Tvøramenn samtyktu fyri aðru ferð at seyðurin skal úr býnum

Samráðingar verða helst við hagapartarnar fyrst í komandi ári

Nógv tvørafólk hava leingi ilskast inn á allan seyðin, sum gongur leysur í býnum, tí hann er til so stóran ampa.

Hann er til vanda í ferðsluni, urtagarðar fáa ikki frið, og hann legst í túnini undir húsunum at kroka í ruskveðri. Og ikki minst ilskast fólk av at ganga og traðka uppií øllum tí, seyðurin avreiðir á vegir, gongubreytir og í túnini.

Men nú kann sigast við toluligari vissu, at tvørafólk sleppa undan hesum trupulleika um ikki so langa tíð.

Tí mánakvøldið samtykti býráðið nevniliga fyri aðru ferð, einmælt, at seyðurin skal beinast úr býnum.

Fyrru ferð samtykti býráðið einmælt fyri einum ári síðani at friða býin úr Húsagarðsá har úti á Tvøroyri, til Myllá inni í Trongsivági.

Og mánakvøldið varð samtyktin staðfest, og eisini hesuferð varð býráðið púra samt.


Ikki alla kommununa

Býráðið ger sær ongar vónir um at friða alt bygt øki í kommununi fyri seyð, tí hon er so víðfør, gongur líka úr Froðba til Øravíkar.

Tað er heldur ikki vist, at allir býlingarnir vilja verða friðaðir fyri seyð.

T.d. var ivast í, um áhugi yvirhøvur var fyri at beina seyðin burtur í Froðba, Øravík, og kanska aðrastaðni við.

Býráðið er sinnað at finna lokalar loysnir, varð upplýst á fundinum.

Men í fyrstu syftu er talan um at friða tað fjølbygdasta øki. úr Húsagarðsá inn til Myllá.

Tað er økið av Sevmýru inn til landsvegin við elverkið.

Talan er um 305.000 fermetrar, sum ætlanin er at friða.

Hetta fer í fyrstu syftu at kosta kommununi ímillum 700.000 og 800.000 krónur í endurgjaldi til yvirliggjandi haga.

Tí yvirliggjandi hagi hevur lógarfestan rætt til vetrarbit á undirliggjandi bøi, so endurgjaldi sleppur kommunan ikki undan.

Býráðslimir upplýstu, at seinast teir vitstu, var endurgjaldið 2,50 krónur fyri meturin

Væntandi verða samráðingar tiknar upp við hagapartarnar eftir ársskiftið.

Afturat endurgjaldinum skal so betalast fyri stik og rulluportur, og tað verða nakrar hundraðtúsund afturat.

Onkur býráðslimur helt, at hetta kundi blíva sera dýrt, tí helst fór hvør eigari at krevja portur inn til sín.

­ Og tað vita vit, verður kommunan kravd eftir portrum, verða tað ikki vanlig portur, sum skulu til....

Býráðið ætlar at fremja ætlanina um at friða býin fyri seyð uppá fimm ár.

Býráðsformaðurin ávaraði býráðslimir um, at hóast seyðurin var ein plága fyri mong, fór hetta at gera teir illa dámdar mangastaðni.

Tí tað er geitt, at verður seyðurin stongdur úti frá miðbýnum, fer hann onkra aðrastaðni at vera. Tvs, at seyðaplágan fer at verða uppaftur verri í summum býlingum í útjaðaranum, enn hon er nú....

Annars hildu býráðslimir, at nú var nóg mikið tosað um seyðin.

Málið hevur ferið frammi og vent í 10-15 ár, so nú var at fara til verka, so nakað spurdist burturúr, hildu teir.