Eg fari at nýta høvi at takka fyri møguleikan at siga nøkur orð her í dag. Ætlaði mær ikki at líta so nógv aftureftir, men heldur at tosa um fakfelagsrørsluna og Javnaðarflokkin frameftir, soleiðis sum mítt evni er. Tó, tað er av fortíðini vit læra, og henni kunnu vit ikki lata eyguni aftur fyri.
Søguliga sæð í Føroyum, so hevur fakfelagsrørslan og Javnaðarflokkurin tætt samband hvørt við annað. Her á Tvøroyri og eisini í Havn er Føroyski Javnaðarflokkurin spottin úr fakfelagsrørsluni ella rættari teimum persónum, sum tá myndaðu fakfelagsrørsluna, sum vildu at fakfelagsrørslan gjørdi sína ávirkan galdandi á politiska økinum og á henda hátt tillagaðu samfelagsviðurskiftini til frama fyri løntakaran.
At júst tann sosilistiska hugsjónin kom at verða grundarsteinurin er ikki so løgið, ja kanska ein sjálvfylgja, tí ongin hugsjón talar so týðiliga sum hendan, og gevur svarið vit okkum sóknast eftir.
Men vit menniskju eru sjálvsøkin og hugsa altíð at skava til okkum sjálvi, meira enn gott er, heldur enn at hugsa um heildina. Hetta kemur tíverri ov ofta til sjóndar.
Meginfelag
verið styrkin
Javnaðarhugsjónin, í sær sjálvum, burdi verið nokk til at samansjóða fakfelagsrørsluna og flokkin til eina óloysiliga eind, men soleiðis er tað ikki, hvørki í Føroyum ella aðrastaðni. Og til eina og hvørja tíð, hevur tað almiklan týdning, hvørjir persónar mynda flokkin og fakfelagsrørsluna. Tað er hetta hátíðarhald eitt prógv um.
Síðani stovnina av verkamannafeløgunum síðst í hini øldini, og helst síðani heimastýrislógina, eru komin ein rúgva av fakfeløgum aftrat og eru nógv av teimum feløgum smá, sum arbeiða hvør í sínum lagi.
Longu tíðliga fingu verkamannafeløgini eitt meginfelag, og hevur hetta í stóran mun verið teirra styrki. Nøkur feløg innan hendan bólkin ganga tó í sjálvdrátti, tó við onkrum samstarvi av og á. Tey nýggjaru feløgini hava onga meginfelagsskipan, men hava til tíðir eisini meira ella minni samstarv hvørt við annað.
Øll vilja tey fyrst og fremst arbeiða fyri seg sjálvi í hesi somu tráanini um at teirra viðurskifti skulu verða betur enn hjá øðrum, heldur enn at øllum skal verða givin somu kor.
Hendan kósin er sera hættislig og um ikki fakfelagsrørslan fær samskipað arbeiðið sítt betur, so eri eg stórliga bangin fyri, at hon syndrast so líðandi.
Bannlýst at
takast við politikk
Fakfeløgini, soleiðis sum vit kenna tey í dag, luttaka í ógvuligan lítlan mun í tí politiska orðaskiftinum. Tað er nærmast blivið bannlýst, at fakfelagsfólk trýna fram fyri at tosa um aktuell samfelagsviðurskifti ella politikk. Tá tey trýna fram, so er hetta oftast, tá onkur detalja í sáttmálum skal lýsast fyri almenninginum. Men orðaskifti um samfelagsmál ella politikk, sum hevur grundleggjandi týdning ella fer at hava týdning fyri borgaran og harvið lim fakfelaganna hoyrist lítið og einki til.
Við hesum missa fakfeløgini ávirkanina, sum tey eiga at hava í samfelagsorðaskiftinum og á tey mál, sum viðvíkja limum teirra. Hendan støða verður tvífalt so ring, tá fakfelagsrørslan heldur ikki hevur tryggjað sær politiska megi til at vinna rættindi
Sjálvdráttur - hava ikki tosað nóg væl saman
Sum nevnt arbeiða fakfeløgini í sjálvdrátti og hóast vit kunnu siga, at vit í Føroyum hava eitt høgt organisatiónsprosent, so er fakfelagsrørslan sum heild illa skipað, í mun tað hon er í teimum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við. Hetta er og verður ein veikleiki og vinningurin fer óbeskorðin til arbeiðsgevaran.
Fakfeløgini hava ikki eitt felags politiskt bakland, sum skal knýta tað fakpolitisku og politisku síðuna saman í eina størri eind. Fakfeløgini siga ikki, at Javnaðarflokkurin er tann flokkur sum vit seta álit okkara til, hóast Javnaðarflokkurin hevur ta hugsjón sum einabest eigur at tæna fakfelagsrørsluni.
