum og vaksnum fyri hvør øðrum er ikki so ólík teirri, vit kenna. Til spurningin
hevur logið fyri konuni og fyri amerikonsku tjóðini annars um seksuella tørv sín. Havandi í huga allar teir ræðuleikar, sum fara fram í heiminum - og í amerikanska samfelagnum, so kunnu vit ikki siga annað [...] aðrar »gølur«, ið skapa meiri pengar - sum geva stóru fjølmiðlunum enn fleiri pengar í kassan. Óhugnalig var eisini »avleidningsmanøvran« hjá Clinton herfyri, tá hann - kanska bara fyri at beina pressuna [...] Clintons í kongressini hava gjørt av, at vitnisfrágreiðingin - sum varð tikin upp á sjónband, júst fyri at hon ikki skuldi vera almenn - skuldi almannakunngerast. Tað er fantastiskt - og tað er ófatuligt
fullveldinum Føroyum er púra nátúrligt. Fyri flokkin kann loysingin ella fullveldið ikki vera eitt endamál í sjálvum sær. Men at vit sjálv ráða og sjálv eru før fyri at gjalda allar samfelagsútreiðslurnar [...] hava gingið út yvir vælferðina hjá vanliga fólkinum, sum flokkurin annars hevur staðið sum borgan fyri. Tað er einki yvir at dylja, at norðanlondini eru fyrimyndin í øllum heiminum, tá tað um vælferða [...] at tað eru norðurlendsku Javnaðarflokkarnir, sum hava bygt upp vælferðarsamfelagið, soleiðis sum vit kenna tað. Tí er tað heldur ikki so løgið, at føroyski Javnaðarflokkurin er so varin, nú tað í Føroyum
sum mítt evni er. Tó, tað er av fortíðini vit læra, og henni kunnu vit ikki lata eyguni aftur fyri. Søguliga sæð í Føroyum, so hevur fakfelagsrørslan og Javnaðarflokkurin tætt samband hvørt við annað. Her [...] sjálvdrátti og hóast vit kunnu siga, at vit í Føroyum hava eitt høgt organisatiónsprosent, so er fakfelagsrørslan sum heild illa skipað, í mun tað hon er í teimum londum, sum vit vanliga samanbera okkum [...] eru so vónirnar fyri at fakrørslan og javnaðarflokkurin í størri mun enn nú samstarva, og hvørji mál verða at taka sær av. Fyritreytin fyri samstarvi er m. a., at partarnir eru opnir fyri einum konstruktivum