Heidi Harviken nevna ungu Katrin á Neystabø, sum við sínum sjey málum var toppskjútti hjá Neistanum sunnudagin. Hjá VB var Sólrun Krosslá sum vera man høvuðsspælarin. Tað var hon eisini í fjør, men umframt [...] seg sjálvar higartil í ár. Jón Pauli Olsen hevur verið og lagt lag á nakrar ferðir, og polski venjarin hjá 1. mansliðnum í fótbólti, Krzystof Popczynski, hevur eisini havt konditiónsvenjing við kvinnunum [...] Kvinnuliðið hjá Neistanum fekk eins og mansliðið eina góða byrjan upp á landskappingina við einum sigri á útivølli. Steypavinnararnir frá í fjør vóru sunnudagin í Vági og spældu móti VB, og tær fóru norður
skotunum hjá H71-venjaranum, men hinir hoyvíkingarnir fingu sera lítið burturúr. Ein kann av hesum fara at hugsa um, hvussu H71 man fara at standa seg, um tað av onkrari orsøk ikki ber til hjá Hans Guðmundsson [...] Hannis Wardum setti ferð á frameftir. Ein H71-spælari tók hann, tá hann var á veg inn í málteigin, dómarin bríkslaði, og so var aftur øði í. Endin varð, at tveir H71-arar fingu reyða kortið, og Kyndil fekk [...] aftur á. Hans Guðmundsson var ikki til at steðga og skeyt heili 17 av teimum 23 málunum hjá H71. Næstbesti málskjútti hjá hoyvíkingum var Halgir Dal Olesen, sum skeyt tvey mál? Liðini fylgdust allan vegin uppeftir
fjallmenn á StÍF-liðnum. Næsti dystur hjá StÍF-monnunum verður sunnudagin 25. oktober í Havn móti Neistanum. VÍF skal til Havnar longu komandi sunnudag at spæla móti H71. StÍF-VÍF 21-25 (11-13) StÍF: Artur [...] Tað tykist, sum um VÍF er nógv betri fyri enn øll hini liðini í 1. deild hjá monnum, og tað verður ivaleyst ein stór uppgáva hjá hinum liðunum at steðga vestmenningum í at vinna sítt triðja føroyameistaraheitið [...] Jónleif Sólsker er aftur í ár venjari hjá StÍF. Hann ætlar sær ikki at spæla so nógv við sjálvur í ár, tí sum hann sjálvur sigur við Sosialin, so verður hann ikki venjari hjá strandingum í nógv ár framyvir,
Í fjør lá kvinnuliðið hjá Kyndli alla tíðina millum tey ovastu og bleiv at enda føroyameistari, meðan liðið hjá Stjørnuni lá í niðara enda. Tí var Kyndil favorittur til at vinna sunnudagin, tá liðini settu [...] eydnaðist teimum báðum at fáa gongd á málskjótingina, var í roynd og veru einki at gera hjá Kyndli. Kyndla-venjarin skifti nógv út fyrstu løturnar av dystinum, meðan Stjørnan ? sum hevði nógv færri fólk [...] liðugt. Sum heild vísti dysturin sunnudagin, at um tað ikki gongur væl hjá Lotte Sørensen og Ann Hansen, fær Kyndil ikki mál. Liðið hjá Stjørnuni er nógv betri enn í fjør, og tær hava longu víst, at tað ikki
st, og tað stóð meiri enn heiður og æra upp á spæl ? bæði hjá spælarunum og hjá venjaranum. Eftir at føroyski venjarin hevði verið frammi hjá 4. dómaranum, sum nógv av tíðini sat undir einum stórum regnskjóli [...] sást á litavisku vertunum, at teir vóru so vónbrotnir, at tað tóktist sum um teir høvdu tapt. Venjarin hjá teimum, Kestutis Latosa, duldi á tíðindafundinum aftaná ikki fyri, at hann var sera vónbrotin [...] frá dysti og til dyst, og arbeiðsavrikið hjá Julian Johnsson er altso framúr. Men, sum sagt, so var talan fyrst og fremst um eitt liðavrik, er niðurstøðan hjá Allani Simonsen.
