Føroyingarnir ræðast ikki skotska høvuðspælið

Fótbóltur: Todi hevur ikki gloymt møguleikan, sum hann hevði í Glasgow, og Jákup stúrir ikki fyri, at skotarnir skulu gera so nógv um seg í høvuðspælinum í føroyska brotsteiginum

Føroyska landsliðið vandi á vøllinum hjá Co Rangers, sum er tætt við Aberdeen Thistle Hotel, har teir halda til, sunnudagin seinnapartin og mánadagin seinnapartin. Venjarin heldur framvegis, at nógv hvíld er sera týdningarmikil sum liður í fyrireikingunum til stríðið í kvøld, og tað hevur givið seg til kennar í, at eingin fyrraparts venjing hevur verið mánadagin og í gjár. Mánadagin vóru spælararnir fyrrapartin inni í miðbýnum og keyptu, og í gjár vóru teir útferð fyrrapartin. Í gjárkvøldið klokkan 18.30 skuldu teir venja á vøllinum, har teir skulu spæla í kvøld klokkan 20.00.

Lagið er sera gott á spælarunum. Tað kendist heilt væl á venjingini í fvyrrakvøldið. Sámal Joensen og Pól Thorsteinsson, sum ikki vandu saman við hinum sunnudagin, høvdu ongar trupulleikar í fyrrakvøldið, og allir átjan koyrdu á. Ein stórur partur av venjingini var, at trý lið spældu á lítlum vølli við stórum málum. Tvey lið vóru á vøllinum í senn, og tað var lagt upp til, at teir skutu nógv móti málunum hjá teimum frágera góðu málverjunum, sum eru við á ferðini.

Spælararnir tóktust hava vunnið seg heilt aftur, eftir stríðið í Litava. Lagið var gott, og teir gingu uppí venjingina við lív og sál. Onkuntíð kendi venjarin seg noyddan at biðja teir ansa sær, at teir ikki skaddu hvønn annan, men allir komu frá tí í øllum góðum.


Gylti møguleikin

Tá skotski venjarin, Craig Brown, hevur verið biðin um at vísa á onkran spælara, sum hann heldur vera sera vandamiklan á føroyska liðnum, so ivaðist hann ikki, men vísti á Toda Jónsson, og tað var eisini eftir álopsmanninum hjá FCK, at skotsku tíðindamenninir fregnaðust eftir, tá teir fylgdu við venjingini. Tað gjørdi tað ikki verri, tá teir fingu at vita, at annar av abbunum hjá álopsmanninum var ættaður úr Skotlandi, og onkur helt skemtandi fyri, at tað var spell, at Todi hevði spælt fyri Føroyar, tí annars hevði einki verið í vegin fyri, at hann kundi umboðað Skotland.

Men Todi Jónsson spælir fyri Føroyar, og hann vil ógvuliga fegin skora í kvøld. Tað vilja álopsspælarar altíð, men ynskið hjá Toda er serliga sterkt hesa ferð:

? Nei, eg havi ikki gloymt møguleikan, sum eg fekk í Glasgow fyri fýra árum síðani. Kurt Mørkøre, sum ta ferðina var á miðvøllinum, spældi meg leysan, og eg rann undan einum verjuspælara inn í brotsteigin. Eg haldi, at skotið var ikki so galið, men tíverri fyri meg og okkum, so vardi Andy Goram, sum vardi skotska málið ta ferðina, sera væl við einari refleksbjarging. Tað havi eg ofta iðrað meg um, men nú fáa vit og eg ein nýggjan møguleika, staðfestir Todi Jónsson, sum við átta málum er toppskjútti í teimum 55 altjóða skrásettu landsdystunum, Føroyar higartil hava spælt. Todi skoraði síðst, tá Føroyar vunnu 2-1 móti Malta á Svangaskarði. Tað var 8. juni í fjør ella fyri meiri enn sekstan mánaðum síðani.


Høvuðspælið

stóran týdning

Jens Martin Knudsen, Jens Kristian Hansen, Óli Johannesen og Henning Jarnskor vóru allir í føroysku verjuni, tá Føroyar fyri fýra árum síðani taptu 5-1 í Glasgow, og teir minnast allir aftur á uppskriftina, sum skotar brúktu, tá teir skoraðu:

? Teir oystu eina rúgvu av høgum bóltum í brotsteigin, og serliga var tað Pat Nevin, sum syrgdi fyri innleggunum úr høgra borði. Málini fingu teir, tá teir stútaðu innleggini í kassan, ella tá teir vóru fyrstir á, eftir at stríð um bóltin eftir innlegg var enda við, at bólturin datt niður í brotsteigin, minnist Jens Martin Knudsen afturá.

Men Jákup Mikkelsen, sum hesa ferð hevur latið Jens Martin Knudsen plássið á beinkinum, har Herfølge málverjin sat, tá føroyingar fyrru ferðina royndu seg í Skotlandi, er ikki so bangin fyri, at tað hesa ferð skal eydnast hjá skotum at fáa fleiri mál eftir høgar bóltar inn í brotsteigin:

? Vit hava hugt at 1. hálvleiki av málleysa dystinum, sum Litava og Skotland spældu í Vilnius, og eg haldi ikki, at skotarnir vóru ræðandi. Vit løgdu serliga til merkis, at verjuspælararnir hjá Litava vóru betri í luftini, enn skotarnir vóru, og tað var hugaligt leygardagin at síggja, at verjuspælararnir hjá okkum ikki høvdu stórvegis trupulleikar í høvuðspælinum móti Litava, sigur Jákup Mikkelsen.

Spælararnir, venjarin, leiðararnir og hjálparfólkini eru samd við pressuni og teimum 20 ferðafólkunum, sum vóru við í Litava og eru við í Aberdeen, har tey halda til á nýggja Patio gistingarhúsinum tætt við miðbýin, at tað hevur verið gott fyri seinnapartin av ferðini, at leiðin fyrst gekk til Litava og síðani til Skotalnds og ikki mótsatt. At tað eydnaðist at fáa eitt stig við úr Litava hevur ikki gjørt lagið í Skotlandi verri.