Tað var ikki so óvæntað, at VÍF vann, tá teir spældu móti StÍF í høllini á Skála leygardagin. Tað tykist, sum um VÍF er nógv betri fyri enn øll hini liðini í 1. deild hjá monnum, og tað verður ivaleyst ein stór uppgáva hjá hinum liðunum at steðga vestmenningum í at vinna sítt triðja føroyameistaraheitið á rað.
Í fjør var StÍF eitt av liðunum, sum megnaði at hótta VÍF, men tað var ikki so nógv av tí leygardagin. Fyrri hálvleikur var heldur óruddiligur, men í seinna hálvleiki var eingin ivi um, at VÍF var betra liðið.
Jónleif Sólsker er aftur í ár venjari hjá StÍF. Hann ætlar sær ikki at spæla so nógv við sjálvur í ár, tí sum hann sjálvur sigur við Sosialin, so verður hann ikki venjari hjá strandingum í nógv ár framyvir, og tí verður nú arbeitt við at spæla nakrar nýggjar mans inn á liðið. Menn sum Agnar Højgaard, Poli Hansen og John Petersen vóru ikki við leygardagin, og í løtuni bendir ikki nógv á, at teir koma aftur í bræði, so sigast má, at StÍF-liðið helst ikki er so sterkt sum í fjør.
Ein avgerandi vend í dystinum kom, tá fyrri hálvleikur var komin í helvt. Tá varð Sveinbjørn Poulsen vístur út á bonkin í tveir minuttir, og hetta oyðilegði nakað av rútmuni hjá strandingum. Tveir minuttir eftir hetta varð Pauli Hansen eisini rikin av vølli í tveir minuttir fyri at hava forbrotið seg móti reglunum, og í somu atløgu fór økslin hjá honum úr lið.
Nú noyddist Jónleif Sólsker at seta seg sjálvan inn, men uttan at tað í sjálvum sær skuldi gjørt StÍF-liðið veikari, so var hetta ein av avgerandi løtunum í dystinum. StÍF misti takið, og VÍF, sum fáar minuttir áðrenn hevði verið aftan fyri 5-7, skeyt fimm mál á rað og kom sostatt upp á 10-7, áðrenn heimaliðið fekk fótað sær aftur.
Spælandi VÍF-venjarin Daniel Rapa vísti enn einaferð, at hann er væl fyri bæði leikliga og ikki minst kropsliga, og hann og Áki Olsen skutu 18 mál sínámillum.
Ikki heilt nøgdir
við verjuspælið
Føroyameistararnir seinastu tvey árini fóru til hálvleiks við eini 13-11 leiðslu, og í seinna hálvleiki fingu teir meira glið á spælið hjá sær. Fyrri hálvleikur hevði verið merktur av feilum frá báðum pørtum, og nógvir bóltar vórðu blakaðir útav vøllinum. VÍF skifti ofta upp til tríggjar mans út, tá teir skiftu millum álop og verju, og tað gekk út yvir kontraálopini, sum ongantíð gjørdust serliga vandamikil.
Vestmenningar vóru aftan á dystin nøgdir við teirra innsats í álopsspælinum, meðan teir vóru eitt sindur meira misnøgdir við verjuspælið hjá sær. Tað skal eisini nevnast, at bæði VÍF-málverjin Bárður Nielsen og starvsfelagin hja honum í hinum endanum, Johan Danielsen, stóðu sum brandar og vóru við til at skapa undirhaldið, sum var í dystinum.
At enda vann VÍF rímiliga sannførandi 25-21, og tað var eisini í lagi. Teir vóru tað betri ta einu løtuna í seinna hálvleiki, sum rættvísgjørdi sigurin, og at vinna móti StÍF á Skála má metast sum ein sera góð byrjan upp á kappingina ? ein kapping, sum uttan iva fer at verða merkt nógv av VÍF, eins og hon hevur verið seinastu tvey árini.
StÍF-venjarin Jónleif Sólsker hevur hinvegin einki ímóti, at liðið hjá honum hevur frí næsta vikuskiftið. Hetta er tíðin, tá fjøllini verða gingin, og eftir hvat vit frætta, eru fleiri fjallmenn á StÍF-liðnum. Næsti dystur hjá StÍF-monnunum verður sunnudagin 25. oktober í Havn móti Neistanum. VÍF skal til Havnar longu komandi sunnudag at spæla móti H71.
StÍF-VÍF 21-25 (11-13)
StÍF: Artur Johansen 9 (3), Alexander Johansen 6, Marius Joensen 2, Janus Trygvason 2, Pauli Hansen 1, Jónleif Sólsker 1.
VÍF: Áki Olsen 9 (2), Daniel Rapa 8 (2), Sámal Joensen 2, Áki G. Olsen 2, Martin Hummeland 1, Agnar Joensen 1, John Zachariasen 1.
Útvísingar: StÍF 2, VÍF 4.