Lagnudystur í Runavík

Bæði NSÍ og HB hava staðiliga brúk fyri øllum stigunum, um tey ikki skulu smokka burtur ímillum

 

NSÍ-HB:


Upptakt


Tað eru tvey lið, sum ikki hava havt viðrák síðstu vikurnar, sum hittast í Runavík í morgin. Hósdagin fall NSÍ á heimavølli í hálvfinaluni í steypakappingini ímóti KÍ, og sama dag fall HB á heimavølli í hálvfinaluni í steypakappingini ímóti B36.

NSÍ hevur havt eina laka byrjan í landskappingini, og hjá HB hevur tað síðstu vikurnar ikki gingið so leikandi lætt, sum fyrstu umførini kundu borið boð um, at tað fór at gera. Tí er tað alneyðugt hjá báðum pørtum at fáa fulla úrtøku í innanhýsis uppgerðini við Løkin í Runavík.

Burtursæð frá langtíðar skaddu Jóhannisi Joensen og Andrew av Fløtum, so eru allir HB menninir tøkir. Fyri HB viðhaldsfólkini og onnur við, var tað ikki lætt at fylgja við, tá HB venjarin tók Una Arge út, alt meðan teir í HB royndu at fáa málið, sum hevði sent teir og ikki B36 í steypafinaluna. Men tað er nevyan nakað at ivast í, at Uni Arge aftur í morgin verður fremsti álopsmaðurin hjá HB.

Í NSÍ er tað greitt, at teirra fremsti álopsmaður verður ikki tøkur í morgin. Christian Høgni Jacobsen hevur hildið frí frá venjingini í fleiri kvøld. Teir vónaðu, at hann fór at verða førur fyri at spæla sunnudagin ímóti KÍ, men longu eftir eitt korter var tað greitt, at landsliðskandidaturin var ikki nóg væl fyri.

Liðformaðurin hjá NSÍ, Djóni N. Joensen, fekk ein løst í lærið undir venjingini týskvøldið. Hann var á vøllinum allar 90 minuttirnar ímóti KÍ, men í 2. hálvleiki var tað týðuligt, at Djóni var skaddur. Hann var á vøllinum alla tíðina, tí NSÍ longu í steðginum hevði gjørt nýtslu av øllum skiftisspælarunum. Í gjár roknaðu teir ikki við, at Djóni fer at verða tøkur í morgin.

Gert Langgaard hevur verið skaddur síðani landskappingardystin í Klaksvík. Hann er sera ivasamur ímóti HB. Á plusssíðuni hjá NSÍ telur tað, at Jens Martin Knudsen er tøkur aftur, eftir at hann noyddist at hyggja at, tá liðfelagarnir duttu burturúr steypakappingini. So fáa vit at síggju, hvussu uppsettur landsliðsmaðurin verður ímóti HB.