Á 107 ára føðingardegnum hjá mentamanninum M. A. Jacobsen hósdagin 17. september vórðu heiðurslønir latnar fyri yrkisbókmentir, mentunaravrik og barnabókmentir.
Tað er altíð ein hugna- og hátíðarløta, tá ið hesar heiðurslønirnar verða handaðar. Undanfarin ár er hátíðarhaldið farið fram í Kommunuskúlaauluni og á Býarbókasavninum, men í ár var tað í Sjónleikarhúsinum, sum er um- og útbygt, og tað royndist sum ein ógvuliga góður karmur um tiltakið.
Leivur Hansen, býráðsformaður, beyð vælkomin. Hann nam við slóðbrótandi arbeiðið, M.A. Jacobsen legði eftir seg, bæði innan bókasavnsvirki, orðabókaarbeiði, mentunarlig virki annars og sum býráðsformaðurin í Havn frá 1933-1944. Tað eru 40 ár síðani, at Mentanarvirðislønir M.A.Jacobsens vórðu latnar á fyrsta sinni.
Vekja ans fyri móðurmálinum
Barnabókaheiðurslønirnar vórðu í ár latnar Knúti Olsen, tónlistamanni, og Lydiu Didriksen, rithøvundi. Í grundgevingini fyri at lata Knúti aðra barnabókaheiðurslønina segði Poulina Slættanes, limur í barnabókaheiðurslønarnevndini, at "Knút hevur í verki sýnt gott oyra og listarligt snildi at gera løg til føroyskar barnarímur og yrkingar. Løgini rigga væl til tekstin og fáa fram sangfýsni barnanna. Nevndin hevur somuleiðis havt í huga fjølbroytni listamansins at umseta klassiskar barnabókmentir".
Í takkarkvøðu greiddi Knút frá, hvussu foreldrini, sum sungu nógv, eggjaðu honum til sum barn og hvussu hann byrjaði at gera løg. Fyrst nøkur fá løg til innanhýsis brúk, men tá ið hann sá stóra tørvin og áhugan fyri sangtilfari hansara, kom meiri burtur úr. Tað er serliga til yrkingar Aleksandur Kristiansens, hann hevur gjørt løg til, men tað vóru barnarímurnar hjá H.A. Djurhuus, ið kveiktu hugan. Knút nam eisini við verkini hann hevur týtt og hvussu týdningarmikið tað er, at børn hava nógvar góðar barnabøkur í vali, sum tíðliga kunnu vekja ans teirra fyri móðurmálinum. Hann endaði við at siga, at heiðurslønin verður brúkt til at útvega børnum enn meiri sangtilfar.
Ein lítlan varhuga av tí stóra sangtilfarinum, Knút hevur gjørt, fingu vit, tá Palli og dótturin Bára sungu stuttliga sangin Grísaflísa Pætur og Í Trøðum á Sandi, orðini eigur Aleksandur Kristiansen.
Stóran persónligan týdning
Hina barnabókaheiðurslønina fekk Lydia Didriksen og í grundgevingini segði Høgni Joensen, limur í barnabókaheiðurslønarnevndini, at "Lydia hevur í bókum sínum tikið fram áleikandi spurningar og tvørleikar hjá børnum, ið hava ilt við at fóta sær í skiftandi umhvørvi. Í framseting sínari á góðum máli hevur hon við hepnari hond tengt spenning og loysnir inn í søgugongdina".
Í takkarkvøðuni nam Lydia við dagliga arbeiðið sum lærari. Har kemur hon í samband við nógv børn og ung. Nú ein dagin spurdi ein eldri næmingur hana, hvussu nógv hon fekk fyri at skriva eina bók. Grundin til, at næmingurin setti spurningin, var at tey júst høvdu lisið eina søgu frá 1884 eftir svenskum høvunda, sum noyddist at arbeiða sum lærari fyri at breyðføða seg og sína familju. Lydia svaraði næminginum upp á spurningin um rithøvundasamsýningina, og tá ið hann hevði sodnað svarið, var hansara niðurstøða, at so dugdi hann als ikki at síggja, at tað var nøkur framtíð í tí at skriva.
Skuggar var fyrsta skaldsøgan, sum Lydia skrivaði. Stutt eftir at bókin var komin út, kom ein drongur um 13-14 ára aldur og spurdi Lydiu smæðin og reyður í andlitinum, um tað var hon, sum hevði skrivað Skuggar. Tá Lydia játtaði, segði hann, at hann helt bókina vera virkuliga góða. Lydia sá á dronginum, at bókin hevði givið honum eitt ella annað týdningarmikið.
- Og tað eru tílíkar hendingar sum siga mær, at tað er ein framtíð í tí at skriva, segði Lydia.
Tað at skriva hevur ein stóran persónligan týdning fyri meg. Tað er ein trongd, ið kemur innanífrá og órógvar. Tað er troyttandi, tá ið umstøður ikki er at seta seg framman fyri telduna. Men tað er sálarbót, tá ið stundir eru til tað.
At skriva barna- og ungdómsbøkur er nakað serliga, tí lesaraskarin so ofta letur frætta frá sær. Tað er ein fyrimunur, sum føroyskir rithøvundar hava av at liva í eini smátjóð. Foreldur og børn, ung, næmingar og lærarar koma ofta og siga teira hugsan um bókina.
Tað fløvar, tí tá veitst tú, at bókin er á lívi - at hon verður lisin. Og eg vil siga tað soleiðis, at kunnu mínar bøkur kveikja lesihugin og skapa lesigleði og kanska afturat menna lesiførleika hjá børnum og ungum, ja, so býr ein virðismikil framtíð í tí at skriva!
Tórshavnar Býráð hevur latið Barnabókaheiðursløn síðani 1976. Sambært reglugerðini ber til í mesta lagi at lata tvær lønir. Í nevndini fyri barnabókaheiðurslønirnar er formaðurin í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs fastur limur, tað er Kaj Leo Johannesen. Ein barnabókavørður er fastur limur og skrivari í nevndini, tað er Malan Jacobsen. Tórshavnar býráð hevur sett Heðin Mortensen og Poulinu Slættanes í nevndina. Felagslærararáðið hevur sett Høgna Joensen.
Virðislønirnar eru á 10.000 skattafríar krónur hvør.