Russiski forsetin, Vladimir Putin, heitir eftir øllum at døma á Ukraina um at umhugsa ein fund um kríggið millum londini.
– Vit eru klár til toppfund við Ukraina. Vinaliga, kom til Russlands- vit veita trygd, sigur russiski forsetin.
Áheitanin kemur dagin eftir, at 26 evropeisk lond hava bundið seg til antin at senda friðarvarðveitandi herdeildir til Ukraina - ella at verða til staðar í økinum á landi, sjógvi ella luftini eftir eina møguliga friðaravtalu millum Russland og Ukraina.
Álopsstríðið hjá Russlandi móti Ukraina hevur vart í hálvt fjórða ár.
Vladimir Putin hevur áður verið trekur at hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, sum leingi hevur sagt seg vera til reiðar til ein fund.
Hinvegin hevur ukrainski forsetin vrakað tankan hjá russiska forsetanum um, at ein slíkur fundur kann verða í Russlandi og Moskva, sum russiski forsetin nú sigur seg vilja hava.
Hetta skrivar www.tv2.no í dag.