hjá teimum gomlu at vera. Fólk hildu tað vera undrunarvert, hvussu bíliga hon kundi reka ellisheimið; her, sum í øllum lutum, dugdi hon at fáa nógv burturúr lítlum. Nógv gott fólk er komið av Kirkju. Malla [...] framúr. Ikki minst lutirnir, sum maður Mallu, Carl farbróðir, sum sigldi so nógv úti í verðini sum maskinmeistari, hevði við sær heim av so fjarskotnum leiðum sum Japan. Malla, sum var farin um tann aldur, har [...] at á ovastu hædd handan Á 4 búði kona, sum fyri stuttum hevði mist alt. Alt var so listarliga vakurt. At Carl var so nógv burturi, og at hann síðani í seinni manndómsárum og á ellisárum misti nakað av
Her er tað hann, sum leikar í og skeldar, tá ið fólk syngja jólasangir og banka upp á dyrnar at biðja um pening til tey fátæku á jólum. Hann leikar so í, at hann steingir seg úti, og tá ið hann noyðist [...] grannin er sjálvur Gulfinnur Gorront ? og hann plagar jú at vinna uttan at rætta hond frá síðu. Men so kemur gívurin Glantra at vitja, hon ætlar sær á ólavsøku, men hevur mist dagaskil, og nú kann alt henda [...] Comics & Stories, men hon varð vrakað, tí hildið varð, at hon var ov ógvuslig, ov nógvur harðskapur ? og so jólaaftan? Í dag er hetta lítið av miklum. Men í stuttum er søgan henda, at Dunnaldur setur sær fyri
Nógv tvørafólk hava leingi ilskast inn á allan seyðin, sum gongur leysur í býnum, tí hann er til so stóran ampa. Hann er til vanda í ferðsluni, urtagarðar fáa ikki frið, og hann legst í túnini undir húsunum [...] ilskast fólk av at ganga og traðka uppií øllum tí, seyðurin avreiðir á vegir, gongubreytir og í túnini. Men nú kann sigast við toluligari vissu, at tvørafólk sleppa undan hesum trupulleika um ikki so langa [...] , at nú var nóg mikið tosað um seyðin. Málið hevur ferið frammi og vent í 10-15 ár, so nú var at fara til verka, so nakað spurdist burturúr, hildu teir.
Villeiddi starvsfólkini - Hvørjir vóru so trupulleikarnir? - Tað er, at starvsfólkini fólk verða manipulerað, eitt nú at tey fingu tilsøgn um ávísar arbeiðsuppgávur, sum síðani so spakuliga vóru tiknar frá teimum [...] við starvinum, sum stjóri á stovninum. Hóast tað hevur verið nógv tosað um hetta, og stjórin hevur fingið fyrispurningar frá blaðfólkum o.ø., so valdi hann ikki at svara spurningum. Tey starvsfólkini, sum [...] sum kendu seg útihýst, valdu at siga seg úr starvi. Talan er um tilsamns eini átta fólk, sum starvaðust sum ávikavist málviðgerar, løgfrøðingur, tryggingarleiðari, varaleiðarin á arbeiðsávísingini og seinast
hesa vinnu hevur tað alstóran týdning, at vit upplæra okkara fólk á sama hátt sum norðmenn hava gjørt. Tingmaðurin helt fyri, at hann hevði ikki so ilt við at taka undir við tí mesta, sum stendur í lógini [...] specialistar, tá hugsað verður um at fáa sum mest burtur úr síni olju. Neyvan nakar hevur fingið so nógv burtur úr sum teir. Oljan í land, men Heine O. Heinesen helt fyri, at høvi fór at verða at viðgera [...] vísti í røðu síni á, at hevði hann sum limur í Vinnunevndini ikki havt høvi at vitjað Noreg herfyri, so hevði tað ikki verið møguligt at gjørt sær eina mynd av, hvussu stórsligið oljuvirksemið er. Hann helt
