Hóast langa og drúgva ættargransking er hon ikki komin fram á, hvaðani í ættini sigoynablóðið er komið, men síðani hon kom niður av stjørnunum um hesa tíðina fyri 32 árum síðani í Tårnby á oynni Amager, hevur hon ikki støðast leingi á nøkrum stað. Hon er uppvaksin so ymsa staðni sum í Keypmannahavn, í Saltnesi, í Leynum og í Havnini. Eitt tíðarskeið varð hildið, at hon hevði sett tjaldingarpelarnar fyri well í Havnini, men so var ikki. Síðani hevur hon búleikast á lítlu oynni Brosses í Fraklandi, har havsbrúgvin er trækrúnur, saman við manni sínum Philippe Carré, listamanni, og alva teirra Gwenael Akira. Okkum er sagt, at skuldi hon av álvara búsett seg nakrastaðni, so hevði tað verið í Port Janua.
Soleiðis hugleiðir Rakel Helmsdal, rithøvundur, um seg sjálva, um sínar røtur og uppruna í Rithøvundabókini, ið kom út í 1995. Og tjaldingarpelarnir eru, í øllum førum fyribils, negldir fastir úti á Reyni í Havn.
Hon er ein av virknastu høvundum okkara, og av tí, sum gjøgnum árini er runnið gjøgnum penn, skrivimaskinu ella telduna, er nógv komið á prent: stuttsøgur, yrkingar, leikir, skaldsøgur, og ferðahugleiðingar. Og um tvær vikur kemur ævintýrbókin Drekar og annað valafólk út.
Meginparturin av tí, hon hevur givið út síðstu árini, er skrivað tey fimm árini hon búði í Fraklandi.
- Síðani eg kom aftur til Føroya, havi eg nærum einki skrivað. Og bókin, sum kemur út í hesum mánaðinum, er skrivað fyri langari tíð síðani. Hon byrjaði sum smáar søgur, eg skrivaði til guddøtur mínar.
- At skriva krevur tíð og frið. Skal eg sjálv verða nøgd við tað eg skrivi, skal eg hava góða tíð. Tað er ikki ein spurningur um at seta seg niður, tá ið íblásturin kemur. Hann kemur, tá ið tú hevur sitið leingi og skrivað, hvønn dag í nógvar tímar. At skriva er hart arbeiði og tað átti verið mett sum eitthvørt annað arbeiði, sigur Rakel.
Góður endi
Barnið eigur stóran leiklut í ritverki Rakels, hon hevur skrivað tvær bøkur til størri børn um Hugo og vinfólk hansara Tey kalla meg bara Hugo og Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo?, ið komu út ávikavist í 1995 og 1997, og ævintýrbókina Drekar og annað valafólk , sum er ætlað bæði smærri og størri børnum.
- Tað fellur mær heilt natúrligt at skriva til børn, nógv lættari enn at skriva til vaksin. Tá ið eg skrivi til vaksin skal eg arbeiða tekstin meiri ígjøgnum. Ikki tí eg haldi at barnabøkur eru minni verdar enn aðrar bókmentir, als ikki. Ein barnabók skal eisini vera stuttlig hjá vaksnum fólki at lesa, sigur Rakel Helmsdal.
- Munur er á evnunum í barnabókum og vaksnamannabókum. Tað er serliga á mátanum, persónarnir verða lýstir. Tá ið tú skrivar til børn, noyðist tú at lýsa ymiskt meiri út í æsir og siga alla søguna sum hon er. So er ikki, tá ið tú skrivar til vaksin, tá stendur nógv opið og tá kann høvundurin loyva sær at leggja upp til lesararnar at gita.
Rakel heldur ikki, at barnabókahøvundar eiga at hava onnur fyrilit, enn at hava í huga, at ein barnabók altíð skal hava ein góðan enda.