Hví so er, kann dúliga verið tjakast um, men óivað hevur flokkurin og feløgini ikki verið nóg dugnalig til at tosað hvørt við annað gjøgnum tíðina og kanska hava partarnir hava lyndi til at »gloymt« hvønn annan tá løtuvinningur hevur verið at hóma.
Broytingin, frá at flokkurin og fakfelagsrørslan í síni tíð høvdu tætt samband og til nú har leysari ella onki samband er, kann eisini verða ein fylgja av teimum broytingum, sum henda í samfelagnum og sum feløgini og flokkurin ikki hava dugað at handfarið nóg væl.
Tíðin stendur ikki í stað, og tað ger samfelagið heldur ikki. Vit kunnu av røttum spyrja, um tey sum t. d. hava myndað fakfelagsrørsluna seinastu 20 - 30 árini hava verið nóg dugnalig til at fylgt við tíðini, og vit kunnu somuleiðis spyrja, um flokkurin hevur verið nóg dugnaligur at hildið fast við røtur sínar.
Stórmál líða vanrøkt
Jú tað ber til at líta aftureftir og finnað okkurt sum kundi verið øðrvísi og vert hevði verið at havt hetta í huganum, nú vit tosa um sambandið millum fakfelagsrørsluna og Javnaðarflokkin í framtíðini.
Tað er ein sannroynd, at føroyskur politikkur í alt ov lítlan mun, hesi seinni árini, hevur snú seg um týdningarmikil samfelagsmál, men heldur um frágreiðingar og kanningar og nú er líkt til, at komandi árini bert fara at snúgva seg um ríkisrættarligu støðuna.
Inn í millum kemur okkurt glepsið um tvangsaktiveringar og áminning um, at nú skal ein og hvør verða harri í egnum húsi, eftir bestum amerikanskum stíli. Men meðan alt orðaskiftið savnast um tjóðveldi, fullveldi, suverenitet og ríkissáttmála við felags kongshúsi, so eri eg bangin fyri at týdningarmikil samfelagsmál koma at líða undir stórari vanrøkt. Mál sum hava avgerandi týdning fyri arbeiðararørsluna, koma alt ov lítið fram.
Samstarv drívmegin
Hvussu eru so vónirnar fyri at fakrørslan og javnaðarflokkurin í størri mun enn nú samstarva, og hvørji mál verða at taka sær av.
Fyritreytin fyri samstarvi er m. a., at partarnir eru opnir fyri einum konstruktivum dialogi. Neyðugt er við støðugum sambandi har partarnir tosa seg til rættis og koma við uppskoti til loysnir av samfelags- og fakfelagsviðurskiftum.
Fakfelagsrørslan fer framhaldandi at taka sær av sáttmálasamráðingum og tí sum har til hoyrir, meðan flokkurin og fakfeløgini skulu samstarva um yvirornað samfelagsviðurskifti og saman ávirka politisku gongdina um hvussu vit ynskja at samfelagið skal skipast, mennast og útbyggjast í framtíðini.
Hetta samstarv skal verða drívmegin í vælferðarsamfelagnum.
Menningin í samfelagnum sum heild og á arbeiðsmarkaðinum setur stór krøv til fakfeløgini um broyting og nýtímansgering. Um fakfelagsrørslan ætlar at gera sína ávirkan galdandi skulu allar nýggjar avbjóðingar takast í størsta álvara, og fakfelagsrørslan skal í neyvum samstarvi við flokkin arbeiða við ítøkiligum uppskotum og loysnum.
Dygdin í hásæti
Við grundarlag í trúnni á samfelagið og menniskja, javnað og solidaritet, skal øllum verða givin møguleikar fyri at fremja sítt mál og síni evni. Menniskja skal verða í miðdeplinum. Fólkastýri er eitt gott grundarlag fyri tí demokratisku menningini og eigur fakfelagsrørslan og flokkurin at breiða demokratiið yvir alt í samfelagnum. Løntakaranna ávirkan og meðábyrgd fyri sínum arbeiðsplássi eigur at styrkjast.
Kunningartøknin og samskifti ávirka gerandisdagin meiri og meiri. Vitan, útbúgving og atgongd til nýggja samskiftistøkni kann skapa ójavnað í tí demokratisku menningini. Her eiga fakfelagsrørslan og flokkurin at tryggja at samskiftistøknin kemur øllum til góða.
Ávirkan og persónlig menning fær størri virði. Dygdin (góðskan) í lívi okkara verður eitt krav til framtíðina. Dygdin (góðskan) umfatar framleiðslu, nýtslu, familjulív og arbeiðslív. Samfelagið skal ikki aleina mátast útfrá búskapi og ríkidømi, men uppá lívsvirði i breiðum týdningi. Fakfelagsrørslan og flokkurin mugu seta dygdina (góðskuna) í miðdepilin.
