Skulu fundast í Klaksvík

? Tað er eitt tekin um veikleika, at býráðsmeirilutin rýmir úr Klaksvík at fundast, heldur Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík

 

Klaksvík: Tað er ein óskikkur at fara út um kommunumark at halda fund, og at fara til Viðareiðis at halda fund um fíggjarætlanina er fjant og fjas.

Tað heldur Jógvan við Keldu, sum síðani 1980 hevur staðið á odda fyri býráðsmeirilutanum í 16 ár. Nú er hann í minnilutanum í Klaksvíkar býráði.

Meirilutin í Klaksvíkar býráði arbeiðir í hesum døgum við fíggjarætlanini fyri komandi ár, og í tí sambandi hava tveir fundir verið hildnir á Viðareiði.

Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, er væl nøgdur við hesa fundir, sum hann heldur hava verið við til at samansjóða nýggja meirilutan betri.


Politikarar órógva

Jógvan við Keldu heldur, at tað er veikleikatekin, meirilutin fer úr kommununi at fundast.

? Vit hava helst besta býráðshúsið í Føroyum, og tað kann hýsa øllum slíkum fundum. Umframt tað hava vit eina sera góða umsiting, sum eg kenni gjøgnum mong ár.

? Tí hevur tað undrað meg, at vit hava fingið ikki færri enn tvinni brøv frá leiðsluni í býráðnum, har fundir hava veirð útsettir, tí at arbeiðsbyrðin hjá embætisfólkunum er so nógv økt aftaná 1. január.

? Ein orsøk kann verða tann, at politikarar og embætisfólkið ikki skilja ímillum, hvat er politikkur og embætisførsla, so at politikarar órógva ov nógv embætisfólkið, heldur Jógvan við Keldu.

? Tá leiðslan ikki er nóg sterk, verður somikið meiri tosað, men tað er ikki altíð, at tað kemur tað besta burtur úr hesum.


Undantaksstøða

Jógvan við Keldu ætlar sær ikki at gera meiri við málið enn at mæla meirilutanum til at fundast á heimavølli.

? Býráðsmeirilutin í Klaksvík eigur at halda sínar fundir innan fyri kommunumark í Klaksvík og ikki á Viðareiði. Í hvussu so er so leingi, sum kommunurnar ikki eru lagdar saman, sigur Jógvan við Keldu.

? Eitt er at fara úr býnum einaferð, men at tað skal gerast ein vani fyri at fáa arbeiðsfrið er vánaligt tekin. Tað er bara í undantaksstøðu, at leiðslan rýmir úr býnum, heldur hann.