- Tá ið hugsi um tær bøkurnar, eg las sum barn, minnist eg, at mær dámdi ikki tær bøkurnar, sum høvdu ein syrgiligan enda. Børn skulu hava eina kenslu av, at hóast alt møguligt ringt ella syrgiligt hendir, so ordnar alt seg onkusvegna til endans. Tað er tryggleiki teimum nýtist, men fyri tað er tað ikki neyðugt at onki keðiligt hendir. Eg haldi, eg skrivi til børn upp á tann mátan, sum mær dámdi at lesa sum barn.
Ein góð søga
Broytta barnafatanin upp gjøgnum hesa øldina hevur broytt barnabókmentirnar. Í dag kunnu høvundar skriva um alt til børn, og barnabøkur eru ikki so týðiliga moraliserandi og lærandi sum fyrr. Men hóast so er avdúkar høvundarhugburðurin ofta, hvørji ørindi høvundurin í grundini hevur við bókini.
- Tilvitað leggi eg ongar meiningar niður í mínar bøkur. Eg royni fyrst og fremst at siga eina góða søgu. At virði og normar, sum eg havi, speglast aftur í bókunum, slepst ikki undan. Nógv hava lisið fyrru bókina um Hugo sum eina bók um happing, men tað er í grundini als ikki tað hon er um. Happing var tað sum fekk søguna at henda, men hon er fyrst og fremst um vinalag og um sambond millum fólk. Eg hevði ikki í huganum at siga eina søgu um, hvussu skaðilig happing kann vera, sigur Rakel.
Port Janua
Bøkurnar um Hugo fara fram í einum íspunnum samfelag, nevniliga Port Janua. Tað er ein býur Rakel sjálv hevur skapað, hann líkist ikki nógv einum miðal býi í Føroyum og fólkini, har búgva, eru eisini øðrvísi enn vit, onkusvegna fríari. Og tó. Í býnum gongur eisini slatur, har eru nógvir fordómar og fatanin hjá børnum og vaksnum fyri hvør øðrum er ikki so ólík teirri, vit kenna.
Til spurningin, hví Rakel hevur valt at lata søgurnar fara fram í einum samfelag, hon sjálv hevur skapað og ikki í Føroyum, sigur hon.
- Tað avmarkar meg avgjørt sum høvund at skriva eina søgu, sum til dømis fer fram í Havn. Tá eri tað ikki eg, sum seti normarnar fyri, hvussu umhvørvið er og hvussu fólk hugsa. Heldur hinvegin eri eg tá bundin av tíð og stað, av hugsunarhátti í einum ávísum tíðarskeiði og støðum. Í Port Janua eri tað eg, sum seti allar normarnar og har eri eg frí at gera sum eg vil. Eg havi rætt og slætt ikki hug at skriva søgur út frá einum føroyskum givnum umhvørvi.
- Og enn eri eg ongantíð komin út fyri, at eg havi havt hug at viðgera eitt evni fiktivt, sum bara er aktuelt í Føroyum her og nú. Tað alment menniskjansliga og tað sálarfrøðiliga aftanfyri søgurnar er tað, eg havi hug at skriva um. Mínar søgur eru ofta um fólk, sum koma út fyri einum ella øðrum óvanligum, hvussu hugsa tey og hvussu takla tey tað. Ymisk frábrigdi av tí og tað hevur einki við tíð og stað at gera. Í Port Janua umhvørvinum eri eg ikki bundin av at skula greina ymiskar givnar veruleikar, sum eru galdandi í Føroyum. Eg vil hava loyvi til at flyta runt uppá tíð og stað. At vera bundin av tíðini er enn verri enn at vera bundin av stað, sigur Rakel Helmsdal.
- Eg kundi nú eisini gjørt sum eg vil í einum føroyskum skaldsligum umhvørvi, tí skaldskapur er jú fiksjón. Men eg havi ongan hug til at finna uppá Føroyar av nýggjum og yvirhøvur eri eg ikki so eldhugað fyri tí sosialrealistiska. Tað sigur mær einki.
