Ein jólafundur og annar

Nú fríggjadagin 5.12.1997 hevur SEV sín árliga umboðsnevndarfund. Tey vanligu málini eru á skránni. Ársfrágreiðing, roknskapur 1996 og ætlanir 1997 og 1998. Men eisini hevur stýrið gjørt eitt uppskot til viðtøkubroytingar

Síðsta ár royndi leiðslan at forkoma umboðsnevndini eina ferð med alla. Tað gekk ikki. Umboðsnevndarlimirnir vaknaðu sum við kaldan dreym, tá ið teir varnaðust, at leiðslan ætlaði at gera bart. Men í ár roynir leiðslan so aftur. Hesa ferð við smáum - men sera álvarsligum - uppskotum til viðtøkubroytingar. Tað vald, sum ein umboðsnevnd í einum lutafelag sum SEV natúrliga hevur, skal skerjast. Framyvir skal umboðsnevndin avmarkast til ein kaffiklubba.

Fari eg at nevna nøkur av teimum mest týðandi uppskotunum til viðtøkubroytingar, sum leiðslan hevur boðað frá:

(1)

Tað eitur í verandi viðtøkum, at umboðsnevndin er hægsta vald SEV?s. Leiðslan skjýtur nú upp, at hetta vald verður avmarkað. Framyvir skal tað bera til hjá leiðsluni at halda øllum málum burtur frá viðgerð í umboðsnevndini, um tað ikki positivt kann ávísast í viðtøkunum, at valdið liggur hjá umboðsnevndini. Hetta er tað øvugta av tí núverandi. Í løtuni kann umboðsnevndin taka avgerð í øllum málum, um leiðslan ikki »positivt« kann ávísa í viðtøkunum, at valdið liggur hjá henni.

Talan er ikki bara um ein týðandi prinsipiellan mun. Á hendan hátt fer at bera til hjá leiðsluni at steðga mestsum øllum málum. Og at leiðslan fer at nýta hendan møguleika, er longu prógvað. Tí í fleiri ár hevur tað verið torført - fyri ikki at siga ógjørligt - at fáa mál á skránna og viðgjørd.

(2)

Í verandi viðtøkum verður sligið fast, at umboðsnevndin skal spyrjast, um vaksast skal munandi um virksemi SEV?s. Leiðslan skjýtur nú upp, at henda áseting verður strikað. Framyvir skal leiðslan hava loyvi til at fara í gongd við týðandi útbyggingar uttan nakra tilsøgn frá umboðsnevndini.

Hetta merkir stutt og greitt, at leiðslan t.d. - uttan loyvi frá umboðsnevndini - kundi farið í gongd við bæði Eiði II og Eiði IV. Og mangt annað kann sjálvsagt hugsast.

(3)

Í verandi viðtøkum stendur, at umboðsnevndin skal hava givið sína heimild, tá ið tað snýr seg um keyp, sølu og veðseting av føstum ognum. Í dag skal leiðslan so statt kunna vísa til eina samtykt í umboðsnevndini, har handilin verður heimilaður.

Leiðslan skjýtur nú upp, at henda áseting verður strikað, so leiðslan fær fríar hendur á hesum øki.

Eftir øllum at døma ræða sporini ikki. Flest øll munnu minnast keypið av umsitingarbygninginum í Havn, ið fór fram í heimildarloysi. Eisini er ætlanin, at leiðslan framyvir skal hava loyvi til at taka upp lán (veðseting og umlegging) - uttan loyvi frá umboðsnevndini - og stríðir hetta ímóti grundreglunum fyri lutafeløg.


Leiðslan lógligger seg sjálva

Í løtuni er tað umboðsnevndin, ið setur stjóran í og úr starvi, gevur honum setanartreytir o.s.fr. Umboðsnevndin sleppur framvegis at gera tað fyrra, men nú sleppur leiðslan at gera tað seinna. So helst stendur navnin til eina lønarhækking, og tað hevur hann kanska uppiborið. Men tað skal tó sigast, at leiðslan í mong ár hevur gjørt alt fyri at forða umboðsnevndini í at viðgera spurningar, ið hava við stjóran at gera.

Av øðrum tingum, sum kanska hava minni uppá seg, men sum eisini er ein lógliggeran av mannagongd, sum hevur verið nýtt - men sum ikki hevur verið í samsvari við núverandi viðtøkur - kunnu m.a. nevnast, at freistin fyri at fráboða fundirnar verður stytt, og at ásett verður, at fundirnir framyvir skulu vera í Havn, hóast heimstaðarkommunan Vestmanna smbt. galdandi reglum er fundarstaður.


