Oddagrein: Ein nýggj politisk støða í annaðkvøld

Nú tykist heilt greitt, at fjórða samráðingarumfar verður trupult. Somuleiðis tykist rættiliga greitt, at landsstýrið røkkur neyvan á mál við verandi samráðingarætlan. So kunnu vit altíð keglast um, hvør hevur skyldina ella ikki. Men gongdin seinastu dagarnar bendir á, at hvørki stjórn ella landsstýrið sýna diplomatiskt snildi.

 

Eisini kunnu fólk loyva sær at halda, at landsstýrinum vantar ein royndan embætismann - ráðgeva - í hesum taktiska spæli.

Líta vit afturá, virkar framferðarhátturin hjá stjórnini ikki serliga málrættaður. Landsstýrið tosaði fyrstuferð við forsætisráðharran um samráðingar, eftir bankasemjuna í juni 1998. Tá staðfesti felagsfrágreiðingin rættin hjá landsstýrinum at samráða seg til eitt føroyskt fullveldi. Men stjórnin góðtók ikki seinri sama summar, at embætismenn í felag kannaðu viðurskifti Føroyar og Danmarkar ímillum og útvegaðu tilfar at samráðast út frá.

Ístaðin vildi stjórnin hava, at føroyingar komu við einum uppskoti at samrást um. Tá fór alt arbeiðið við Hvítubók ígongd, og seinri varð so samráðingaruppkastið orðað. Í hesum sambandi kann viðmerkjast, at andin í samráðingaruppkastinum legði kanska ikki upp til positivar og konstruktivar samráðingar. Danska stjórnin góðtók heldur ikki endamálið í samráðingaruppkastinum. Harafturat hevur hon nú latið embætismenn kannað ymisk løgfrøðilig viðurskifti hjá føroyingum í Danmark, um Føroyar gerast fullveldisríki. Tað merkir, at stjórnin nú ger arbeiðið, sum føroyingar frammanundan hava gjørt!!!

Harafturat hevur so spurningurin um sjálvsavgerðarrætt føroyinga tikið seg upp. Forsætisráðharrin slær fast í skrivi seinastu dagarnar, at Danmark hevur ikki góðtikið Føroyar sum eittt sjálvstøðugt "folkeretssubjekt". Sum merkir, at stjórnin góðtekur ikki Føroyar sum eina tjóð í fókarættarligum høpi. Men løgmaður hevur óivað provokerað forsætisráðharran, tá hann í einum øðrum brævi nú um dagarnar skrivaði, at samráðingarnar vórðu grundaðar á "sjálvsavgerðarrætin hjá Føroya fólki". Tað er ein annar problematikkur, sum vit ikki skulu nerta við ídag.

Landsstýrið hevur ein greiðan setning: at stovna eitt fullveldisríki. Eitt annað er so, at ivamál er, um meiriluti er fyri tí. Hinvegin hava vit eina danska stjórn, sum er ímóti hesi ætlan. Hon hevur sagt seg sinnaða at samráðast, men líkt er til, at nógvar snildir verða brúktar at benda tilgongdin henda og handa veg. Gongdin seinastu dagarnar er greitt tekin um, at hon roynir at forhála samráðingarnar. Samráðingarnar ímorgin verða truplar. Og í annaðkvøld "fyriliggur" óivað ein nýggj politisk støða!