Hvussu leingi verður tú í Port Janua afturat?
- Tað dugi eg ikki at siga, men í løtuni havi eg ongan hug at flyta. At hava ein karm sum Port Janua er ikki avmarkandi, men heldur tvørtur ímóti. Port Janua er hugskotsmaskinan hjá mær. Har hitti eg fólk tilvildarliga, úti í kantinum á eini søgu, sum eg fái hug at læra betri at kenna. Og støð og umráði í býnum, sum eg havi hug at kenna betri. Triðja søgan um Hugo, sum enn bert er til í høvdinum á mær, fer fram eina heilt aðra staðni í Port Janua enn allar aðrar søgur, eg havi skrivað.
- Tað er ringt at sleppa fólkunum í Port Janua og tí havi eg hug at skriva meiri um Hugo og hansara vinfólk og annars øll hini, eg havi hitt har. Eg verði so góð við tey og føli onkusvegna, at eg kenni tey so væl. Persónarnir liva í sær sjálvum uppá ein ella annan máta og taka onkusvegna yvir. So geri eg samanburð við fólk eg kenni ella hitti, hoyri ella lesi um, og so dugi eg knappliga at síggja nýggjar síður við hesum góðu persónum. Onkutíð er grundarlagið ein veruligur persónur ella smálutir í einum persóni eg kenni, men viðkomandi fer aldri at kenna seg aftur í søguni.
Eyka krydd
Í báðum bókunum um Hugo fáa tær smáu søgurnar úti í útjaðaranum í søgugongdini gott pláss. Eitt nú í teirri seinnu hevur Frú Sjómosa ein stuttligan leiklut, sum eitt eyka krydd í søguni, ið kortini einki hevur við sjálvan tráðin í søguni at gera.
- Eg kundi ikki lata vera við at taka hana við. Eg veit ikki, um eg beinleiðis við vilja leggi meg eftir at lýsa hjáhendingarnar so væl, men við hvørt verði eg tikin av søguni. Og onkuntíð geri eg meiri við onkran smálut enn eg upprunaliga havi ætlað mær, sigur Rakel.
Hugo-bøkurnar eru um vinalag, fordómar, vantandi fatan hjá vaksnum fyri børnum og øvugt. Hvussu stóran týdning hevur innihaldið, søgugongdin í eini barnabók?
- Sum barn minnist eg, at eg ofta gjørdi mær tankar um vaksin, og tað royni eg at mynda í mínum bókum. Fyri at børn skulu tíma at lesa er tað týdningarmikið, at søgan hongur saman og at hon er góð. Eg havi tað enn so, at lesi eg eina bók, sum eg haldi vera keðiliga, so leggi eg hana frá mær, og so kann evnið vera so spennandi tað vil. Tað er sjálv søgan, sum stýrir øllum hinum og sálarfrøðiligu fyribrigdum í søguni. Hon ber øllum uppi.
Drepandi lesnaður
Rákið í barnabókmentum í seksti- og sjeytiárunum var, at barnabókin skuldi vera við til at byggja ein nógv betri heim fyri børn og vaksin og at hon skuldi mynda nøkur varandi virði. Og hóast eftirtíðin hevur mett, at krøvini, sum vórðu sett fram hetta tíðarskeiðið, vóru ov trong og bygdu meiri á hugmyndafrøði enn fagurfrøði, verður tað mett at hava havt sera týdning og hevur slóðað fyri hugburðinum, ið er galdandi í barnabókmentum í dag. Rakel heldur, at barnabøkur, sum fyrst og fremst hava politisk og hugmyndafrøðilig mál og mið er drepandi lesnaður hjá børnum.
