Sumba í ferð við at skola á bláman

?Brimið hevur máað so nógv burturav, av verður munadygg bakkaverja ikki gjørd, fara tey fyrstu húsini í havið um ein mansaldur

 

Hús í vanda

 

 

 

Hesi seinastu árini er so nógv máað burturav bakkanum í Sumba, at fleiri hús skjótt verða í vanda fyri at fara í havið.

 

Jacob Vestergaard, borgarstjóri í Sumbiar Kommunu, sigur, at verður ikki okkurt munagott gjørt nú fyri at tryggjað bakkan, verða tað ikki nógv ár, áðrenn tey niðastu húsini eru farin á sjógv.

 

Sjálv arbeiðir kommunan við at tryggja bakkan og peningur verður settur av til endamálið á fíggjarætlanunum hjá kommununi.

 

Men kommunan er ikki fíggjarliga sterk og hon hevur tí søkt landskassan um stuðul til at tryggja bakkan. Enn er onki svar komið.

 

Kommunan hevur eisini søkt fyrr, men tá var umsóknin ikki gingin á møti. Men nú hevur Landsstýrið givið tilsøgn um at viðgerða málið einaferð afturat.

 

Borgarstjórin sigur, at upphæddin sum skal til fyri at tryggja bakkan, er lítil.

 

? Sjálv hevur kommunan sett 300.000 krónur av í ár. Høvdu vit fingið somu upphædd í stuðuli frá landskassanum, høvdu vit verið væl fyri, heldur hann.

 

? Fyri hesa upphæddina høvdu vit kunna arbeitt í einar tveir mánaðir um summarið og hevði arbeiðið kunna hildið fram soleiðis í eini fimm ár, høvdu sumbingar havt eina munadygga verja, allan vegin framvið bakkanum, sum ongan veg hevði farið.

 

 

 

17 metrar farnir

 

Jacob Vestergaard sigur, at trupulleikin av, at ongin bakkaverja er, skal ikki undirmetast.

 

Mátingar vísa, at í støðum eru heilir 17 metrar máðaðir burturav bakkanum síðani Sumba varð matrikkulerað síðst í fimtiárinum.

 

?Tá ið so nógv kann verða máað burturav í bara 40 ár, er tað greitt, at tað ganga ikki meiri enn 40 áfturat, fyrrenn tey fyrstu húsini eru farin á sjógv, so langt niðan undir tey niðastu húsini er bakkin nú komin.

 

Borgarstjórin sigur, at tað er rættiliga ójavnt, hvussu nógv verður matað burtur um árið.

 

? Tað veldst alt um, hvussu árini eru. Síðst í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum vóru vetrarnir ringir við nógvum ódnum og nógnum brimi og tað fór heilt nógv í havið. Men hesi seinastu árini hevur tað ikki verið so ringt, tí nú hevur veðrið verið betri.