Í Dimmalætting seinasta leygardag hevur Eyðun Viderø, fólkafloksmaður og bygdaráðsformaður á Sandi nakrar sokallaðar viðmerkingar til ymisk kommunumál. Serliga eru tað viðurskiftini, sum hava nakað við Tvøroyri at gera, sum fyri henda bygdaráðsformann eru serliga áhugaverd.
Hann skal eitast at royna at vera ein neutralur eygleiðari, sum frá síðulinjuni ger viðmerkingar til truplu støðuna, Tvøroyri er komin í, og um politisku viðurskiftini annars í kommununi. Tað er næstan, sum tú merkir, at hesin eygleiðari onkursvegna fegnast um, at tað hóast alt er onkur kommuna, sum er verri fyri, enn hon, hann sjálvur stjórnar.
At seta kommunur upp móti hvørjum øðrum
Neyvan verður nakað gott at spyrjast burturúr, tá kommunur verða settar upp ímóti hvørji aðrari, ella tá aðrir fara at blanda seg ov nógv í innanhýsis trupulleikar í einari aðrari kommunu, soleiðis sum Eyðun Viderø ger eina heilhjartaða roynd uppá. Ber so til at grumsa málið uppaftur meira við at taka partapolitikk uppí, ja so er spælið vunnið.
Gamalt er at siga, at ikki eigur at verða kastað við gróti, tá ein sjálvur býr í einum glashúsi. Hesi vísdómsorð galda eisini Eyðun Viderø.
Nei, tað eru hinir, sum siga tað
Rættiliga snildisliga leggur hann øll negativ úttalilsir í munnin á Páll Vang, býráðsformanni á Tvøroyri sum eisini av røttum eigur tey, men ikki kemst uttanum, at Eyðun Viderø frøist við at kunna endurgeva tey, og tað skal eingin ivast í, at hann tekur undir við teimum av heilum hjarta, hóast hann ikki er maður nokk til beinleiðis at siga tey. Men tað veksur maðurin ikki av.
Tí skal bæði Eyðun Viderø og fólk annars fáa rætta samanhangin at vita.
Kommunuskuldin á Tvøroyri
Kommunuskuldin á Tvøroyri gevur bygdini óloysiligar trupulleikar, soleiðis sum støðan nú er. Kommunan skyldar einar 165 mió. kr. Hetta er ikki nakað, sum nakar rættsiktaður persónur kann frøast um, uttan mun til, hvat viðkomandi annars heldur um tvørafólk og politisku flokkarnir, sum har hava búleikast.
Eyðun tykist vera sera illa kunnaður um hesi viðurskifti og enntá roynir at siga tað, sum skeivt er. Ella skrivar hann, sum mest sannlíkt er, móti betri vitandi.
Vit høvdu tíverri í Javnaðarflokkinum eitt innanhýsis stríð á Tvøroyri í 1984, sum endaði við, at tey, sum áður vóru javnaðarumboð í býráðnum fóru sundur. Vit vóru trý ymboð, sum endaði í andstøðu, meðan hini bæði umboðini við Dánjal av Rana á odda, kastaðu saman við teimum borgarligu m.a. Fólkaflokkinum og Páll Vang.
Úrslitið av hesum stríði gjørdist, at teir borgarligu fyri fyrstu ferð komu til at stjórna býi okkara. Hetta var sum sagt í 1984.
Í 1992 og aftur í 1996 gjørdist Páll Vang formaður, meðan hann hinar báðar seturnar var næstformaður hjá Dánjal av Rana, sum var býráðsformaður frá 1984 til 1992.
Skuldin í 1984 og í dag
Í 1984 skyldaði kommunan uml. 70 mió. kr., og vóru tá allar tær stóru íløgurnar í skúlar, ítróttarhøll, vegir og partvíst havnin á Drelnesi gjørdar, umframt at útbyggingin av vinnulívinum við bæði virki og skipum var komin upp á pláss. Tá misti Javnaðarflokkurin ávirkanina í býráðnum.
Hetta var ein lánsupphædd, sum var ríkiliga stór, men sum tó hevði borið til at goldið niður.
Støðan í dag aftaná 12 ár við teimum borgarligu
Í dag skyldar kommunal uml. 165 mió. kr., og einasta nýggja íløgan,s um komin er, er ein nýggjur barnagarður. Restin av lánunum er farin til at tippa hol við og annars til at fíggja eitt yvirforbrúk. Av hesum tíðarskeiði eigur Fólkaflokkurin formannin í fimm ár, og næstformannin í átta ár.
Hygg fyrst um teg sjálvan
Tá Eyðun Viderø er so upptikin av Tvøroyri, kundi eg kanska spurt, um hann heima á Sandi eisini hevur eygleitt javnaðarmenn í at niðurbinda hansara kommunu við skuld? Sjálvur situr hann sum formaður, og undangongumaður hansara sum formaður var úr Tjóðveldisflokkinum. Men kanska finnur hansara dømandi sál onkran javnaðarmann kortini, sum hann kann brúka sum syndabukk.
Men innast inni dugi eg ikki at síggja, hvat tað skal tæna, at partapolitisk spjøldur verða hongd á kommunuskuldina. Tað ger tað ikki lættari at gjalda hana aftur, kanska tvørturímóti.
Kommunuskuld av neyð
Eg hoyrdi Eilif Samuelsen í Fimmaranum siga, at kommunur høvdu lænt seg út á bláman. Og tað er eisini rætt, at so er.
Men husjónarliga eri eg ikki samdur við Eilif Samuelsen, tá hann sigur, at kommunur ikki skulu luttaka í vinnulívinum.
Her má tað vera so, at tá tað privata ikki røkkur, og tað er sanniliga ikki so sjáldan, so má tað almenna í hesum føri kommunan taka takið. Tað finst einki alternativ.
Men Eilif Samuelsen, sum býr í kommunu við føstum regluligum inntøkum stavandi frá almennari umsiting, kennir ikki til, at kommunur hava verið noyddar til at spenna seg fyri vinnulívið, tí annars var hungur og hall. At sita og bíða eftir sokallaðum vinnulívsmonnum hevði ikki mettað nógvar munnar ella givið nógvum hondum arbeiði.
Áðrenn kommunan á Tvøroyri í fyrraparti av sjeytiárunum fór undir at skipa fyri vinnulívinum í bygdini, var sum sunnudagur hvønn dag. Hetta var eitt neyðugt og skilagott tiltak, sum fekk undirtøku frá allari bygdini.
At tað so seinni hevur gingið meira tungt, tað var bara spell, men soleiðis gekst við øllum okkara vinnulívi fyrst í nítiárunum.
Var Eyðun Viderø so konstruktivur?
Mær rennur í hug, tá tíðindini gingu um, at nú var bygdaráðsformaðurin á Sandi farin til Havnar at krevja Fiskavirking til at taka virkið heima á Sandi niður, tí einki virksemi var. Múrarnir skuldu falla eins og í Jeriko á sinni. Tað var hansara dómur.
Í dag trúgvi eg, at nógvir sandoyingar fegnast um, at Eyðun Viderø ikki fekk sín vilja, tí nú er eitt blómandi virksemi á báðum virkjunum.
Tá má sigast, at fólkini aftan fyri Sandoy Seafood eru munandi meira konstruktivir. Falnir múrar metta ongar munnar.
Jóannes Eidesgaard