- Er tað nakað sum er keðiligt at lesa, so er tað akkurát slíkar bøkur. Børn tíma ikki at lesa slíkt, tey hava ikki brúk fyri at lesa um sítt egna umhvørvi ella hoyra um trupulleikar hjá øðrum. Tey hava brúk fyri at droyma og fyri at sleppa at uppliva nakað annað enn tey kenna frá gerandisdegnum. Børn kunnu kenna seg aftur í øllum, einum djóri ella einum maðki. Sama ger. Barnið identifiserar seg ikki við sjálvar persónarnar ella verurnar, men við hugsunarháttin, sum rithøvundurin hevur lagt inn í. Við at uppliva nakað annað kunnu tey eisini fáa meiri at vita um sín egna veruleika, seg sjálvan og samfelagið. Ein bók, sum druknar av hugmyndafrøði, kann man líka so væl uppgeva, slíkar tímir tú ikki at lesa fleiri ferðir og fyri tínum børnum, sigur Rakel.
Nærlýsa
Nógvir barnabókahøvundar hava lyndi til at greiða frá út í æsir og nærlýsa alt av ótta fyri, at lesarin ikki skilir, tað høvundurin ætlar. Teir hava ilt við at lata tóm pláss vera eftir til barnið at tulka.
- Sjálvandi skal alt ikki greinast út í æsir. Men tá ið tú skrivar til børn ert tú noyddur til at geva teimum fleiri faktorar enn tá ið tú skrivar til vaksin. Eg haldi, man skal ansa eftir ikki at skriva soleiðis, at børn skulu skilja alt bókstaviligt. Tað ger einki um tey ikki skilja alt, tí tey fáa í øllum førum okkurt burturúr. Sum barn hoyrdi eg søgur, sum vóru til eldri børn, eg skilti tær ikki, men kortini fekk eg nógv burtur úr og veit, at tær hava útviklað meg onkusvegna ótilvitað. Sum vaksin kanst tú lesa tær aftur og kanska fáa okkurt heilt annað burtur úr.
- At børn hava góðar bókmentir í vali er ógvuliga týdningarmikið. Góðar bøkur sum barn eru grundarlagið fyri hugsunarháttin hjá tær sum vaksnum og er eisini grundarlagið fyri, hvussu tú klárar teg í lívinum, fyri hugflogið og fyri tíni skapandi evni.
Hvussu stóran týdning hevur málið í søguni?
- Tað er týdningarmikið at lesa á sínum egna máli, men tað má ikki vera tungt og stirvið. Sum barn las eg ofta ikki føroyskar barnabøkur orsakað av málinum í bókini. Var tað ein donsk bók í føroyskari týðing, tók eg ta donsku framum. Tíbetur er málið í føroysku barnabókunum nógv betri í dag enn fyrr.
- Hinvegin haldi eg, at vit eru ógvuliga heppin í at hava møguleikan at kunna lesa útlendskar bókmentir. Men sjálvandi skulu vit hava so nógvar góðar føroyskar bøkur sum møguligt.
- Børn eru ongantíð ov lítil til at byrja at lesa bøkur á øðrum máli. Eg haldi ikki, at tey ið klára seg miðal og gott skulu svíða fyri um tað eru nøkur, ið ikki klára seg. Og tað leggur okkara skúlaskipan upp til, tað skal eftir øllum at døma vera keðiligt og tungt at læra. Alt valdast, hvønn hugburð skúlaskipanin byggir á og hvønn hugburð lærararnir hava.
- Børn sum læra eitt annað mál tíðliga hava nógv betri førleika at læra eitt triðja mál. Jú eldri tú ert, tá tú fert undir at læra títt næsta mál, jú verri verður tað at læra. Eg havi sjálv verið í eini slíkari støðu og sonurin hjá mær tað sama. Hann er ótrúliga fimur í at skifta millum málini og dugur í grundini nógv fleiri orð enn onnur børn í hansara aldri. Og á tveimum málum. Børn hava nógv størri kapasitet, enn vaksin mangan halda. Ístaðin fyri at hugsa at børn rúma nógvum, so avmarka vit tey.
