Sjálvandi skal dysturin móti Føroyum vinnast, men tað verður neyvan ein endurtøka av 5-1 sigrinum á Hampden Park í Glasgow í fyrradagin fyri fýra árum síðani. Tað er áskoðanin, sum skotar geva til kennar, tá tosað verður við teir um landsdystin, sum verður á Pittodrie leikvøllinum í Aberdeen í kvøld. Hetta er galdandi fyri hýruvognsføraran, krambakallin í telduhandlinum, og fyri tíðindamenninar, sum hava fylgt venjingini hjá føroyska liðnum.
Sjónarmiðið er, at skal Skotland gera sær nakrar vónir um at sleppa við í EM-endaspælið, sum verður í Hollandi og Belgia í ár 2000, so skulu heimadystirnir vinnast, og serliga teir móti pinkutjóðunum. Pinkutjóðirnar í bólki níggju í undankappingini eru Føroyar og Estland. Skotland vann leygarkvøldið á heimavølli móti Estlandi, men teir vóru heilt leingi í stórum vanda fyri ikki at fáa øll trý stigini, og hetta tykist hava sett ein álvarsligan hvøkk í skotarnar, sum eru á og um liðið, og í viðhaldsfólkini. Víst verður á, at byrjanin til hesa undankappingina hevur verið alt annað enn bjørt. Skotland var heppið at fáa eitt stig í Litava, og teir vunnu akkurát móti Estlandi. Í fjølmiðlunum og millum manna verður tikið til, at um Skotland ikki vinnur móti Føroyum, so fær væl dámdi venjarin, Craig Brown, ivaleyst sekkin. Tað ørkymlar, at verjan hevði stórar trupulleikar leygarkvøldið. Colin Hendry, sum er liðformaður, og Colin Calderwood plaga at vera sannir brandar í miðverjuni og álitini, sum hava borið, tá nógv annað á liðnum hevur ridlað, men teir klossaðu fleiri ferðir í tí móti Estlandi, sum hevði fleiri møguleikar at gera mál.
Viðmerkingin hjá Craig Brown, venjaranum, er henda:
? Føroyar fingu málleysan javnleik í Litava. Tað var sama úrslit, sum vit fingu, og tað átti at sagt okkum øllum, og eg havi mint mínar spælarar á, at talan verður ikki um nakran lættan sigur. Vit høvdu ein mann, Frank Coulston, í Vilnius, og nú fari eg at lurta eftir, hvat hann fekk burturúr føroyska spælinum har yviri. Vónandi verður tað lættari at vinna, enn tað var leygarkvøldið, men tað skal vilji og stríð til, um tað skal eydnast. Colin Calderwood var leygarkvøldið merktur av, at hann hevði ein skaða at dragast við, og vit vóna, at hetta verður frægari mikukvøldið.
Jim Leighton
tikið seg aftur
Tað kom sum ein bumba, tá málverjin á landsliðnum, Jim Leighton, í fyrradagin boðaði frá, at hann hevur spælt sín síðsta landsdyst. Síðsti landsdysturin, sum var nummar 91 fyri hansara viðkomandi, spældi Leighton leygarkvøldið, og aftaná fekk hann av at vita í bløðunum. Fjølmiðlarnir góvu 40 ára gamla málverjanum skyldina av einum ella tveimum málum, og hóast venjarin var rættuliga avgjørdur, tá hann vísti ákærunum aftur og segði málverjan hava spælt væl, og at tað var hann, sum bjargaði skotunum undan eyðmýkjandi tapinum móti Estlandi, so hevur málverjin stungið í sekkin. Leighton hevur onga orsøk givið fyri, hví hann er farin til hús, men tað eru fleiri, sum halda, at hann tímir ikki at standa model til órættvísu viðferðina.
Tá vit frættu, var ikki greitt, hvør skal verja skotska málið í kvøld. Helst verður tað Neil Sullivan, sum er málverji hjá Wimbledon og sum var eykamálverji leygarkvøldið, ella kanska verður tað Celtic málverjin Jonathan Gould. Hvørgin teirra hevur serligar altjóða royndir, men teir eru báðir góðir málverjar.
Vit søgdu í blaðnum í gjár, at fjúrtan skotskir spælarar, sum høvdu verið evni til at verið millum átjan teir bestu, góvu avboð til dystin móti Estlandi. Ein teirra, Craig Burley, er tøkur aftur. Hann var leikbannaður móti Estlandi, tí hann varð rikin av vølli, tá Skotland spældi móti Marokko í HM-endaspælinum í summar. Trupulleikarnir hjá skotska venjaranum eru kortini ikki minni av hesum veruleikanum, tí Kevin Gallacher breyt armin móti Estlandi, og mánadagin varð hann lagdur undir skurð í Blackburn, har hann spælir í premierligu felagnum.
Ættarliðsskifti
Skotsku fjølmiðlarnir gera nógv burturúr, at Skotland stendur fyri einum ættarliðsskifti í landsliðsfótbólti. Tað verður ikki avvíst, at teir, sum spæla nú, fara at megna at vinna Skotlandi pláss í EM-endaspælinum ? megnar Skotland hetta, so verður tað triðja ferðin á rað, at teir gera tað ? men fjølmiðlarnir vísa eisini á, at um hetta fer at eydnast, so verður tað fyrst og fremst tí, at mótstøðan í undankappingarbólki níggju er minni, enn hon er í nøkrum av hinum bólkunum. At Skotland verður mett ikki at vera serliga væl fyri ger, at tað kann roknast við, at teir í endaspælinum meiri vera ífylla enn nøkur hóttan fyri mótstøðuliðini, sum tá verða væl betri enn tey, sum Skotland nú spælir ímóti.
Móti Estlandi var Billy Dodds mettur sum stóri bjargingarmaðurin, tá hann kom inn og skoraði tvey mál. Men hann er 29 ára gamal, og hóast málini og sjálvsagt pláss millum teir fyrstu ellivu í kvøld, so verður Dodds ikki mettur sum ein framtíðarmaður. Ally McCoist spældi við móti Estlandi. Hann er 36 ára gamal, og at hann framvegis verður mettur sum ein av frægastu álopsmonnunum sigur nakað um trupulleikarnar at fáa nýtt fólk inn á liðið.
Fjølmiðlarnir halda, at landsliðið skal fara undir ættarliðsskiftið beinanvegin dysturin móti Føroyum er av. Men so halda teir eisini, at tað verður neyðugt við onkrum venjingardystum, tí landsliðið skal spæla tveir undankappingardystir í mars ? á heimavølli móti Bosnia og Kekkia ávikavíst 27. og 31. mars.
Men stóri spurningurin er so, hvørjir ungir menn eru á veg inn á landsliðið. Her verður leitað við lykt, og fyrst og fremst verður víst á teir, sum nú eru á U-21 landsliðnum. Ein teirra er Paul Dalglish. Hann er sonur ein tann kendasta skotska landsliðsspælaran nakrantíð ? Kenny Dalglish . Pápin spældi fleiri enn eitt hundrað ferðir fyri Skotland, og sonurin er nú í Newcastle, har pápin var venjari til fyri stuttum. Men trupulleikin hjá Paul Dalglish er tann sami, sum hann er hjá fleiri av hinum ungu monnunum. Teir sleppa sjáldan á besta liðið í feløgunum, sum teir spæla í, og tað skundar ikki undir menningina og harvið evnini at umboða Skotland.