Jeg bleiv ikki sørt bilsin, tá jeg sá eina starvslýsing eftir tveimum demenssamskiparum til demensklinikkina á Landssjúkrahúsinum, har báðir skulu hava arbeiðsøkið í Suðurstreymoy.
Tað er eitt greitt brot á eina politiska avtalu, sum ein samd fíggjarnevnd gjørdi, undir viðgerðina av fíggjarlógini.
Sambært demensætlanini:”Gloymsk-men ikki gloymd 2015”, so er enn ikki komið á mál við demenssamskiparum, tí miðstaðarøkið og suðurøkið (Sandoy og Suðuroy), hava enn ongan samskipara.
Altala bleiv gjørd í figgjarnevndini, um at lofta hesum trupulleikanum og játta 1,4mio til ein samskipara í miðstaðarøkinum og ein í Suðurøkinum. Tað bleiv upplýst, at í Suðuroynni er illa statt, tí ongin hevur verið at samskipa økið og hetta gongur ikki bara hart út yvir sjúklingin, men eisini yvir tey avvarandi, sum ganga í blindum.
Treytirnar vóru sera greiðar: Ein samskipari skuldi hava sítt arbeiðsøki í Suðuroynni og ein skuldi hava sítt arbeiðsøki í miðstaðarøkinum.
Á tann hátt kunnu fólk við demensi, og teirra avvarðandi, endiliga fáa eins tilboð um tænastur frá demenssamskipanini, sama hvar í landinum tey búgva og hvønn aldursbólk tey hoyra til.
Tað bleiv endurtikið av fleiri í Løgtinginum.
Heilsumálaráðið leggur líka í. Tey siga seg nú ikki kenna nakað til hesa avtaluna. Tað vísir bara líkasæluna ið valdar har, at Heilsumálaráðið, als ikki hevur fylgt við viðgerðini av fíggjarlógini fyri 2023, men ístaðin fyrigykla sær okkurt heilt annað.
Tíverri er hetta enn einaferð eitt greitt tekin um, hvussu tað ofta gongur, tá nýggir, skilagóðir politikarar, ofta við hjartanum á rætta stað, men fullkomuliga ókritiskir, við fullum álitið á fyrisitingina, fara í landsstýrið og lata allar avgerðir upp í hendurnar á fyrisitingini.
Tað átti ikki at verið neyðugt, men tað er av ringum royndum, at fíggjarnevndin noyðist at útpensla, í álitinum, hvat ymiskar játtanir skulu brúkast til. Annars er vandi fyri, at peningurin verður brúktir til annað endamál.
Handan starvslýsingin skal broytast í stundini og hendan politiska avtalan skal virðast.