Ein verð millum drekar
Rakel hevur altíð verið hugtikin av ævintýrum og sjónleiki. Sum yngri var hon á háskúla, har hon spældi sjónleik og tónleik, og í nøkur ár hevur hon undirvíst í kvøldskúlanum í Havn í at skriva sjónleik.
Drekar og annað valafólk, ið sum sagt kemur út um stutta tíð, er eitt savn við fimm ævintýrum, har drekar sum vera man spæla ein stóran leiklut. Bara í fyrsta ævintýrinum, Køksgluggin, hitta vit ongan dreka. Har er eitt lítið barn høvuðspersónur. Tað villist og kemur í hóslag við ymiskar sagnarverur, bæði óndar og góðar, men barnsins reinlyndi bjargar tí frá øllum illum, so tað at enda finnur mammuna aftur. Henda søgan er poetisk og stillfør, ólík hinum: Hurlumhey á Kannibáloynni, Loftferðin, Bara í skýmingini og Ein ræðusøga. Her gongur alt við fullari ferð millum drekar, ræður, ferføtlur og annað valafólk. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út, Edward Fuglø hevur gjørt myndirnar, sum eru ógvuliga vakrar, og bókin er ætlað børnum 4-8 ár.
- Bókin er best egnað til, at vaksin lesa upp fyri børnum. Har eru nógv temu úr klassiskum ævintýrum, sum eg havi blandað saman við onkrum nýggjum. Alt er loyvt, sigur Rakel Helmsdal.
- Tíðin í dag er soleiðis, at minni og minni verður fortalt.
Frásøgulistin er við at hvørva, bara fyri 50 árum síðani dugdu øll at siga eina søgu. Tað er øgiliga harmiligt og keðiligt, at vit fullkomiliga gloyma frásøgulistina. Onkustaðni úti í útjaðaranum eru tað nøkur sum royna at bjarga frásøgulistini, áðrenn hon hvørvur fyri allar tíðir. Til dømis hevur frásøgulistin ein stóran leiklut á mínum kvøldskúlaskeiði í at skriva og spæla sjónleik.
Skrivifrí
Rakel hevur fulltíðararbeiði á Náttúrugripasavninum, men komandi mánaða hevur hon skrætt úr kalendaranum og fer burtur av at skriva. Hon hevur fingið uppgávuna frá Grímu at skriva ein leik, sum skal setast upp í vetur. Og hon hevur fingið ein mánaða at skriva leikin.
- At seta seg niður at skriva soleiðis kann eg, tí eg havi royndir og venjing í at arbeiða á henda hátt. Tað snýr seg um teknikk og tað lærir man av royndum. Tað er hørð disiplin, men at arbeiða undir trýsti er als ikki so galið.
Sjónarhornið frá ?skráu fjølunum? hevur hon kannað bæði á, framman- og aftanífrá síðani 1985. Hon hevur verið við í Grímulingum, í Havnar Sjónleikarfelag og í barnaleikbólkinum Caratula. Hon skrivaði tveir barnaleikir og spældu teir saman í Caratula í 1988 og 1989, og í 1989 leikin Brúsajøkul, sum leysliga byggir á barnabókina av sama navni eftir Jens Paula Heinesen.
Størsti leikurin hon hevur skrivað er Kvarnareygað purpurreyða, sum er í savninum Søgur úr Port Janua.
- Tað fellur mær lætt at skriva sjónleik og í prosatekstunum annars havi eg tað eisini við at skriva langar replikkir. Skalt tú skriva sjónleik, krevst næstan, at tú kennir til sjónleikaumhvørvið og hvussu tað er at spæla sjónleik.
Hvat leikurin hon hevur í umbúna verður um vil Rakel ikki avdúka.
- Eg kann ikki siga annað enn, at leikurin er um ein vita, sum liggur uttan fyri Port Janua.
Um hon kundi hugsað sær at liva av at skriva, sigur Rakel.