Opnir fundir

Eitt mál er komið á skránna, sum undirritaði skeyt upp fyri langari tíð síðan. Sig so tað. Umboðsnevndin skal taka støðu til, um umboðsnevndarfundirnir skulu vera opnir. Verður her fyrst g fremst hugsað um, at fjølmiðlarnir eiga at hava atgongd til fundirnar.

SEV er alt ov afturlatið. Tað er eingin ivi um, at allir partar - ikki minst leiðslan - høvdu tikið sítt arbeiði í størri álvara, um fjølmiðlarnir vóru hjástaddir.


Eiði III

Opinleiki er av stórum týdningi, tí avgerðirnar hjá umboðsnevndini hava týdning fyri hvørt húski í Føroyum. Her hugsi eg ikki bara um streymgjøldini, men um t.d. eitt mál sum vatnorkuútbyggingina. Føroya fólk hevur rætt til at vita á hvørjum grundarlagi avgerðin um Eiði III varð tikin, og hvussu orðaskiftið fór fram í hesum sambandi. At okkara landspolitikarar ikki hava stundir til ella tíma at fáast við slíkar spurningar, ger tað uppaftur týdningarmiklari, at fjølmiðlarnir fáa atgongd til umboðsnevndarfundirnar hjá SEV. Hóast alt var í hesum føri talan um størstu íløgu í Føroyum í fleiri ár.

Tað, sum sermerkti hesa avgerð, var at farið var í gongd uttan at neyðugar umhvørviskanningar vóru gjørdar, uttan at hugsað varð um náttúruskemman, og uttan at aðrir møguleikar vóru kannaðir. T.d. hevði sama orka kunnað verið útvegað fyri ein triðing av teimum 120 mió., um valt varð at satsa uppá vindorku í staðin.


Aftur fíggjarligt rokár

Væl ber til hjá SEV at hava rokár á hvørjum ári. SEV ásetuálvt prísin. Tað er so eiðasørt at landsstýrið leggur uppí.

Ársúrslitið í 1996 gjørdist góðar 15 mió. Inntøkan vaks við 9 mió., men útreiðslurnar vuksu eisini nógv. Oljan við góðum 4 mió. og raksturin annars við 19 mió. (útskifting av kaðalum fyri góðar 13 mió.). Rentuútreiðslurnar minkaðu við smáum 7 mió., og avskrivingarnar vóru 3 mió. minni.

Roknað verður við einum ársúrsliti í 1997 uppá góðar 21 mío. Í mun til 1996 minkar inntøkan við 11 mió. (sama elnýtsla sum í 1996, men við lægri prísum). Útreiðslurnar verða nakað tær somu, meðan avskrivingarnar minka eitt sindur.

Í 1998 verður roknað við einum ársúrsliti uppá 20 mió. í mun til 1997 verður ein minking í inntøkunum uppá 5 mió. og somuleiðis ein minking í útrieðslunum uppá einar 5 mió. Avskrivingarnar verða nakað tær somu.

Talan er serliga í 1998 um ógvuliga varisligar metingar (somu elnýtslu sum í 1996, 5% hægri oljuprísir). Stýrið skjýtur annars upp, at streymprísirnir lækka við 3 oyrum í 1998. Ikki eiti á.

Sigast kann, at bæði rakstrarætlanin í 1997 og í 1998 innihalda íløgur, sum verða kallaðar »eyka« rakstrarútreiðslur. Hetta ger, at ein fær eina skriva mynd av roknskapinum. T.d. eru turbinoaggregat og rør á Strond útskift fyri 12 mió. í ár.


Eiði III farið at merkjast

Í løgurnar í 1997 verða smáar 48 mió. av hesum 30 mió. til Eiði III. Íløgurnar í 1998 verða góðar 80 mió. av hesum 40 mió. til Eiði III. Harafturat verða tiknar 40 mió. í láni, og 20 mió. verða tiknar úr byggigrunninum.

Í sambandi við íløguætlaninar kann sigast, at tær verða viðgjørdar tvær reisir, men at umboðsnevndin ongan møguleika hevur fyri at hava eftirlit við, um hesar av umboðsnevndini samtyktu íløguætlaninar eru fylgdar, tá ið árið er av.


Sum lundi á jólanátt

Í mong ár havi eg biðið um, at grannskoðari SEV?s skuldi vera hjástaddur á umboðsnevndarfundunum, men enn hevur hann iki víst seg. Hetta hóast hann fyri mongum árum síðan er valdur av umboðsnevndini, og tað eigur at vera okkum til hjálpar. Eisini kenst tað ikki sørt ørkymlandi, at umboðsnevndin ikki hevur havt møguleika fyri at valt grannskoðara í so nógv ár, leiðslan hevur forðað fyri tí. Fari eg at heita á grannskoðara SEV?s um alt fyri eitt at leggja starvið frá sær.


Klæmint Olsen, SEV-umboðsnevndarlimur