Forsetafríggj, barnamorð og landminur

Í gjár klokkan 1400 kundu allir heimsins borgarar setast framman sjónvarpsskíggjan ? á skránni var vitnisfrágreiðingin hjá Bill Clinton í málinum um, hvørt hann hevur logið fyri rættinum um samband hansara við praktikantin í Hvítu Húsunum, Monicu Lewinsky.

Mótstøðumenn Clintons í kongressini hava gjørt av, at vitnisfrágreiðingin - sum varð tikin upp á sjónband, júst fyri at hon ikki skuldi vera almenn - skuldi almannakunngerast.


Tað er fantastiskt - og tað er ófatuligt og púra burtur við, at heimspressan skal hava so stóran áhuga í, um Bill Clinton skal hava fríggjað uttanum, um hann hevur verið konuni trúgvur - ella um hann hevur logið fyri konuni og fyri amerikonsku tjóðini annars um seksuella tørv sín.


Havandi í huga allar teir ræðuleikar, sum fara fram í heiminum - og í amerikanska samfelagnum, so kunnu vit ikki siga annað, enn at talan er um eitt sjúkt samfelag, sum fullkomiliga er farið av leið, tá seksuellu viðurskiftini hjá forsetanum verða tikin fram um, eitt nú, at amerikonsk børn skjóta og drepa hvønn annan. Hví gera amerikanska pressan og heimspressan annars ikki meira burtur úr hesum? Hví verða ikki settir spurningar við, hvussu tað ber til, at smádreingir í Amerika kunnu koma alvápaðir í skúla - skjóta og drepa frá hond?


Hetta verður bara tagt burtur millum frillurnar hjá Bill Clinton og aðrar »gølur«, ið skapa meiri pengar - sum geva stóru fjølmiðlunum enn fleiri pengar í kassan.


Óhugnalig var eisini »avleidningsmanøvran« hjá Clinton herfyri, tá hann - kanska bara fyri at beina pressuna burtur frá Lewinskymálinum - slepti nøkrum bumbum í Afghanistan og í Sudan.


Um hetta málið kundi fingið amerikanska forsetan at ridla í stólinum, so kundu vit skilt tað. Men at persónligi seksuelli tørvur hansara skal gera tað, tað er óskiljandi.


Nú um dagarnar frættist, at 40 lond hava skrivað undir altjóða sáttmálanum um bann móti nýtslu av landminum. Men tríggjar týðandi tjóðir vóru ikki teirra millum. Tær vóru Russland, Kina og USA!


» ? Tað er framvegis neyðugt við landminum á markinum millum Suður- og Norðurkorea, er boðskaðurin úr Hvítu Húsunum?«


Vorðið sum samfelag! Latið børnini skjóta hvønn annan í skúlunum. Latið meinaleys fólk í tilafturskomnum londum doyggja av landminum. Men fríggjar Bill Clinton uttanum, so má hann frá.


Moralur er góður. Dupultmoralur eru tvífalt so góður?