Lítil framgongd og størri bjartskygni

- Hóast nógvar avlýstar bíleggingar orsakað av drúgva verkfallinum, sum legði Danmark lamið í nakrar vikur í mai, lata fleiri gistingarhús væl at summarinum.

Sum heild ein lítil framgongd, og eitt størri bjartskygni. Tað er í høvuðsheitum tað fólk í gistingarhúsvinnuni kunnu siga um, hvussu summarið hevur roynst í tali av vitjandi. Tað, sum hevur eyðkent serliga juli-mánaðirnar seinastu nógvu árini, er, at nógvar bíleggingar eru komnar tíðliga frá fólki uttanlands, men tá ið so avtornar verða hópin av bíleggingum avlýstar, millum annað tí, at trupult hevur verið hjá fólki at sleppa til Føroya loftvegis í juli. Tí hava nógv gistingarhús koyrt við lítlum blussi í juli mánaða av órøttum. Men ábendingar eru um, at juli í ár hevur roynst eitt sindur frægari. Tað kemst lutvíst av, at flogførini hava flogið munandi oftari í summar og lutvíst av einum øktum áhuga at ferðast til Føroya.

- Í juli eru mest sum bara ferðafólk, ikki handilsfólk gistandi. Vit hava havt nógvar bólkar við ferðafólki í juli í ár, sigur Jóhan Restorff, stjóri á Hotel Hafnia.


Nýggj skráseting

Drúgva verkfallið, sum var í Danmark í mai og sum legði nærum alla flogferðslu lamna, kom ógvuliga illa við í føroysku ferðavinnuni. Nógvar bíleggingar frá dønum vórðu skrásettar, men fólk valdu orsakað av verkfallinum at setast aftur, og tað ávirkaði eisini juni mánaða.

- Mai plagar at vera ein tann besti mánaðin hjá okkum. Vit royna jú at leingja ferðafólkatíðina í báðum endum, men í ár mistu vit mai fullkomiliga á gólvið orsakað av verkfallinum í Danmark. Og tað svíður sjálvandi. Juni var av tí sama eitt sindur slakari, har hava vit eina lítla afturgongd í gistingum, sigur Jóhan Restorff.

Hotel Hafnia er farið undir nýggja skráseting av vitjandi so framyvir betri fæst at vita, um tey eru vanlig ferðafólk ella handilsfólk. Stjórin á Hafnia hevur annars ein varhuga av, at tað í mestan mun eru handilsfólk, ið gista á Hafnia. Ikki færri enn 80% av øllum vitjandi eru danir. Nógv, ið taka lut á fundum og ráðstevnum gista á Hafnia og nógvir bólkar við ferðafólki somuleiðis. Seinastu 20 árini hava bólkar við amerikanarum vitjað á hvørjum ári og tey, ið skipa fyri hesum túrunum, hava longu bílagt pláss næsta ár.

- Tá ið tíðirnar vóru verri fyri nøkrum árum síðani merktu vit eina øking í talinum av føroyingum, men tað er minkað eitt sindur aftur og liggur nú um 8% um árið, sigur Jóhan Restorff.

- Sum heild er tendensurin heldur framgongd enn afturgongd og ein størri optimisma, sum smittar á alla ferðafólkavinnuna. Fólk eru glaðari, og atmosferan lættari. Eisini fiskaborðið hjá okkum hevur havt góða undirtøku og næsta summar fara vit at skipa fyri tí tvey kvøld um vikuna, sigur Jóhan Restorff.


Vallarar

Nøkulunda ta somu myndina yvir summarið hevur Niels Olgar Joensen, ið rekur Vallaraheimið í Vágum.

- Vit hava sum heild merkt eina lítla framgongd, men annars hevur juni verið ógvuliga vánaligur hjá allari ferðavinnuni í Vágum. Tað er kanska ein eftirávirkan av verkfallinum, sum var í Danmark. Mai mánaðin var rættiliga góður og tað kemst av, at fleiri danskir skúlaflokkar hava verið á vitjan. Tað sama er við august. Í juli hava bara einstaklingar verið, sigur Niels Olgar Joensen.

Vallaraheimið í Vágum hevur 30 seingjarpláss og allar neyðugar hentleikar.


Betri umstøður

Stóra umbyggingin er liðug og Sjómansheimið í Havn hevur í summar havt møguleikan at bjóða fólki heilt nýggjar karmar og umstøður.

- Vit hava merkt ein vøkstur sum heild alt summar. Verkfallið í Danmark oyðilegði rættiliga nógv fyri okkum, nógvar bíleggingar vórðu avlýstar. Yvirhøvur hevur tað verið soleiðis, at tá ið summarið byrjar koma nógvar avlýsingar, men munurin í ár hevur tó verið tann, at fleiri eru komnar afturat. Tí hava vit ikki havt nógv tóm kømur í summar, sigur Jeffri Johannesen, stjóri á Sjómansheiminum.

- Nógv tey flestu, ið gista hjá okkum, eru donsk ferðafólk, sum koma til Føroya loftvegis. Men vit hava eisini havt fleiri gistandi úr fjareystri og úr Australia og New Zealandi.

Hvønn dag leita nógv fólk inn í kaffistovuna í kjallarahæddini á Sjómansheiminum, har møguleiki er eitt nú at bíleggja pizza. Matstovan á aðru hædd er nú eisini opin um kvøldið, men har vitjað ikki eins nógv sum niðri undir.