? Eg vænti ikki, at tað verður verkall á nýggjárinum.
Tað sigur Petur Kruse, sum er formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.
Í heyst vórðu sáttmálar á fyrsta sinni gjørdir ímillum Føroya Arbeiðarafelag og kommunurnar kring alt landið um dagrøktarmammurnar.
Hetta er ein sáttmáli, sum fevnir um dagrøktarmammurnar í øllum landinum, uttan í nøkrum einstøkum kommununum, har tær eru undir Starvsmannafelagnum, eitt nú í Havn,í Klaksvík og í nøkrum einstøkum kommunum afturat.
Men sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum, hevur landsstýrið nú boðað frá, at tað kann ikki góðkenna sáttmálan.
Bæði Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag og onnur, vænta, at tað verður trupult at fáa dagrøktirnar til arbeiðis eftir nýggjár við ongum sáttmála.
So svartskygdur er Petur Kruse, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, ikki.
Hann heldur ikki, at støðan eftir 1. januar kann kallast sáttmálaloysi sum so, tí í løtuni er ongin sáttmáli og hetta er fyrstu ferð, at sáttmáli skal setast í gildi á økinum yvirhøvur
? Sostatt verður støðan bara óbroytt eftir 1. januar, sigur hann.
Hann væntar tí heldur ikki, at hetta fer at føra til arbeiðssteðg.
? Eg vænti, at dagrøktarmammurnar fara at halda fram sum higartil, eisini eftir 1. januar. So mugu vit brúka januar mánaða til at fáa viðurskiftini í rættlag og at fáa sáttmálan snikkaðan til, so at landsstýrið kann góðkenna hann. Sáttmálin kann so koma í gildi 1. februar ístaðin. Sostatt er bara talan um at útseta hann í ein mánaða, sigur hann.
? Um støðan, sum hon er í løtuni, varar ein mánaða afturat, átti ikki at gjørt tann stóra skaðan, leggur Petur Kruse afturat.
Men hann sigur, at sum støðan er í løtuni, verður hann noyddur at boða kommununum frá, at sáttmálin kann ikki setast í gildi 1. januar, sum ætlað.
Hann sigur, at tá ið farið varð undir samráðingarnar, kannaðu tey málið og fingu at vita, at landsstýrið skal góðkenna allar sáttmálarnar.
? Tí stendur tað í sáttmálanum ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelagið, at teir koma í gildi, treytað av, at landsstýrið góðkennir teir.