Svartiper er umborð á Smyrli

FC Suðuroy legði nógv fyri og var um reppið at bjarga sær, áðrenn niðurflytingin var veruleiki

Marius Kryger Lindh var í dag fyri sættu ferð í ár málskjútti hjá B36, sum á heimavølli vann 2-0 ímóti FC Suðuroy

Nú er tað greitt, at einki felag úr Suðuroy verður umboðað í bestu deildini í 2026.

 

Soleiðis er tað, eftir at FC Suðuroy í dag tapti 2-0 í Gundadali ímóti B36.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað Marius Kryger Lindh, sum legði heimaliðið á odda.

 

Sum seinni hálvleikur leið, spenti FC Suðuroy álopsbogan alt meir og meir, og tað vóru nógvar spentar støður í B36 brotsteiginum, og tá ið tað var greitt, at 07 Vestur fór at vinna stig á heimavølli ímóti EB/Streymi, so varð einki annað at gera enn at kasta alt fólkið í álop.

 

FC Suðuroy hevði tríggjar hornasparksstøður, tá ið tað kendist vera heilt spennandi, men tað eydnaðist ikki at skora.

 

Og so var tað í tíðini, sum dómarin legði aftrat, at B36 økti um munin, og tað varð staðfest, at FC Suðuroy í 2026 fer at spæla í næstbestu deildini. Innskifti Tobias Hansen rann kapp á allari mótstøðuhálvuni við ein av heimamonnunum. Ta kappingina vann Tobias, sum setti bóltin framvið 17 ára gamla og óførar málverjanum Tróndi Sjúrðarson.

 

FC Suðuroy endaði næstaftast við 15 stigum, og B36 endaði á fimta plássi við 42 stigum. Tað sást ikki á avrikinum í dag, at talan er um so stóran mun á liðunum, og um tað eydnast teimum á Vágseiði at varðveita nógvar av spælarunum í felagnum, so verður steðgurin í næstbestu deildini neyvan langur.

 

 

 

B36 – FC Suðuroy 2-0 (1-0)

 

1-0: Marius Kryger Lindh

 

2-0: Tobias Hansen

 

B36: Silas Eyðsteinsson – Bergur J. Poulsen, Børge Petersen, Mattias Weihe Joensen, Símun Sólheim – Marius Kryger Lindh, Jógvan Kárason Gullfoss, Bogi Reinert-Petersen, Ragnar Samuelsen, Hannes Agnarsson – Pætur J. Petersen

 

FC Suðuroy: Tróndur Sjúrðarson – Hunter Bell, Bjartmar Holm, Dánjal Godtfred, Jimmy Abdul – Pætur Augustinussen, Salmundur Bech, John Villi Wøldike Leo, Emmanuel Andorful, Olivur Renéson Thomsen – Fríði Holm

 

Marius Kryger Lindh var í dag fyri sættu ferð í ár málskjútti hjá B36, sum á heimavølli vann 2-0 ímóti FC Suðuroy