eru so tolin og ikki gera meiri vart við seg. Tey eru jú sera kroyst, sita við skuld og mugu onkur enn tá siga upp, tí tey ikki fáa børnini ansaði. Ei undur í, at tey eru ill, men tey rópa í skeivum stað [...] vit sum umsiting ikki gjørt nakað annað enn at koma við tilmælum til sosialu nevnd. Jancy tekur tó ikki undir við framferðarháttinum hjá foreldraráðnum í Havn. - Tey dríva næstan hetz í móti býráðnum. Forlanga [...] at liggja. Tí taki eg als ikki undir við. Tað kann ikki vera meiningin, at umsitingin skal standa til svars fyri hvørt einstaka barn, sum verður tikið inn. Og tað koma ikki fleiri ansingarpláss, um kommunan
fyri býráðsmeirilutanum í 16 ár. Nú er hann í minnilutanum í Klaksvíkar býráði. Meirilutin í Klaksvíkar býráði arbeiðir í hesum døgum við fíggjarætlanini fyri komandi ár, og í tí sambandi hava tveir fundir [...] heimavølli. ? Býráðsmeirilutin í Klaksvík eigur at halda sínar fundir innan fyri kommunumark í Klaksvík og ikki á Viðareiði. Í hvussu so er so leingi, sum kommunurnar ikki eru lagdar saman, sigur Jógvan [...] við Keldu. ? Tá leiðslan ikki er nóg sterk, verður somikið meiri tosað, men tað er ikki altíð, at tað kemur tað besta burtur úr hesum. Undantaksstøða Jógvan við Keldu ætlar sær ikki at gera meiri við málið
tvey lið, sum ikki hava havt viðrák síðstu vikurnar, sum hittast í Runavík í morgin. Hósdagin fall NSÍ á heimavølli í hálvfinaluni í steypakappingini ímóti KÍ, og sama dag fall HB á heimavølli í hálvfinaluni [...] var tað ikki lætt at fylgja við, tá HB venjarin tók Una Arge út, alt meðan teir í HB royndu at fáa málið, sum hevði sent teir og ikki B36 í steypafinaluna. Men tað er nevyan nakað at ivast í, at Uni Arge [...] Arge aftur í morgin verður fremsti álopsmaðurin hjá HB. Í NSÍ er tað greitt, at teirra fremsti álopsmaður verður ikki tøkur í morgin. Christian Høgni Jacobsen hevur hildið frí frá venjingini í fleiri kvøld
Hús í vanda Hesi seinastu árini er so nógv máað burturav bakkanum í Sumba, at fleiri hús skjótt verða í vanda fyri at fara í havið. Jacob Vestergaard, borgarstjóri í Sumbiar Kommunu, sigur, at verður ikki [...] er, skal ikki undirmetast. Mátingar vísa, at í støðum eru heilir 17 metrar máðaðir burturav bakkanum síðani Sumba varð matrikkulerað síðst í fimtiárinum. ?Tá ið so nógv kann verða máað burturav í bara 40 [...] hvussu árini eru. Síðst í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum vóru vetrarnir ringir við nógvum ódnum og nógnum brimi og tað fór heilt nógv í havið. Men hesi seinastu árini hevur tað ikki verið so ringt, tí nú
ð orðað. Í hesum sambandi kann viðmerkjast, at andin í samráðingaruppkastinum legði kanska ikki upp til positivar og konstruktivar samráðingar. Danska stjórnin góðtók heldur ikki endamálið í samráðing [...] rin slær fast í skrivi seinastu dagarnar, at Danmark hevur ikki góðtikið Føroyar sum eittt sjálvstøðugt "folkeretssubjekt". Sum merkir, at stjórnin góðtekur ikki Føroyar sum eina tjóð í fókarættarligum [...] bankasemjuna í juni 1998. Tá staðfesti felagsfrágreiðingin rættin hjá landsstýrinum at samráða seg til eitt føroyskt fullveldi. Men stjórnin góðtók ikki seinri sama summar, at embætismenn í felag kannaðu