Vinnufelag, sum hevur arbeitt nógv við málinum. Enn er hendan støðan so nýggj, sigur Thurid Olsen, at hon er ikki viðgjørd í Felagskommununi enn. Men eingin ivi er um, at fólk eru sera hørm um tað, sum nú [...] søguna kenna øll. Hesaferð væntaðu fólk, at tað fór at bera til at fáa tunnilin, sigur Thurid Olsen. Men nú sær aftur út til, at stígur kemur í. Thurid Olsen sigur, at fólk, hon hevur tosað við, síðan tíðindini [...] beint upp undir jól, tá fólk annars skuldu havt tað hugnaligt. »Tað er ein tungur stemningur í Vágum í dag,« sigur Thurid Olsen. Hon sigur, at tá málið fyrstu ferð var frammi, vóru nógv, eisini hon sjálv, sum
aðrari, ella tá aðrir fara at blanda seg ov nógv í innanhýsis trupulleikar í einari aðrari kommunu, soleiðis sum Eyðun Viderø ger eina heilhjartaða roynd uppá. Ber so til at grumsa málið uppaftur meira við [...] bláman. Og tað er eisini rætt, at so er. Men husjónarliga eri eg ikki samdur við Eilif Samuelsen, tá hann sigur, at kommunur ikki skulu luttaka í vinnulívinum. Her má tað vera so, at tá tað privata ikki røkkur [...] røkkur, og tað er sanniliga ikki so sjáldan, so má tað almenna í hesum føri kommunan taka takið. Tað finst einki alternativ. Men Eilif Samuelsen, sum býr í kommunu við føstum regluligum inntøkum stavandi
Sunrid Olsen sigur, at nógv hava teknað seg til tað skeiðið longu. Vit tora og samstarva Sunrid Olsen sigur, at grundin til, at tað gongst handilslívinum í Runavíkini so væl, er, at fólk altíð hava torað at [...] ment seg sera nógv, og í dag eru fleiri handlar enn nakrantíð. Sunrid Olsen, formaður í Handilsmiðdeplinum í Runavík, heldur, ein ein grund til, at handilslívið í Runavíkini stendur so sterkt, er, at [...] handlar upplætnir. Talan er um klædnahandil, matvøruhandil og ein handil við barnaleikum. Ongantíð so nógv sum nú Formaðurin í Handilsmiðdeplinum sigur, at hóast fleiri nýggir handlar eru lætnir upp, merkir
ognum. Í dag skal leiðslan so statt kunna vísa til eina samtykt í umboðsnevndini, har handilin verður heimilaður. Leiðslan skjýtur nú upp, at henda áseting verður strikað, so leiðslan fær fríar hendur á [...] SEV ásetuálvt prísin. Tað er so eiðasørt at landsstýrið leggur uppí. Ársúrslitið í 1996 gjørdist góðar 15 mió. Inntøkan vaks við 9 mió., men útreiðslurnar vuksu eisini nógv. Oljan við góðum 4 mió. og raksturin [...] tað ikki sørt ørkymlandi, at umboðsnevndin ikki hevur havt møguleika fyri at valt grannskoðara í so nógv ár, leiðslan hevur forðað fyri tí. Fari eg at heita á grannskoðara SEV?s um alt fyri eitt at leggja
Tað hendir nógv í føroyskum tónleiki í løtuni. Nógvar fløgur koma út, og úrvali er fjølbroytt, alt frá rocki og poppi til gospel og kórtónleik. Undan jólum legst vanliga nógv afturat á fløgumarknaðinum [...] fyrsta solofløgan við Eyðuni Nolsøe, og hon hevur frá byrjan verið eitt hit. Nógv er longu selt av fløguni, og tað er nógv sum talar fyri, at hon fer at vera ein stórseljari. Mest selda fløgan higartil [...] tað ikki so stóran mun, um fløgurnar koma aðrar tíðir á árinum, tær verða næstan altíð væl móttiknar, heldur hann. Um fáar dagar koma tvær fløgur afturat, sum kunnu væntast at fara at selja nógv. Útvarp