Øll somu møguleikar
Umhvørvið skal virðismetast. Flokkurin og fakfelagsrørslan skulu taka stig til at stuðla reinari tøknifrøði og umhvørvisvinarligari framleiðslu og tænastu. Arbeiðast skal sum heild við at vit framhaldandi fáa eitt sunnari umhvørvi og arbeiðsumhvørvi.
Arbeiðararørslan hevur brúk fyri einum sterkari stuðli frá tí yngra ættarliðnum. Størri dentur eigur at verða lagdur í ungdómsarbeiði og tey ungu skulu fáa góðar møguleikar at luttaka í arbeiðinum til felags frama.
Vælferðarsamfelagið skal framhaldandi mennast. Tað er tí brúk fyri orðaskifti um innihaldið í framtíðar samfelagnum. Borgarin verður ávirkaður av eini hvørji broyting og skal tí fáa møguleikan at luttaka í orðaskiftinum. Arbeiðararørslan, fakfelagsrørslan og flokkurin eru týðandi partar (partur) sum eiga at luttaka virkið í menningini av vælferðarsamfelagnum.
Menningin skal byggja á hugsjónir arbeiðararørslunnar. Endamálið er, somu møguleikar fyri øll óansæð fíggjarligan førleika og sosiala støði.
Tað skal verjast um grundleggjandi tryggleikan við einum trygdarneti fyri fólki, sum orsakað av arbeiðsloysi, sjúku ella á annan hátt hava brúk fyri hjálp. Øll skulu taka meðábyrgd fyri teimum veiku í samfelagnum
Rættindi og skyldur fylgjast, um tað skal tryggjast eitt grundleggjandi forstáilsi fyri teimum veikastu. Eitt solidarisk menniskjasýn er, at man átekur sær skyldur, um man vil hava rættindi.
Nei til tvangsaktivering
At tryggja arbeiði til øll skal framhaldandi verða ein av høvuðsuppgávunum hjá arbeiðararørsluni. Tað er spill av menniskjaligum virðum, at nógv arbeiðsfør fólk eru uttan arbeiði. Arbeiðararørslan skal ikki luttaka í tvangsaktivering av fólki, men skal arbeiða við at seta í verk ein virknan arbeiðsmarknaðarpolitikk, sum tryggjar øllum somu møguleikar til arbeiði.
Fíggjarpolitikk, vinnupolitikkur, grannsking, vitan og útbúgving, arbeiðsmarknaðarpolitikk, javnstøða, eftirlønarspurningur, umhvørvi og arbeiðsumhvørvi. Soleiðis kundi vit hildið fram við at reksa upp mál sum arbeiðararørslan ñ fakfeløgini og flokkurin í felag skuldu tikið upp til viðgerðar og hond í hond, skapt fortreytir og ávirkan fyri í tí samfelag vit ynskja okkum at liva í frameftir.
Her er ein ørgrynna av spurningum, sum krevja viðgerð, og her er ein ørgrynna av málum sum skulu gjøgnumførast í neyðugum samstarvi millum fakfelagsrørsluna og flokkin.
Lat meg at enda seta okkum spurningin. Skulu fakfeløgini og flokkurin arbeiða neyvari saman og hvussu?
Jú, tað er neyðugt, at fakfeløgini av álvara taka sær um reiggj og byrja at hyggja longur enn at gera ein sáttmála annað hvørt ár, tí ávirkað fakfeløgini ikki samfelagsgongdina á øllum økjum, so vil samfelagsgongdin ávirkað tey.
Og finna feløgini ikki útav hesum sjálv, so er tað nærmast ein skylda hjá flokkinum at draga tey inn aftur í hetta orðaskifti. Fakfelagsrørslan og flokkurin skylda hvørjum øðrum at hildin verður ein og sama kós.
Tí liggur tað ein stór uppgáva fyri flokkin, ikki sum ein byrða, men heldur sum ein avbjóðing at taka stig til savna arbeiðararørsluna aftur og tí skal tað til endans verða mín inniliga áheitan á flokkin um beinanvegin at taka neyðugt stig fyri at savnað arbeiðararørslunna aftur.
Einsamallur, uttan fakfelagsligu røturnar, stendur flokkurin veikur, og einsamøll, uttan politiska slagkraft, stendur fakfelagsrørslan veik, men saman er eindin sterk.
Hetta verður ein seigur og tungur róður, men heldur tað, enn at seta seg afturá og vænta at alt gongur av sær sjálvum.
Náa vit hesum máli, so verður tað eitt virðiligt úrslit av hesum hátíðarhaldi og ein stórur vinningur fyri Føroyar og fólkið, ið her býr.
Takk fyri
Jákup Danielsen