gravgangur eftir venjaranum hjá føroyska landsliðnum, síðani landsliðið kom til Aberdeen sunnumorgunin. Skotsku fjølmiðlarnir og onkrir eingilskir við minnast framvegis avrikini hjá ársins spælara í Europa [...] hevur verið breiðari og sterkari, enn hann er á hesari ferðini, staðfestir venjarin. Tá vit tosa um útlitini í kvøld, kvígir venjarin ikki so nógv fyri einum stórum skrædli. Hann vísir á, at talan hevur verið [...] ætli mær ikki at gera tær stóru broytingarnar á liðnum, sum stóð seg so væl í Litava, er boðskapurin hjá venjaranum, sum har við letur skýna ígjøgnum, at hann ætlar at leggja fyri við sama liðnum, sum spældi
Føroyska landsliðið vandi á vøllinum hjá Co Rangers, sum er tætt við Aberdeen Thistle Hotel, har teir halda til, sunnudagin seinnapartin og mánadagin seinnapartin. Venjarin heldur framvegis, at nógv hvíld er [...] lív og sál. Onkuntíð kendi venjarin seg noyddan at biðja teir ansa sær, at teir ikki skaddu hvønn annan, men allir komu frá tí í øllum góðum. Gylti møguleikin Tá skotski venjarin, Craig Brown, hevur verið [...] eisini eftir álopsmanninum hjá FCK, at skotsku tíðindamenninir fregnaðust eftir, tá teir fylgdu við venjingini. Tað gjørdi tað ikki verri, tá teir fingu at vita, at annar av abbunum hjá álopsmanninum var ættaður
er nú í Newcastle, har pápin var venjari til fyri stuttum. Men trupulleikin hjá Paul Dalglish er tann sami, sum hann er hjá fleiri av hinum ungu monnunum. Teir sleppa sjáldan á besta liðið í feløgunum [...] hýruvognsføraran, krambakallin í telduhandlinum, og fyri tíðindamenninar, sum hava fylgt venjingini hjá føroyska liðnum. Sjónarmiðið er, at skal Skotland gera sær nakrar vónir um at sleppa við í EM-endaspælið [...] fjølmiðlunum og millum manna verður tikið til, at um Skotland ikki vinnur móti Føroyum, so fær væl dámdi venjarin, Craig Brown, ivaleyst sekkin. Tað ørkymlar, at verjan hevði stórar trupulleikar leygarkvøldið.
eitt sera gott úrslit fyri ein málmann. Triði føroyingurin spælir í álopinum hjá Leiftursmonnum. Tað er gamla málmaskinan hjá HB, Uni Arge, sum hevur klárað seg sera væl í teimum lutfalsliga fáu dystunum [...] við B36 Fyri at gera tað enn meira áhugavert hjá áskoðarunum fær B36, sum skal spæla móti Leiftri leygardagin, stuðul frá nøkrum HB-spælarum (B36-venjarin Tomislav Sivic segði í Sosialinum herfyri, at [...] upp til eitt stuttligt vikuskiftið hjá íslendingum. Teir skulu eisini vitja býráðini í Havn og í Klaksvík, og leygarkvøldið eru teir eisini bodnir við í ársveitsluna hjá B36.
At spælandi venjarin hjá VÍF-kvinnunum, Ioana Rapa, fer at fáa stóra ávirkan á kappingina hjá kvinnunum í ár, varð prógvað longu í fyrsta dystinum hjá VÍF, sum var móti StÍF á Skála. Ikki ein av lættastu [...] lættastu dystunum hjá uppflytarunum at byrja við, men liðið úr Vestmanna megnaði at vinna 22-21 á strandakvinnum, sum vóru sera nær við at gerast føroyameistari í fjør. Av teimum 22 málunum hjá VÍF skeyt Ioana [...] liðið, síðani hon er komin aftur úr Kyndli, og í seinna hálvleiki skeyt hon fimm mál, meðan venjarin fekk trý. Hjá StÍF var spælið nógv merkt av persónligum feilum, og tað gekk sera striltið við at fáa á