Her inni hava vit altíð torað

Sjálvt tey ringastu kreppuárini mentist handilslívið. Í Runavík hava vit altíð torað. So hóast nakrir handlar tíverri ikki hóraðu undan, komu enn fleiri afturat. Men ein frágreiðing er eisini, at vit, sum hava handil, eru so væl, at vit samstarva líka nogv, sum vit kappast

 

Fyri 20 árum síðani kundu teir teljast á fingrunum. Í dag eru teir einir 50...

Hesi seinastu árini er Runavíkin blivin ein av størstu og fjølbroyttastu handilsmiðdeplum í Føroyum.

Ikki minst hesi seinastu 10 árini hevur handilslívið ment seg sera nógv, og í dag eru fleiri handlar enn nakrantíð.

Sunrid Olsen, formaður í Handilsmiðdeplinum í Runavík, heldur, ein ein grund til, at handilslívið í Runavíkini stendur so sterkt, er, at tey hava altíð torað og hava havt dirvið til at farið undir okkurt nýtt.

Handilsmiðdepilin varð stovnaður fyri einum 20 árum síðani, og tá vóru ikki nógviur handlar uppií.

Men nú liggja teir um hálvthundrað limir.

Ein kreppa, sum tann ið seig niðuryvir Føroyar fyrst í nítíarunum, rakar vanliga handilslívið báði fyrst og harðast.

Men tað merkisverda hendi í Runavík, at sjálvt hesi ringastu kreppuárini hevur handilslívið har inni ment seg.

Sunrid Olsen sigur, at sjálvandi rakti kreppan eisini tey sum ein hamari og tað vóru eisini nakrir handlar, sum ikki hóraðu undan.

­ Men tað eru enn fleiri, komnir afturat enn teir, sum lótu aftur.

Og at síggja nýggjar handlar lata upp á eystara armi á Skálafjørðinum, er ikki nøkur sjáldsom sjón.

Bara seinastu tíðina eru tríggir nýggir handlar upplætnir.

Talan er um klædnahandil, matvøruhandil og ein handil við barnaleikum.


Ongantíð so nógv sum nú

Formaðurin í Handilsmiðdeplinum sigur, at hóast fleiri nýggir handlar eru lætnir upp, merkir tað ikki, at allir trupulleikar eru av.­ Tað hevur verið sera strævið at hava handil hesi árini. Og tað er strævið enn. ­ Men kortini tykist tað, sum um tað er komið eitt sindur meiri gongd í aftur í seinastuni, heldur hon.

Sunrid Olsen sigur, at tað var Erling Jørgensen, sum seinast í sjeytiárunum tók stig til at stovna Handilsmiðdepilin

Tá vóru ikki nógvir handlar. Og teir flestu, sum vóru, vóru matvøruhandlar.

Men nú er støðan heilt øðrvísi.

Sunrid Olsen sigur, at í dag eru 47 limir í handilsmiðdeplinum.

Afturat teimum, eru nakrir handlar, sum ikki eru limir.

Hinvegin eru ikki allir limir handlar. T.d. er kunningarstovan limur.

Hon sigur, at ein avgjørt styrki hjá teimum, er, at handilslívið er so fjølbroytt.

­ Ikki minst er tað ein styrki, at vit hava nógvar, stóran matvøruhandlar.

­ Av tí, at teir eru so nógvir, er stór kapping teirra millum og tað trýstir prísin niðureftir og dregur fólkið til staðin.

Men umframt kappingarførar matvørur, er alt at fáa í Runavík.

Ikki minst er úrvalið av klæðum stórt, og tað eitt úrval, sum avgjørt er fult kappingarført við tað, sum fæst nakra aðrastaðni, báði í úrvali, sniði og prísi. ­ Men umframt tað, er eitt stórt úrval av øðrum handlum eisini, báði málingahandlar, bókahandil, fotohandil, radio- og sjónvarpshandil o.,s.fr.

Tað einasta, okkum kanska manglar, er ein handil, sum selur innbúgv....

Og harafturat eru aðrir handlar, sum draga fólk.

Í Runavík er báði rúsdrekkasøla og apotek.

Sunrid Olsen sigur, at allir hesir handlar stuðla uppundir hvørnn annan, tí tað er ein stórur fyrimunur., at her fæst alt á einum stað.

Endamálið hjá Handilsmiðdeplinum er at gera vart við handlarnar og at gera teir meiri sjónligar.

