Stór ábyrgd hvílir á løg- tingsmonnum

-Tað hvílir stór ábyrgd á tinginum, nú framtíðar oljupolitikkurin skal setast út í kortið. Eg haldi vit hava nógv at læra av norsku royndunum og síggi eisini, at nógv av tí, sum er lagt fram er í tráð við tað, sum norðmenn hava gjørt.


Hetta segði framsøgumaðurin hjá tjóðveldisflokkinum, Heine O. Heinesen, tá uppskotið til kolvetnislóg varð til viðgerðar í tinginum herfyri.

Heine O. Heinesen vísti á, at tað liggur ein sera stóra ábyrgd á tinginum at skula lóggeva á kolvetnisøkinum, tí hetta er fyri okkum eitt ókent virksemi. Tí er tað umráðandi at hugsa seg væl um, soleiðis at landið og tey, sum koma eftir okkum, kunnu njóta væl av tí.

Framsøgumaður tjóðveldisfloksins vísti í røðu síni á, at hevði hann sum limur í Vinnunevndini ikki havt høvi at vitjað Noreg herfyri, so hevði tað ikki verið møguligt at gjørt sær eina mynd av, hvussu stórsligið oljuvirksemið er.

Hann helt, at vit eiga at læra av norsku royndunum eitt nú við at byggja upp eitt oljudirektorat út frá sama leisti, sum norðmenn hava brúkt.

-Nú vit fara inn í hesa vinnu hevur tað alstóran týdning, at vit upplæra okkara fólk á sama hátt sum norðmenn hava gjørt.

Tingmaðurin helt fyri, at hann hevði ikki so ilt við at taka undir við tí mesta, sum stendur í lógini og í viðmerkingunum, tí hetta sampakkar væl við tað, sum Vinnunevndin varð kunnað um í Noregi.

Hann vísti eisini á, at norðmenn hava verið specialistar, tá hugsað verður um at fáa sum mest burtur úr síni olju. Neyvan nakar hevur fingið so nógv burtur úr sum teir.


Oljan í land, men

Heine O. Heinesen helt fyri, at høvi fór at verða at viðgera lógaruppskotið í smáutun í Vinnunevndini, men hann tók onkra grein fram og vísti eisini á greinina í lógini um, at oljan skal í land í Føroyum.

-Sjálvandi er tað gott at hava tað við í lógini, men tað kann sjálvandi vera eitt sindur ivasamt, hvussu tað verður at taka olju í land í Føroyum.

Tingmaðurin ávaraði ímóti at halda alt standa væl til í Føroyum bara um vit finna olju. -Vit mugu ikki billa okkum inn, at tað verður lættari at liva fyri tað vanliga fólkið, hóast tað verður gott fyri landskassan.

Hann kundi ikki taka undir við teimum, sum halda, at oljuvinnan fer at oyðileggja fiskivinnuna. -Fyri henda lítla grunnin her verður tað ein meira passalig tilgongd til fiskivinnuna eftir, at vit hava funnið oljuna. Tá er tað spurningurin at duga at skipa tað so, at ikki alt fólkið rýmur til fiskivinnuna segði Heine O. Heinesen, sum segði seg vilja geva málinum eina góða viðgerð í Vinnunevndini.