Við endan á vegnum?

Mexico: Tann vanliga síðsta-árs-kreppan hjá mexikanska forsetanum Ernesto Zedillo, er komin áðrenn ætlað

Fyri einum ári síðani sá eydnan út til at vera við Mexico. Búskapurin var batnaður aftan á tað stóra búskaparskrædlið í 1995-96 og var á veg til at blíva størsta framgongd síðani 1981.

Fleiri fólk komu í arbeiði og sjálvt reallønin fall ikki longur, men var byrjað at hækka. Tað týdningarmiklasta var úrslitið av valinum í 1996, ið koyrdi landið út á tann demokratiska vegin.

Tá misti PRI (flokkurin ið hevur sitið við allari maktini í 70 ár) sín avgjørda meiriluta í undirhúsinum og andstøðan við PRD (ein flokkur ið líkist javnaðarflokkinum) á odda, vann í fleiri statum (Mexico er deilt upp í 31 statir) og eisini tann týdningarmikla borgarstjórasessin í Mexico City.

Ørkymlandi tíðindi blivu við at ganga og kundu ikki manast niður í jørðina aftur, sjálvandi í Chiapas, har friðarsamráðingar stóðu í stað, í Guerrero høvdu nýggir gerilja bólkar stungið seg upp í teimum stóru býunum, sum líðaundir teimum stóru kriminellu aldunum, sum myndugleikarnir ikki sýnast at vera førir fyri at basa, og stjórnin, har Ernesto Zedillo, umgirdur av einum hálvvánaligum liði sýnast hjálparleysir og duga ikki at finna javnvágina í nýggju politisku støðuni í landinum.

Hóast hetta var bjartskygni størri enn tað hevði verið fleiri ár framman undan og tey ivasomu tóktust at vera í minniluta.

Nógv kann broytast eftir einum ári. Hóast útlendska áskoðanin enn stendur við ? til alla lukku ? hevur sjáldan verið so lítil ivi um, at stjórnin veit hvørki út ella inni.

Bæði útlendsk og innanlands viðurskifti, búskaparliga og politiska rákið hava elvt til ein varhuga av, at okkurt fer at henda mexikanska livifótinum. Í løtuni er tað einasta bjartskygni mexikanska landsliðið, sum gjørdi eitt frálíkt avrik í HM í Fraklandi

Zedillo ætlaði sær fyri ein hvønn prís at sleppa undan somu óeydnu sum allir forsetarnir hava verið raktir av síðani Luis Echeverria í 1976. Men í roynd og veru er hann um reppið at verða við undirluta við hesu síðsta-árs-kreppu, meir enn eitt ár áðrenn hon plagar at koma.

Hóttandi tekin koma allastaðni frá. Innan búskapin hevur fallið á oljuprísunum verið oyðileggjandi fyri ta almennu fíggingina.

Oljuinntøkurnar eru enn nærum 40 prosent av øllum inntøkum í Mexico og forsetin var noyddur at viðganga, at ikki slepst undan tí triðja niðurskurðinum á fíggjarlógini, um heimsmarknaðurin blivu við at vera yvirfyltur av olju.

Tann mexikanski partabrævamarknaðurin er fallin við nærum 20 prosentum tær seinastu fimm vikurnar. Seinastu viku fall virðið á pesoinum til 9,40 pesos fyri ein dollara.

Búskaparfrøðingar søgdu fyri tveimum mánaðum síðani, at um virðið fór upp um 9 pesos var álitið á mexikanska búskapinum nærum heilt burtur, so nú kann sigast at álitið er burtur og tað eru ongi tekin, ið vísa at hann styrknar aftur.

Meðan partar av hesi keðiligu støðu, sum eisini eru ávirkaðir av altjóða rákinum ? kreppuni í Asia og amerikanska brigslinum um loyniligu hvítvaskingina av narkopeningi, eru heimligu viðurskiftini eisini við í spælinum.

Tað størsta er bankakreppurnar og tann miseydnaða royndin hjá stjórnini at yvirtala undirhúsið um at skattgjaldararnir skulu gjalda tær 450 milliardir krónur aftur.

Andstøðan í undirhúsinum vil ikki ganga hesum á møti, og sjálvt tingmenn hjá PRI eru varnir við at stuðla hesum uppskoti.

Aftan á 1995 kreppuna, sum koyrdi milliónir av fólki í óføri vegna ta vaksandi rentuna, varð stjórnin noydd til at gjalda nógv av teimum ógoldnu lánunum fyri at teir nýliga privatiseraðu bankarnir ikki skuldu fara á heysin.

Tað er tó komið fram, at kongressin ongantíð hevur heimilað gjaldanini og at hon hevur varhugan av, at nakrir av bankunum høvdu óregluligar mannagongdir, harímillum ólógligan handil á partabrævamarknaðinum, vina- og kenningapolitikkur var blandaður uppí og teir høvdu »lænt« sær sjálvum hópin av peningi.