rnar í øllum landinum, uttan í nøkrum einstøkum kommununum, har tær eru undir Starvsmannafelagnum, eitt nú í Havn,í Klaksvík og í nøkrum einstøkum kommunum afturat. Men sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum [...] svartskygdur er Petur Kruse, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, ikki. Hann heldur ikki, at støðan eftir 1. januar kann kallast sáttmálaloysi sum so, tí í løtuni er ongin sáttmáli og hetta er fyrstu [...] ? Eg vænti ikki, at tað verður verkall á nýggjárinum. Tað sigur Petur Kruse, sum er formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Í heyst vórðu sáttmálar á fyrsta sinni gjørdir ímillum Føroya Arbeiðarafelag
órógvað, við tað, at teir næmingar, ið hava frí mitt í skúlatíðini ganga í skúlagarðinum ella inni í skúlanum. Dømi eru um, at børn, ið ikki eru von at ganga einsamøll millum skúla og heim, hava gjørt tað [...] Viðvíkjandi støðuni í skúlanum í samb. við verkfallið hjá lærarunum Nú allir sáttmálasettir lærarar eru í verkfalli, er Kollafjarðar skúli sera hart raktur, við tað at undirvíst verður undir 40% av vanligu [...] missa teir enn meir, tí ringt er hjá lærarunum, sum ikki eru partur av verkfallinum at leggja undirvísingina til rættis, tá teir ikki vita, hvør er í skúla. Harafturat verður undirvísingin sera nógv órógvað
Í nøkur ár hevur Tórshavnar býráð arbeitt við eini ætlan um at reisa ein minnisvarða fyri fakfelagskvinnuna, og merkiskvinnuna, Andreu Árting. Men nú hevur tøgn valdað um málið í meiri enn eitt ár og tí [...] fakfeløgunum« sigur borgarstjórin. Samstundis býráðið heldur ikki sett pening av til endamálið. Annars hevur ætlanin verið at seta minnisvarðan á plássið í Steinatúni og borgarstjórin upplýsti, at tilsamans kostar [...] óvfarin av. Hann sigur, at tá er økið, sum skal gerast rundan um standmyndina, ikki talt við. Borgarstjórin sigur, at hann dugir ikki at síggja, hvaðani fíggingin skal koma og tískil hevur málið ligið deytt
tjóðskapi í hjarta” svarar Bergun Kass einari røðu, sum eg helt fríggjakvøldið í Ullvøruhúsinum. Tað eru so nógvar misskiljingar og villur í aftursvarinum hjá Bergun Kass, at eg veit næstan ikki, hvar eg [...] greitt, at Suni Merkistein er ikki avsendari á nøkrum politiskum boðskapi hjá mær. Fyri tað næsta, so havi eg havi ikki skrivað nakra grein – og tað hevur Suni Merkistein heldur ikki. Eg, bara eg, havi hildið [...] ómakað sær at lisið røðuna. Í røðuni havi eg, við loyvi, endurgivið nøkur brot úr einum telduposti, sum Suni Merkistein sendi mær í sambandi við eina sending, sum hann er í ferð við at gera fyri Kringvarp
1,4mio til ein samskipara í miðstaðarøkinum og ein í Suðurøkinum. Tað bleiv upplýst, at í Suðuroynni er illa statt, tí ongin hevur verið at samskipa økið og hetta gongur ikki bara hart út yvir sjúklingin [...] demenssamskipanini, sama hvar í landinum tey búgva og hvønn aldursbólk tey hoyra til. Tað bleiv endurtikið av fleiri í Løgtinginum. Heilsumálaráðið leggur líka í. Tey siga seg nú ikki kenna nakað til hesa avtaluna [...] fyrisitingina, fara í landsstýrið og lata allar avgerðir upp í hendurnar á fyrisitingini. Tað átti ikki at verið neyðugt, men tað er av ringum royndum, at fíggjarnevndin noyðist at útpensla, í álitinum, hvat