- Eg veit ikki, um eg kundi hugsað mær tað burtur av. Tað er rættiliga einsligt og mær dámar at koma út millum fólk. Men eg haldi, at skapandi og skrivandi fólk áttu at fingið møguleika at virka burtur av sum listafólk í longri ella styttri tíðarskeið.
- Tað hevur verið sagt so nógv um umstøðurnar ella vantandi umstøðurnar hjá skrivandi fólki í Føroyum, men tað verður bara til tos. Okkara politikarar tosa um, at vit skulu vera sjálvbjargin, men teir gloyma, at vit eiga at hava ein sunnan mentunarpolitikk. Tað hevur ikki gingið upp fyri føroyingum, at vit kunnu liva av øðrum enn fiski. Íslendingar hava funnið út av tí og eru ógvuliga skapandi. Tá ið man hugsar um, hvussu fá afturat tey eru enn vit, er tað heilt fantastiskt. Av øllum norðurlondunum skara íslendingar framúr og tað gera teir, tí mentanin verður stuðlað so væl. Okkara listafólk skapa ikki orsakað av, men hóast vit ikki hava ein greiðan mentunarpolitikk.
Viðurkenning
Rakel hevur ikki hug at tosa um, hvussu føroyskar barnabókmentir eru annars. Men hon vil kortini siga, at tað er av týdningi, at høvundar ikki bara hugsa um tann føroyska lesaran, tá ið teir skriva.
- Sum høvundur skalt tú ikki hugsa um, at bókin skal lesast av føroyingum, bara at hon skal lesast av øðrum enn tínum næstu. Ofta hava vit hug at slaka í dømingini, tí bókin er føroysk, so hugsa vit bara, at hon er í lagi, tí tað er bara í Føroyum allíkavæl.
Hóskvøldið vórðu Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnabókaheiðurslønir Tórshavnar Býráðs handaðar. Fyri tveimum árum síðani fekk Rakel Barnabókaheiðurslønina fyri bókina Tey kalla meg bara Hugo.
Hvønn týdning hevur heiðurslønin hevur fyri teg?
- Sjálvandi hevur tað havt stóran týdning, at eg fekk heiðursløn fyri fyrstu Hugo-bókina, serliga tann týdning, at so fekk eg eina ordiliga reaksjón uppá bókina. Og tað er sera gott at fáa at vita, at tað eru onnur enn familia og vinir, sum dámar bókina hjá tær. Tað kann jú ofta vera ein trupulleiki í Føroyum, at ongin reagerar upp á tað, tú hevur skrivað. Ofta hevur tú eina kenslu av, at ongin hevur lisið tað yvirhøvur, men kanska er tað ikki so. Fólk siga bara onki, hvørki um teimum dámar bókina ella ikki, tey tora hvørki at rósa ella tað øvugta. Eg havi eina kenslu av, at næstan ongin hevur lisið seinnu Hugo-bókina, tí eg havi hvørki fingið ummæli ella persónligar reaktiónir.
At tað verður gjørdur munur á mentanarvirðislønunum í pengum, heldur Rakel ikki hevur so nógv at siga.
- Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens er millum manna ein væl meira vird heiðursløn, nakað man tosar um. Barnabókaheiðurslønin hevur ikki sama týdning. Undir øllum umstøðum eru báðar heiðurslønirnar so smáar, at tær eru meira eitt herðaklapp, enn tær hava nakran fíggjarligan týdning.
- Kansku áttu báðar heiðurslønirnar at verið latnar til dømis triðja hvørt ár, og so í staðin verið størri. Heiðurin hevði tá verið væl størri, upphæddin hevði gjørt mun, og man hevði ikki havt hesa kensluna av, at, ja, at so at siga øll, sum skriva okkurt í Føroyum fyrr ella seinni fáa M. A. Jacobsens ella Barnabókaheiðurslønina, sigur Rakel Helmsdal at enda í viðtali.