Útlendsk ynski um at lógir og mannagongdir landsins skulu verða týðuligari og harvið lættari at avdúka óregluligt virksemi, er meira enn Zedillo vil ganga á møti.

Ein onnur kreppa, sum eisini ger um seg í hesum døgum, er nógv blóðugari og nógv meira ørkymlandi. Í juni vóru tveir nýggir tilburðir í Guerrero og Chiapas og hava teir víst, hvussu ótrygg støðan er í hesum statum og hvussu tað vápnaða mexikanska valdið ber seg at.

Mánadagin 8. juni kringsetti herurin ein skúla í bygdini Ayutla í Guerrero, sum var fylgur av geriljahermonnum, sum vóru har fyri náttina

Við ongari ella lítlari ávaring byrjaðu hermenninir at skjóta og drupu 12 mixtecos, sum vóru lagdir undir at vera viðhaldsfólk hjá geriljaðini.

Hermenninir sluppu snikkaleysir frá hesi beistagerð. Fjølmiðlarnir vilja vera við, at hetta var ikki bardagi við geriljuna, men kaldblóðug avrætting.

Tríggjar dagar seinni hendi ein beistagerð av sama slag í bygdini El Bosque í Chiapas.

Løgreglan hjálpti herinum at koma inn í eina av teimum 40 »sjálvstýrandi bygduni,«, sum eru gjørdar av Zapatista viðhaldsfólkum.

Endamálið við innrásini av teimum 1000 hermonnunum, skuldu eitast at vera at »skapa lóg og ordan«.

Bygdafólkið hevur óivað vart seg við veiðimannavápnum, trøum og steinum, meðan hermenninir svaraðu aftur við morter granatum og maskinbyrsum.

Átta fólk, harímillum ein hermaður, doyðu og fleiri vóru særdir. Søgur siga at átta bygdafólk vórðu dripin afturat í hevnisøku í seinastu viku, men stjórnin sigur seg ikki hava skyldina.

Er tann vanliga síðsta-árs-kreppan byrjað ov tíðliga? Ella fer hetta at batna? Vit mugu vóna tað seinna, men vænta tað fyrra.

Undanfarnar royndir og tvangstankin hjá Zedillo at sleppa undan tí stóra skrædlinum, sum undangongumenn hansara hava verið forfylgdir av, er kanska nokk til at búskaparligur ruðuleiki ikki hendir.

Møguleikarnir eru ein blandingur av lágkonjunkturi, at stjórnin rennur seg fasta, nógvur harðskapur og politiskt rok. Heldur enn teir vanligu miklu brestirnir, ið vóru í 1976, 1982, 1987-88 og 1994-95. Endin á forsetaskeiðnum hjá Zedillo sær ikki út til at eydnast væl, men uttan iva við somu politisku óvissu og viðkvæma búskapi líka til næsta val, ið verður í ár 2000. Hetta er kanska ikki beinleiðis nøkur vanlukka, men eydnan fylgir honum ikki.

Hvørt ár tann 1. sept. heldur forsetin eina røðu í undirhúsinum, har hann greiðir frá støðuni í landinum. Røðan verður sjónvarpað um alt landið. Fyri fyrstu ferð tosaði ein mexikanskur forseti til undirhúsið, har andstøðan er í meiriluta. Røðan hjá Zedillo forseta manglaði nógv av tí fanfaruni frá undanfarnum árum.

Hini árini hevur flokkurin hjá forsetanum (PRI) koyrt viðhaldsfólk inn til býin við bussum, sum heppikór hjá forsetanum.

Politiskir eygleiðarar eru samdir um, at Zedillo hevur fá mál hann kann keypa sær av. Pesoin er fallin til tað lægsta, hann hevur verið í fleiri ár, partabrævamarknaðurin er komin niðr á støði áðrenn 1995 og kriminaliteturin veksur í stórum.

Kanska tann størsta eyðmýkingin hjá Zedillo hesar seinastu mánaðirnar, er tann stóra bankagølan, sum verður kallað FOBAPROA, har skattgjaldararnir skulu gjalda fyri lánini hjá teimum enn ovurríku.

Í seinastu viku gjørdi PRD (meksikanski javnaðarflokkurin) eina óalmenna fólkaatkvøðu, har 3 milliónir fólk atkvøddu og mótmæltu ætlanunum hjá Zedillo.

Í einari roynd at vinna álitið aftur, segði Zedillo at hann fór at leggja herðslu á at niðurberja tann økta kriminalitetin, sum kom aftan á stóru búskaparkreppuna í 1994. Zedillo segði eisini, at hann fór at rudda upp innan teir muturfegnu embætismenninar og løgregluna.

Teir politisku eygleiðararnir meta tó, at møguleikarnir hjá Zedillo at blíva afturvaldur vera smáar.