Fyrsta jólabókin um Dunnald og øll í Dunnuvík, Dunnaldur & tey á jólum, er komin. Søgurnar, ið eru skrivaðar og teknaðar av ymiskum fólkum, hevur Pauli Nielsen týtt úr enskum.
Fyrsta søgan, ið eisini er hin longsta, hevur Ron Fernandez teknað og Pat Block skrivað. Søgan eitur: Ov sein á ólavsøku, og her hitta vit fyri fyrstu ferð Klossmund og gívrina Glantru í føroyskum blaði. Annars er høvuðspersónurin sum vant Dunnaldur, ið hevur sett sær fyri at vinna kappingina um at hava tey vakrastu húsini á jólum. M.a. hevur hann keypt 3.876 el-perur at prýða sær húsini. Men Dunnaldur veit, at tað er ikki lætt at vinna, tí at ein grannin er sjálvur Gulfinnur Gorront ? og hann plagar jú at vinna uttan at rætta hond frá síðu. Men so kemur gívurin Glantra at vitja, hon ætlar sær á ólavsøku, men hevur mist dagaskil, og nú kann alt henda?
Nú er stund at gleða seg, er gomul Barks-søga. Upprunaliga var ætlanin, at hon skuldi verða prentað í Walt Disney?s Comics & Stories, men hon varð vrakað, tí hildið varð, at hon var ov ógvuslig, ov nógvur harðskapur ? og so jólaaftan? Í dag er hetta lítið av miklum. Men í stuttum er søgan henda, at Dunnaldur setur sær fyri at gera sum í gomlum døgum og fara út at syngja fyri fólki at gleða tey. Men tey eru ikki mong, sum dáma dunnusangin, og pásettligur, sum hann nú er, gerhann av at fáa størsta tvørballið í býnum, grannan Knarrvald, í jólahýr. Dreingirnir royna at muta ímóti, men har er onki at gera, hettam á fáa ein ringan enda?
Tað er verri vorðið við jólahýrinum hjá Dunnaldi sjálvum í søguni: Køld jól, sum Jack Sutter hevur skrivað og Tino Santana teknað. Her er tað hann, sum leikar í og skeldar, tá ið fólk syngja jólasangir og banka upp á dyrnar at biðja um pening til tey fátæku á jólum. Hann leikar so í, at hann steingir seg úti, og tá ið hann noyðist at bróta inn aftur hjá sær sjálvum, meldar grannaverndin hann til politiið?
Síðstu søguna: Máti skal vera við eigur Daniel Branca. Her eru tað Dinni, Danni og Dunni, ið taka sær um reiggj, tá ið teir varnast, at høvuðsgøtan í Dunnuvík, Víkarvegur, er ikki pyntað. Býráðið hevur ikki ráð at pynta í ár, tí royna teir fyrst at fáa ommubeiggjan, Gírik McGvagg at gera tað. Tá ið hann sigur nei, fara teir í staðin til hin ríka mannin í Dunnuvík, Gull-Ívar Tinnustein, sum fegin vil vísa rætta jólasinni og lovar at pynta miðbýin. Hetta vil Gírikur ikki lata sita á sær, at Gull-Ívar skal vísa størri jólasinni enn hann, og so verður Dunnuvík pyntað í ólukkumát?
Dunnaldur & tey á jólum, Nr. 1, er 56 bls. í litum og við stívari permu. Spf. Gramar stóð fyri prentgerðini og bókin kostar kr. 75 í bókhandlum og stórum kioskum ? men tú mást skunda tær, tí fyrsti árgangur, nr. 1, av bløðum um Dunnald Dunnu verða vanliga nógv eftirspurd og skjótt uppseld?