Tað er einki at tosa um tað. Uppgerðin í Klaksvík í morgin millum KÍ og HB er tann, sum er nógv tann mest áhugaverda hetta vikuskiftið. Hetta eru einastu feløgini, sum altíð hava verið við í bestu deildini, tey hava vunnið FM heitið oftast, Klaksvíkin móti Havnini, Jóannes Jakobsen móti sínum gamla felag, og brøðurnir Kurt og Allan Mørkøre móti hvørjum øðrum.
? Tað er spell, at tað ikki stendur meiri uppá spæl, men tað hava vit skyldina av sjálvir. Vit hava ikki verið nóg støðugir. Tað hava teir í HB verið, og tí eru teir nógv best fyri í kappingini.
Tað er Kurt Mørkøre, liðformaðurin hjá KÍ, sum staðfestir hetta. Hann hevur annars verið sera væl fyri hesa síðstu tíðina. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur hann gjørt tíggju mál, og hann er ovarlaga á skjúttaralistanum. Um hann hevði verið á toppinum, skulu vit ikki siga, men hann hevði verið heilt tætt við, um hann hevði spælt allar dystirnar í ár. Undan summarsteðginum spældi hann sjáldan, og tá hann spældi, var hann í verjuni. Tvær tær fyrstu ferðirnar eftir steðgin var hann skiftisspælari, men nú hevur gingið væl:
? Tað hevur gingið væl hjá liðnum, og eg havi brúkt mestu orkuna í brotsteiginum. Tað er stuttligt at vera miðframherji, tá hinir skapa nógvar møguleikar, og marginalirnir hava verið við mær. Í staðin fyri at fara uttanfyri, hava nógvir bóltar farið akkurát innanfyri stólpan, ásannar Kurt Mørkøre, sum kortini leggur afturat, at fótskaðin fyrr í ár hevur gjørt, at hann er ikki í fullgóðari venjing.
Hví er HB betri enn tit?
? Vit hava breiðan hóp, men teirra er breiðari. Teir hava fleiri góðar spælarar at seta á flestu plássini. Vit hava vant nógv, men teir hava vant eitt sindur meir, og so er einki at taka seg aftur í, at Allan, bróður, hevur verið munurin í nógvum dystum.
Er tað ikki harmiligt, at hann ikki spælir við tær og tykkum?
? Tað hevði sjálvandi verið gott at havt hann her, men hann gongur í skúla í Havn, og hann ger meiri við fótbóltin í ár, enn hann hevur gjørt áður. Men vit skulu eisini minnast til, at tað við hvørt gevur eitt skump rætta vegin at skifta felag. Tað haldi eg, at tað hevur gjørt hjá Allani, sigur Kurt Mørkøre, sum fer at hitta yngra beiggjan undan dystinum.
? Men vit fara neyvan at tosa nakað serligt um fótbólt. Tað gera vit báðir sera sjáldan.
Allir klaksvíkingarnir eru tøkir í morgin.
500 havnarmenn fara norður
Allar nevndirnar hjá HB, spælararnir og øll hjálparfólkini fara um Leirvíksfjørð longu tíðliga í morgin. Jógvan Páll Lassen hevur syrgt fyri, at teir fáa frokost ella morgunmat, sum tað eitur á góðum føroyskum, frá Jákupi Ziskason.
? Allir spælararnir eru tøkir, vit seta sterkasta liðið, og skulu vit meta út frá áhuganum, ið vit hava kent gjøgnum hesa vikuna, so verði eg ikki ovfarin, um eini 500 viðhaldsfólk hjá okkum koma til Klaksvíkar í morgin.
Tað sigur Gunnar Mohr, formaður í HB. Hann var við, tá HB síðst vann FM. Tað var í 1990, og avgerðin fall í Klaksvík. Í hópinum hesa ferð eru tríggir spælarar, sum vunnu ta ferðina. Teir eru Rói Árting, Kaj Leo Johannesen og Ingi Rasmussen.
Annars hevur KÍ ikki vunnið á HB síðani í 1995, tá teir vunnu 2-0 í Klaksvík.
? Tað er spell, at eingin Teisti er at sigla beinleiðis norður. Hevði ein slíkur fartur verið, so tori eg næstan ikki at hugsa um, hvussu nógv høvdu komið norður við, sigur HB formaðurin, sum sjálvandi gleðist um stóra áhugan fyri hansara felagi.
At kassameistarin hjá KÍ eisini smílist er einki at ivast í!