Vágafólk gjørdust kløkk og uppøst, tá tað frættist, at Sámal Petur í Grund var frákoyrdur í gjár.
Thurid Olsen í Sandavági, sum er formaður í Felagskommununi í Vágum sigur, at tað harmar tey, at málið um undirsjóartunnilin fekk eina slíka vend.
Hetta er eitt gamalt mál, sum vágafólk í seinastuni hava sett stórar vónir til.
Fyrstu ferð málið var frammi, var seinast í áttatiárunum. Men ta søguna kenna øll.
Hesaferð væntaðu fólk, at tað fór at bera til at fáa tunnilin, sigur Thurid Olsen. Men nú sær aftur út til, at stígur kemur í.
Thurid Olsen sigur, at fólk, hon hevur tosað við, síðan tíðindini spurdust, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum var frákoyrdur, eru øgiliga kedd.
Hetta eru ring tíðindi at fáa nú beint upp undir jól, tá fólk annars skuldu havt tað hugnaligt.
»Tað er ein tungur stemningur í Vágum í dag,« sigur Thurid Olsen.
Hon sigur, at tá málið fyrstu ferð var frammi, vóru nógv, eisini hon sjálv, sum ivaðust, um tað var rætt at gera tunnil undir Vestmannasund. Men soleiðis er ikki nú, sigur hon. Tað er neyvan fólk í Vágum í dag, sum ikki er fyri, sigur Thurid Olsen.
Og tað sær út til, at rákið er vent aðrastaðni eisini, sigur hon. Tað eru alt fleiri, sum vóru í móti tá, sum eru fyri nú, sigur hon.
»Øll, ein tosar við um sambandið í Vágar, nevna fløskuhálsin, um Sundið.«
Felagskommunan í Vágum hevur við vilja hildið lágan profil, meðan málið hevur verið fyri. Men tey hava kortini fylgt gjølla við, hvussu leikur fór. Millum annað er Felagskommunan limur í Vága Vinnufelag, sum hevur arbeitt nógv við málinum.
Enn er hendan støðan so nýggj, sigur Thurid Olsen, at hon er ikki viðgjørd í Felagskommununi enn. Men eingin ivi er um, at fólk eru sera hørm um tað, sum nú er hent.










