Í nøkur ár hevur Tórshavnar býráð arbeitt við eini ætlan um at reisa ein minnisvarða fyri fakfelagskvinnuna, og merkiskvinnuna, Andreu Árting. Men nú hevur tøgn valdað um málið í meiri enn eitt ár og tí varð tað tikið upp aftur á býráðsfundi í gjár.
Heðin Mortensen, borgarstjórin sigur, at tann stóri trupulleikin hevur verið at finna fígging til ætlanina. Ætlanin var at fáa fakfeløgini at hjálpa til við fíggingini og tey hava boðað frá, at tey eru sinnað at lata 110.000 krónur. » Tað var tað heila vit fingu frá fakfeløgunum« sigur borgarstjórin.
Samstundis býráðið heldur ikki sett pening av til endamálið. Annars hevur ætlanin verið at seta minnisvarðan á plássið í Steinatúni og borgarstjórin upplýsti, at tilsamans kostar verkætlanin næstan tríggjar milliónir krónur fyri »»hh»hasa lítlu standmyndina« sum hann tók til, og tað er hann eitt sindur óvfarin av. Hann sigur, at tá er økið, sum skal gerast rundan um standmyndina, ikki talt við.
Borgarstjórin sigur, at hann dugir ikki at síggja, hvaðani fíggingin skal koma og tískil hevur málið ligið deytt alla hesa tíðina. Men hann sigur, at ætlanin er at taka málið upp aftur og í hesum sambandi fara tey at gera eina roynd afturat at fáa fakfeløgini við, tí tað heldur hann er heilt nátúrligt. Men hann dylur heldur ikki fyri, at hann stúrir fyri kostnaðinum.
Gunvør Balle, býráðslimur fyri Tjóðveldi, heldur, at tað er eitt sindur ússaligt, at Tórshavnar býráð ikki kann reisa hesa standmyndina fyri at vísa Andreu Árting virðing. Tí heldur hon, at býráðið eigur at royna at fáa fyritøkur av ymsum slagi, og øðrum áhugaðum, at vera við í fíggingini.
Heðin Mortensen er ikki einasti býráðslimur, sum hevði væntað sær meiri av fakfeløgunum. Eisini Annfinn Brekkstein, formaður í Mentanarnevndini hjá býráðnum ásannar, at hann er vónbrotin av fakfeløgunum. Hann heldur, at býráðið hevur longu tosað við vinnulív og áhugað, men hann er vónbrotin av, at fakfeløgini ikki hava víst størri vælvild.