Tíðindi
Sjóvar kommuna hevur í dag gjørt avtalu við S/pf Dávagerði, sum er dóttirfelag hjá Sp/f HVT, um íbúðarbygging í Dávagerði á Strondum
Sjóvar kommuna skrivar, at í fyrstu atløgu verða tólv íbúðir bygdar, og verða hesar settar til sølu í næstum.
Arbeiðið byrjar longu í oktober mánaði, og ætlandi verða íbúðirnar klárar at flyta inn í á vári í 2027.