Ferðin í Alaska er fyrsti túrurin hjá nýggja landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Karsten Hansen, í útlandinum. Hóast boð eru eftir sær, nú fíggjarlógaruppskotið stendur fyri durum, so heldur hann ikki at túrurin í Alaska hjá sær og 15 øðrum føroyingum eigur at fara í gloymibókina.
Tvørturímóti kennir hann seg nú væl betur fyri at kunna arbeiða víðari við eitt nú eini oljuskattalóg, og er hetta nettupp eitt av aktuellu málunum, sum hann skal taka sær av nú.
? Túrurin hevur givið mær nógv at hugsa um. Áðrenn eg fór var eg á fleiri fundum, um hvussu skattaskipanin skal verða fyri eina komandi oljuvinnu. Vit arbeiða miðvíst við hesum, hóast vit ikki eru komnir á mál enn. Men tá hetta er komið upp á pláss, skulu vit til at taka støðu til so nógv onnur oljumál eisini.
Karsten Hansen sigur seg hava fingið nógv burtur úr vitjanini í Alaska. Heimafur við sær hevur hann mong góð ráð og hugskot um hvussu vit best handfara eina oljuvinnu, her ikki minst hvussu vit »best« brúka pengarnar frá eini slíkari oljuvinnu.
? Mær dámar væl skipanina við einum oljugrunni, har tú leggur tað mesta av oljupengunum til síðis og har tú annars eftir tørvi brúkar av oljuinntøkunum til skilagóð endamál. Vit mugu læra av mistøkunum hjá øðrum og tað er m. a. at forða fyri at tú ikki tá ov seint er í panikki byrjar at leggja til síðis, ella um tú vil, upp fyri til verri tíðir koma.
Við hesum sipar Karsten Hansen til at vit mugu verða fyrireika uppá at oljan varar ikki ævugt. Tí er týdningarmikið at fáa stabilitet í beinanvegin í okkara oljuinntøkur og ikki lata útviklingin renna undan tær.
Landsstýrismaðurin hevur lagt sær væl í geyma tað serkøn fólk í Alaska hava greitt frá. Eitt nú tiltalar tað ikki hann, at staturin Alaska rindar út til fólk ein kekk á hvørjum ári, sum útbýtið frá oljuni.
? Í mínum hugaheimið er tað ótrúliga týdningarmikið, at einhvør borgari, sum er arbeiðsførur, hevur nakað at fara upp til og fara til arbeiðis og harvið verða við til at skapa nakað. Hinvegin skuldi møguleikin at fingið betaling fyri tað ein ger, verið so mikið størri í eini komandi oljutíð.
Hann heldur, at tað er ótrúliga umráðandi at vit varveita bæði fiskivinnu og aðra vinnu, og ikki bara seta okkum afturá tá oljan kemur ? og tá hon er liðug um eini 30 ár kanska standa uttan ídnað og nakað annað.
Fíggjarmálaráðharri sigur seg annars eisini verða fegnan um at fólk, sum umboða føroyskar læru- og granskingarstovnar og mentunnarøki annars, hava verið við í Alaska. Hann ivast onga løtu í, at inntøkur sum stava frá oljuvinnu við Føroyar skulu brúkast til at stimbra og menna hesar tættir í samfelagnum, men leggur dent á, at vit harfyri ikki mugu byggja upp eina ov stóra fyrisiting, at vit ikki hava ráð at liva við henni tá oljan er uppbrúkt. Tað sama er galdandi fyri annað virksemi í samfelagnum.
? Men har er nógv, sum má og skal gerast og tað kunnu møguligir oljupengar verða góðir til, tí har fara teir til nakað, sum vit øll kunnu njóta gott av, eisini tey, sum koma at vitja okkum, sigur Karsten Hansen og sipar her til mentunnarøki annars.
Karsten Hansen ætlar sær ikki at sleppa ferðini í Alaska, nú hann er komin heimaftur til at taka sær av øðrum týðandi málum.
? Eg haldi tað er umráðandi at savna alla hesa vitanina frá túrinum soleiðis, at hon kann takast fram aftur tá rætta høvi býðst. Tí síggi eg m. a. fegin at luttakararnir á ferðini gera sínar frágreiðingar og lata okkum tær. Tær verða so allar við í víðari viðgerðini av øllum oljumálinum