Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum, vónar, at pol­iti­ka­rarnir koma við í­tøk­i­ligum lyftum um upp­raðfesting av psykiatriini, tá fel­agið hósdagin 30. oktober skip­ar fyri pallborðskjaki í Perl­uni í Havn. Undan kjaki­num fer Tórunn Høj­gaard Ósá, námslektari í sjúkr­a­røkta­rfrøði, at greiða frá sínari ph.d-gransk­ing­arverkætlan, og Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psyki­atriska deplinum, fer eisini at hava eitt upplegg

Forkvinnan vónar munandi hægri raðfestingar

Biðirøðin í psyk­i­atri­ini telur nú 1.049 per­sónar, og hægri politisk raðfesting av psyki­atriska øki­num er alneyðug, held­ur forkvinnan í ADHD-felagnum. 30. ok­t­ob­er hevur felagið boð­ið leið­andi pol­i­tik­ar­um úr øllum flokk­um á Løgtingi til pall­borðs­kjak um støð­una í Perluni í Havn

Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum, vónar, at pol­iti­ka­rarnir koma við í­tøk­i­ligum lyftum um upp­raðfesting av psykiatriini, tá fel­agið hósdagin 30. oktober skip­ar fyri pallborðskjaki í Perl­uni í Havn. Undan kjaki­num fer Tórunn Høj­gaard Ósá, námslektari í sjúkr­a­røkta­rfrøði, at greiða frá sínari ph.d-gransk­ing­arverkætlan, og Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psyki­atriska deplinum, fer eisini at hava eitt upplegg

Grein úr Sosialinum, Ingolf S. Olsen skrivar:

– Tørvurin á hægri rað­fest­ing og játtanum til psyk­i­atr­iska økið hevur ongantíð ver­ið betri dokumenteraður enn nú. Ikki minst fáa vit eina rúgvu av feskum fakta í gransk­ing­ar­verkætlanini hjá Tór­unn Højgaard Ósá, og vit hava júst fingið ein dag­førd­an bíðilista, sum vís­ir, at 1.049 fólk bíða eftir út­grein­ing­um í psykiatriini.

Tað sigur Bjørg Dam, for­kvinna í ADHD-felagnum. Hós­dagin 30. oktober skipar fel­ag­ið fyri pallborðskjaki í­m­ill­um leiðandi politikarar úr øllum flokkum Perl­uni í Havn, og undan kjak­i­num greiðir Tórunn Høj­gaard Ósá frá síni gransk­ing­ar­verk­ætl­an. Eisini Tormóður Stórá, leið­andi yvirlækni á Psyki­a­triska deplinum, fer at hava eitt upplegg.

- Tá pallborðskjakið er lið­ugt, vóni eg, at vit sita eftir við munagóðum lyft­um um ítøkilig stig at fáa bast eftirsleipinum í psyk­i­atriini, ikki minst út­grein­ingu­num av ADHD og au­tismu, sigur Bjørg Dam.