Barnaansing
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
- Tað nyttar onki at ringja til okkum og skelda og vera so ill, sum foreldur ofta eru, sigur Jancy.
- Tá eru tað bara vit, sum hoyra tey og vit fáa so onki gjørt. Alt er ein politiskur spurningur um raðfesting, heldur Jancy.
Hon heldur, at foreldur átti at staðið meira saman og tikið stig til nøkur tiltøk, sum kanska hevði fingið politikararnar upp úr stólunum.
- Tað undrar meg, at foreldrini eru so tolin og ikki gera meiri vart við seg. Tey eru jú sera kroyst, sita við skuld og mugu onkur enn tá siga upp, tí tey ikki fáa børnini ansaði. Ei undur í, at tey eru ill, men tey rópa í skeivum stað, sigur Jancy.
Hon heldur fram, at tey kunnu rópa frá nú av og til jólar um tey vilja. Tað nyttar onki, tí tað mangla stovnspláss.
- Og har fáa vit sum umsiting ikki gjørt nakað annað enn at koma við tilmælum til sosialu nevnd.
Jancy tekur tó ikki undir við framferðarháttinum hjá foreldraráðnum í Havn.
- Tey dríva næstan hetz í móti býráðnum. Forlanga at bíðilistin skal út á internetið at liggja. Tí taki eg als ikki undir við. Tað kann ikki vera meiningin, at umsitingin skal standa til svars fyri hvørt einstaka barn, sum verður tikið inn. Og tað koma ikki fleiri ansingarpláss, um kommunan brúkar pengar upp á at leggja ein bíðilista út á netið, sigur Jancy.
Hon greiðir frá, at niðri kom tað ofta fyri, at foreldur saman við pedagogum fóru út á gøtuna at streyka, fyri at gera vart við teirra ónøgd í einum ella øðrum máli.
- Tað, sum eg sakni, er at hoyra foreldrini úti ímillum almenningin, har tey gera vart við teirra truplu støðu. Tí tað er ongin ivi um, at orsøkin til, at tey eru so uppøst er, at tey eru so sera kroyst, men sum sagt: Tey rópa í skeivum stað, slær Jancy B. Klein at enda fast.