Tað verður m.a. gjørt við at samskipa tiltøk og at skipa fyri felags lýsingaherferðum.

M.a. gevur Miðdepilin út eitt felags lýsingablað fýra ferðir um árið, sum er uppí limagjaldinum til handilsmiðdepilin.

Harafturat skipar Handilsmiðdepilin fyri felags lýsingum í sjónvarpi og í bløðunum.

Handilsmiðdepilin hevur eisini skipað fyri onkrum smærri skeiði. M.a. hevur eitt verið í sølu og tænastu.

Og í januar fer handilsskúlin at halda skeið fyri limunum í Handilsmiðdeplinum í at pynta vindeygu og at skriva søluskelti.

Sunrid Olsen sigur, at nógv hava teknað seg til tað skeiðið longu.


Vit tora og samstarva

Sunrid Olsen sigur, at grundin til, at tað gongst handilslívinum í Runavíkini so væl, er, at fólk altíð hava torað at farið undir nakað nýtt.

Hinvegin hevur tað eisini stóran týdning, at handilsfólkini eru so væl.

­ Hugburðurin er sera positivur. Vit føla okkum øll væl inni á gólvinum hjá hvørjum øðrum. Hóast vit sjálvandi kappast, meta vit hvønn annan líka nógv sum samstarvsfelagar sum kappingarneytar, sigur hon.

Og at tað hevur givið úrslit, ivast hon ikki í.

Tað er heilt vanligt, at fólk koma higar at keypa aðrastaðni úr landinum, báði úr Norðoyggjum, úr Havn og aðrastaðni við.

Tað sæst á nógv ferðsluni við handlarnar um dagarnar.

Men nú vit standa á gáttini til 21. øld standa stórbroytingar fyri framman. Um 10-20 ár er kanska koyrandi báði til Klaksvíkar og til Vágar. Hava tit gjørt nakað serligt fyri at brynja tykkum til tær avbjóðingarnar?

­ Nei, hatta liggur nógv ár frammi í tíðini, og so langt hava vit slettis ikki hugsað enn. Men tað er greitt, at tað fer at hava avbjóðingar við sær. ­ Tí tá verður ikki bara koyrandi til Runavíkar úr Vágum og úr Norðoyggjum.

Tað verður eisini koyrandi úr Runavík til Klaksvíkar og til Vágar.

Men tað skuldi tað verðið ein styrki, at vit hava eitt sterkt handilslív og eina framkomna handilsmentan at byggja á.


Stongt Jóaaftan

Nýggjasta tiltakið er, at leygardagin verður langur leygardagur í Runavík.

Tá hava allir handlarnir opið til klokkan fimm seinnapartin við ymsum tilboðum.

Á jólum hendir tann broyting, at Tollaksmessudag verður opið til klokkan 10 um kvøldið, men afturfyri verður stongt alla Jólaaftan.Sunrid Olsen sigur tað var longu seinasta ár, at Handilsmiðdepilin royndi at fáa landsstýrið at broyta afturlatingartíðirnar á jólum, so at stongt varð Jólaaftan, men tá vann tað ikki frama.

Men í ár er tað so blivið til, at handlarnir hava avtalað at hava afturlatið Jólaaftan.

Hetta er ikki bara galdandi í Runavík.

Hon sigur, at hetta er serliga gjørt fyri tey, sum arbeiða í handlunum.

­ Tey, sum arbeiða í handlum jólaaftan, sleppa ikki til húsar fyrrenn út á seinnapartin, og tað halda vit er óheppið ein slíkan dag.

­ Tí vilja vit heldur hava tað longri opið tollaksmessudag enn vanligt og so helt stongt jólaaftan.

Tað merkir ikki annað enn at tað seinasta jólakeypið má flytast ein dag fram, men tað væntar hon ikki, verður nakar trupulleiki. Annars er jólasølan so smátt byrjað, heldur hon.

Og hóast tann stóra sølan ikki verður fyrrenn seinni, hevur hon kortini varhugan av, at tað sær heldur frægari út í ár, enn tað hevur gjørt seinastu árini.

Út ímóti jólum er ætlanin at skipa fyri onkrum hugnaligum, t.d. at hava jólanissur í býnum ávísar dagar við karamellum, ella onkrum góðum til børnini

Men tað er ikki heilt avgjørt, hvussu verður við tíð enn, sigur Sunrid Olsen.