Merkiskvinna farin

Minningarorð

Leygardagin 29. november andaðist Malla Samuelsen. Tímaglas hennara, stillað á 88 ár, var útrunnið.

Børn, ommubørn og langommubørn mistu við Mallu tann fjálga, savnandi miðdepilin, sum er so virðismikil at hava hjá okkum øllum at styrkja um samleikan.

Og vit onnur mistu eina høgt metta skyldkonu, vermóður, vinkonu og fyrimynd.

Tí Malla var merkiskvinna. Hon skaraði framúr á so mangan hátt: Sum móðir, fyri ein part í faðirs stað, sum forkvinna í Kvinnufelagnum, sum fyristøðukvinna, løgtingskvinna og býráðslimur. Men hon var eisini úr góðum bergi brotin.

At lýsa bara tann partin av Mallusa lívi, sum eg veit um, vildi fylt nakrar blaðsíður. Tað liggur ikki fyri beint nú. Tí hesi fáu orð, henni til heiðurs og tykkum møguliga til ugga, sum eru góð við hana.

Aðaleyðkenni Mallu vóru: Vit, skil, áhugi, málvísi, áhaldni, orðhaldni, dugnaskapur og góðska og trúskapur móti ætt, vinum, býi og føðilandi og øllum tí, sum henni tóktist virðismikið. Harafturat var hon vøkur, virðilig og fyrikomandi.

Og ikki gavst hon á hendur fyri tað, um hon fekk mótgang. Á nei. Mótgang fekk hon í ríviligt mát: Fyri knøppum ári síðani misti hon sína elskaðu dóttur Elinborg, sum doyði av ferðsluvanlukku. Malla bar hesa syrgiligu hending úteftir við eini tign, sum fáur annar hevði megnað, men sum var henni so eyðkend. Men, tey sum vita betur, ivast lítið í, at hendingin stytti um lívið hjá mammuni eisini.

Og húsini brunnu í grund ? 7. desember 1976. Hesi prýðiligu húsini handan Á, sum hon hevði hjúklað um innan og uttan, og sett sín serdám á við sínum óvanligu listarligu gávum. Úrvalið av málningum, møblum, gløsum, dúkum og bókum skaraði framúr. Ikki minst lutirnir, sum maður Mallu, Carl farbróðir, sum sigldi so nógv úti í verðini sum maskinmeistari, hevði við sær heim av so fjarskotnum leiðum sum Japan.

Malla, sum var farin um tann aldur, har roknað verður við stórum fyritakssemi, stúrdi sum ein annar Terje Vigen ein dag ella tveir, og fór síðani undir at reisa húsini aftur á somu grund saman við soninum Sjúrði. Eingin ið kom inn á gólv, og sum ikki vitsti betur, fekk fatan av, at á ovastu hædd handan Á 4 búði kona, sum fyri stuttum hevði mist alt. Alt var so listarliga vakurt.

At Carl var so nógv burturi, og at hann síðani í seinni manndómsárum og á ellisárum misti nakað av gonguførleikanum gjørdi, at Malla í langar tíðir mátti vera teimum trimum børnunum, Beintu, Elinborg og Sjúrði bæði í móður og faðirs stað. Hetta gjørdi hon á fyrimyndarligan hátt.

Men Malla fekk tíð til annað eisini. Orkan og ágrýtnið tóktust óslítandi.

Hon átti stóran leiklut í Kvinnufelagnum, sum varð stovnað í klubbanum í 1952, Kvinnu-tíðindum, sum komu um sama mundið, og í umvælingini av Mettustovu miðskeiðis í fimti-árunum; hesi uml. 300-ára gomlu søguligu húsini uppi á Høgareyni, sum Kvinnufelagið ognaði sær og fór at nýta í 1961.

Malla átti sín lut í endamálsorðingini hjá Kvinnufelagnum »at menna kvinnuna, so hon gerst betur før fyri at røkja tey størv, ið samfelagið áleggur henni, bæði mentanarliga, politiskt og samfelagsliga«. Av sonnum kann sigast, at Malla í gerningi sýndi trúskap móti hesum hugsjónum, og at arbeiðið hjá Kvinnufelagnum hevur borið ávøkstur.

Malla var forkvinna Kvinnufelagsins 7 ferðir, næstformaður 8 ferðir og skrivari 1 ferð í tíðarskeiðinum 1952-67. Miðskeiðis í fimtiárunum eydnaðist tað henni við serligari vælvild frá fyristøðukvinnuni frk. Suhr at sleppa á Suhrska húshaldsseminariið. Eftir hetta hevði Malla kvøldskeið fleiri vetrar í sínum nýggju húsum handan Á, hagar tey vóru flutt frá Svalanum, sum var eystari endi á tí núverandi Ebenezer. Har var stákan við lít. Og sum tað smakkaði væl, tað vit ungu nápaðu burturav, tá ið vit fylgdu Beintu heim fyri, at hon ikki skuldi koma í skeivar hendur.

Malla var fyrsta kvinna, sum fekk sæti á tingi. Hetta var, minnist meg rætt, í 1964. Hon sat á tingi fyri Sjálvstýrisflokkin, sum kanska ikki var so løgið, tá ið ein veit, at Louis Zachariassen var morbróður hennara. Eisini her var Malla trúføst og virkin.

Hon hevði frammanundan, í tíðarskeiðinum 1956?1960, sitið sum fyrsta kvinna í býráðnum í Havn, vald á kvinnulistanum; eitt skifti var hon forkvinna í teknisku deild og í sosialu deild. Um hetta skiftið var stór tilflyting til Havnar. Heldur ikki her lá hennara partur eftir. Tíverri liggur ikki fyri at umrøða flokspolitisku avrik hennara nærri, men leggjast kann afturat, at hon sat leingi í barnanevndini, heilt upp í sjeytiárini. Eisini var hon í einkjugrunninum, sum varð stovnaður eftir at Stella Argus gekk burtur.

Hon var fyristøðukvinna á Ellisheiminum í 13 ár. Eg minnist, at sagt varð um hana, at hon lyfti hetta heim upp, frá at vera eitt pláss, har bíðað varð eftir deyðanum, til eitt verdugt stað hjá teimum gomlu at vera. Fólk hildu tað vera undrunarvert, hvussu bíliga hon kundi reka ellisheimið; her, sum í øllum lutum, dugdi hon at fáa nógv burturúr lítlum.

Nógv gott fólk er komið av Kirkju. Malla smæddist ikki burtur í hesum vala liði.

Í týðing Louis Zachariassens eftir Grundtvig av sálminum »At siga heiminum farvæl« byrjar fyrsta ørindi soleiðis:


At siga heiminum farvæl,

um fátt sum fult er áratal,

er líka tungt at fata.


Hóast tann av lívsins lógum, sum sigur, at ein doyr, tá ið tíðin er búgvin til tess, er tað tungt hjá okkum at fata, at ein av tilverusúlum okkara er skrykt undan okkum.

Men tyngri er tað hjá tykkum allarnærmastu. Men minnini um eina góða mammu, ommu, langommu og vermóður og eina merkiskvinnu eiga tit so eftir. Og fullvissuna um, at hon fekk ein góðan aldurdóm í sambýli við Doru og Sjúrði, sum tóku sær fyrimyndarliga væl av henni.

Heiður veri minninum um Mallu.